Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-09-14, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. september 2017síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 15. SEPTEMBER 2017 SOSIALURIN 107 13 EYÐUN KLAKSTEIN Í hesum døgum eru 45 ár liðin, síð ani yvirgangsmenn søktu at ísraelskum ítróttarfólki und ir Olympisku Leikunum (OL) í München. Tað var 5. september í 1972, at átta yvirgangsmenn úr pal est inska felagsskapinum Svarti September sníktu seg inn í olymp iska býin og brutu inn í bygn ingin, har ísraelsk ítr ótt ar fólk búðu. 11 ísraelsmenn vórðu tikn ir gíslar, og eftir drúgvar sam ráð- ingar millum myndugleikar og yv ir gangsmenn, endaði alt í ein- um blóðbaði, tá ið týsk løg regla og herlið royndu at fría ítróttarfólkini. Tað kiks aði fullkomiliga, og yvir- gangs menn in ir gjørdu av við allar gísl ar nar. Fimm av teimum átta yv ir gangsmonnunum vóru eisini dripn ir í skotbardaganum, og trígg ir vóru tiknir livandi. Hetta var ein skelkandi hend- ing og ein av mest ræðandi og um tal aðu yvirgangsatsóknunum í 1970’unum. Tóku gíslar Fýra føroyingar vóru staddur í nánd av hendingunum í München. Út varp Føroya hevði sent fýra mans avstað at dekka OL í Mün- chen, og teir komu tætt upp á hend- ingarnar. Jógvan Arge og Niels Juul Arge útvarpaðu frá leikunum, og Mari us Rein og Jóhan Isholm vóru tøkn- ingar. – Alt gekk í fínum lag. Vit reik- aðu til Regensburg, Augsburg og Passau og aðrar býir at siga frá og skiftu millum teir ymsu ítróttavøllirnar í sjálvum Munch- en. Til ein morgun, vit skuldu út úr bý num. Tað skiltist á tíðindunum, at okkurt var galið í olympisku bygd ini. Men ilt var at skilja, hvat var á vási, greiðir Jógvan Arge frá. – Onkur hevði hoyrt skot. Ong- in talaði um, at hetta fór at ávirka leikirnar, so vit fóru hvør í sína ætt at senda til dagsins skrá, men tá vit vóru komnir til Passau, var fót bóltsdysturin avlýstur, og róð- ur in steðgaði eisini. Spakuliga komu fleiri upp lýs- ing ar út, og greitt var, at talan var um álvarsaman tilburð. – Meir og meir kom undan kavi um, at palestinskir partisanar høvdu sníkt seg inn í ísraelsku íbúð ina, og spenningurin vaks og vaks. Afturkomin til olympisku bygd ina stóð Niels Juel og segði frá beint uttanfyri hegnið og sá stund um menninar við brølapu á sval anum, sum tingaðust við týsk- ar myndugleikar við Hans Die trich Genscher á odda. – Men so varð pressan víst burt ur, og fylgjast mátti við á pressu centr inum og heima í íbúð- ini. Hað ani høvdu vit bein leið is frásøgn í telefon, tá parti san ar og gisslar vórðu fluttir við tyrlu til hernaðarflogvøllin Fursten feld- bruck, men so steðgaði tíð inda- streymurin. Endaði sum sorgarleikur Jógvan Arge tók náttarvaktina í pressu centrinum, haðani hann fylgdi dramatisku hendingunum. – Tað var tigandi róður. Fá tíð- indi at frætta, men nógvar git ing- ar. Eina ferð tíðliga á náttina søgdu teir, at allir ísraelsmenninir vóru komnir frá atsóknini við lív in um. Tá var mikil rómur, men ivi, sig ur hann. – Seinni komu so tey endaligu tíð indini. Allir ísraelsmenninir høvdu latið lív í týsku bjarg ing ar- roynd ini eins og fleiri partisanar og ein týskur løgreglumaður. Tá var ikki stuttligt at vera for- mað ur í nevndini, sum fyrireikaði leik ir nar. Willy Daume brast í sjóð- heit an grát, tá heimspressan setti sín ar eirindaleysu tummilskrúvur á hann. Minningarhátíð varð fingin í lag í skundi, og tann stóri spurn ing- urin var, um leikirnir fóru at verða avlýstir. Formaðurin í olymp isku nevndini, Avery Brun dage, boðaði frá, at besta svarið á atsóknina var at halda fram. Øll skráin var flutt ein dag fram og leik ir nir leiktir at enda. – Tað var óhugnaligt, og tað var ótti millum fólk. Vit stúrdu tó ikki fyri okkara trygd. Vit royndu bara at halda tunguni mitt í munninum og rapp ort era heim til Føroya, sig- ur Jógvan Arge. Hann sigur, at tá í tíðini kendu fólk í Føroyum eisini til óttan fyri yv ir gangs álopum, hóast tað ikki var vanligt at ferðast so nógv og so langt, sum fólk gera nú á døg um. – Tað var kanska serliga ótti fyri, at flogfør vórðu rænd. Yv ir- gang urin kom ikki so nær upp á okk um, men tað gjørdi inntrykk kort ini, og tað var óhugnaligt, sig- ur Jógvan Arge. Føroyingar vóru í nánd, tá ið ein tann mest umtalaða yvirgangsatsóknin í 1970’unum varð framd Fylgdu blóðugari atsókn í München Ein av kendastu yvirgangsmyndunum frá 1970’unum. Ein av monnunum, sum framdi álopið á ísraelsk ítróttarfólk undir OL í München í 1972