hósdagur 14. september 2017síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 15. SEPTEMBER 2017
SOSIALURIN 107
14
TEMA: Yvirgangur
14
Her skal viðmerkjast beina veg, at
álopið á World Trade Centre ikki er
tikið við her. Tíðarskeiðið frá 2000
til nú hevur verið tað friðarligasta
síðan sjeyti árini. Minkingin frá níti
árunum helt fram í nøkur ár afturat
og tað gekk støðugt afturá. Nøkur
stór álop vórðu tó. Í 2004, lótu 192
fólk lótu lív í álopinum á tokstøðini
í Madrid. Al-Qaeda tók ábyrgdina,
men tað bleiv ongantíð reiðiliga
staðfest, at teir áttu ábyrgdina. Árið
eftir lótu 52 lív, tá fleiri bumbur blivu
sprongdar í undirgrundtokinum í
London. Islamistiskir yvirgangsmenn
høvdu ábyrgdina av álopinum.
Anders Behring Breivik framdi álopið
á Utøya í 2011, tá 77 fólk lótu lív.
Síðan 2015 hevur tó aftur verið ein
framgongd í álopum. Bæði 2015 og
2016 vórðu fleiri álop framd, millum
annað í París, Nice, Brússel og Berlin.
Tíðarskeiðið 2000-2016
0
100
200
2010 2011 2012 2013 2014 2015 2016
Fólk latið lív í
atsóknum
Ár
2010-16
0
100
200
300
2000
2001
2002
2003
2004
2005
2006
2007
2008
2009
Fólk latið lív í
atsóknum
Ár
2000-09
Tølini, ið eru nýtt,
eru frá Global Terrorism
Database, ið lærdi háskúlin í
Maryland í USA hevur ábyrgdina
av. Ásetingarnar, ið nýttar eru, hava
sum krav, at eitt álop er framt fyri at
fremja eina sak, annahvørt politiska,
átrúnaðarliga, sosiala, sam felags liga
ella aðra. Eisini skal eitt fólk ella
fl eiri hava latið lív. Fólk, ið eru
komin til skaða eru ikki við
í tølunum.
NÚ
Tølini eru einans fyri lond í vestur Evropa. Tað
hevur við sær, at tølini frá eitt nú krígnum í Bosnia
ikki eru við. Ei heldur er álopið á World Trade
Centre við, eins og myndin heldur ikki vísir, at
yvrigangstølini í Miðeystri eru farin langt upp.