hósdagur 14. september 2017síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 15. SEPTEMBER 2017
SOSIALURIN 107
15
ANNIKA KUNOY IM
ANNIKA@SOSIALURIN.FO
E
in lastbilur koyrdi mitt
inn í eina mannamúgvu
og síðani fór førarin út og
skeyt fleiri fólk, og til sam-
ans lótu fleiri enn 84 fólk lív.
Hendingin
– Vit vóru mitt í rokinum. Vit høvdu
verið og hugt eftir øllum fýr verk-
inum í sambandi við Bastille-dag in,
og vit stóðu akkurát og um hugs-
aðu, hvat vit skuldu gera. Tá sóu
vit knappliga fólk koma rennandi,
og tá vit sóu ræðsluna í eygunum
á fólki, vistu vit, at her var okkurt
ógvu liga álvarsamt á vási. Vit sóu
ong an tíð sjálvan lastbilin, men tað
var hent beint har, sum vit júst
høvdu gingið, greiddi Tummas
Pauli Juul in.fo frá í telefonini úr
Nice, tá ið hann og familjan vóru
kom in aftur í íbúðina, sum tey
høvdu leigað sær í Nice seinasta
summ ar.
– Eg hoyrdi skot og helt tá, at
tað var fýrverk, tí vit vóru jú og
hugdu at fyrverki, men tað hevur
tað ikki verið, staðfestir hann.
Hann sigur, at fólk runnu í allar
ætt ir, og tað fyrsta, sum hann hugs-
aði, var bara at samla øll síni, og so
at renna niðaneftir. Hetta hendi
alt í gamla býarpartinum í Nice, og
har er ótrúliga trongt allastaðni við
smøl um gøtum.
– Tá vit vóru komin eitt lítið
petti, bjóðaði ein eldri maður okk-
um inn á eitt gamalt vertshús at
søkja skjól eina løtu. Men eina løtu
seinni fóru vit so víðari og gingu
heim til íbúðina, greiddi Tummas
Pauli frá.
Hann segði tá, at hendingin
veru liga skelkaði tey øll, og serliga
børn ini, og tað var ikki fyrr enn tey
vóru komin heim í íbúðina, at tey
aft ur kendu seg hampiliga trygg.
– Tað var ein øgiligur lætti at
koma inn í íbúðina og stongja
hurð ina eftir sær. Hetta er uttan
sam anbering tað mest óbehagiliga,
ið eg nakrantíð havi upplivað, segði
Tumm as Pauli Juul við in.fo eftir
hend ingina.
Síðani tey eru komu aftur í íbúð-
ina, skundaðu tey sær at boða sín-
um nærmastu heima í Føroyum
frá, at tað veit væl við hjá teimum,
so tey vistu, at tey høvdu tað gott.
Tosa um hendingina
Tá familjan kom heim aftur til
Føroya eftir ræðuligu hendingina
í Nice, løgdu tey seg eftir at tosa
hend ingina væl ígjøgnum saman
við børnunum.
– Tað hevur sett seg fastari í
minn ið hjá børnunum enn hjá okk-
um vaksnu, sigur hann, og greiðir
frá, at yngsti sonur hansara fyri
fá um døgum síðani aftur nevndi
hend ingina, og segði, at høvdu tey
ver ið nærri hendingini, so vóru
tey ikki sloppin við lívinum, sigur
hann.
– Tá børnini siga slíkt, so er um-
ráð andi at tosa um hendingina, og
greiða frá, at onki hevði kunnað
hent okkum júst har, ið vit stóðu.
Hend ingin gjørdist jú ógvusligari,
tí vit als ikki vistu, hvat hent var
júst tá.
Stemningurin í býnum var sjálv-
sagt merktur av hendingini og har
gingu millum annað hermenn við
mask inbyrsum á gøtunum. Hetta
er ein ikki vanur við, og tað setur
seg í minnið, greiðir hann frá, tá
hann hugsar aftur á hendingina.
– Vit avgjørdu, áðrenn vit fóru
avstað, at vit skuldu eta á eini
matstovu í býnum, og tað var har
vit høvdu verið tá yv ir gangs at sókn-
in varð framd. Vit hava verið ómeta-
liga heppin, at vit hava stað ið júst
har, sum vit stóðu, og at vit høvdu
tikið ta avgerðina, sigur hann.
Setast ikki aftur
Tummas Pauli Juul greiðir frá, at
hó ast tey hava upplivað at verið
so tætt at einum yvirgangaálopi,
so hava tey øll verið uttanlands
aft ur síðani hendingina.
– Eg ætli mær ikki at halda meg
aft ur grundað á hetta. Ger man
tað, so hevur man tapt slagið, sigur
hann.
– Vit vóru øll heilt ótrúliga bang-
in, meðan tað hendi, og hendingina
gloymi eg ongantíð aftur. Tað er
sera óheppið at hava upplivað
hetta, men møguleikin fyri at upp-
liva tað aftur er lítil, sigur hann.
Hann greiðir frá, at nú tá hann
hoyr ir um yvirgang í miðlunum,
so dugur hann betur at realtera til
tað sum hendir, men hann hugs ar
ikki nógv um hendingina í ger and-
is deg num.
Havnarmaðurin Tummas Pauli Juul og unnusta hansara Gunrid Hansen og teirra
børn vóru saman við systir Tummas Paula og familju hennara stødd mitt í rokinum
í Nice í Suður-Fraklandi, tá yvirgangsálop vórðu framd í 14. juli 2016
Vóru mitt í YVIRGANGS-
ATSÓKN Í NICE