Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-09-14, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. september 2017síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 15. SEPTEMBER 2017 SOSIALURIN 107 16 MENTAN ­ EYÐUN KLAKSTEIN (LONDON) Tað sæst ikki á honum, at hann er 85 ára gamal. Hann gongur kvikliga. Smáu fetini føra hann skjótt fram, og hóast kroppurin ikki er so fattur, sum hann einaferð var, ber hann seg væl. Gráa hárið liggur væl tvørtur um skallan, men er eitt vet frísut í vinstra vanga. Hann er ílatin klassiskan myrkabláan blazara, einar ljósagrábrúnar buksur og eina bláa skjúrtu – høvið er ikki so formligt, at hann er farin í slips. John le Carré telist millum mest lisnu og virdu livandi bretsku rithøvundar. Hann hevur í meira enn hálva øld skrivað njósnara­ søgur, sum hava lyft seg upp um vanligar spenningssøgur. Hann hevur gravað og granskað í menn­ iskja­ligum eginleikum og sam­ bondum, hann hevur avdúkað samfelagsstovnar, felagsskapir og tíðarrák, og hann hevur gjørt tað á ein slíkan hátt, at lesararnir hava lisið sterkan skaldskap, samstundis sum teir eru drignir inn í spennandi søgur. – Tú skalt ikki stúra, tá ið tú fert inn í eitt rúm fult av fólki. Fólk vilja helst tosa um seg sjálvi. John le Carré sigur, at hesi ráð­ ini fekk hann einaferð frá einum øðrum bretskum rithøvundi, Graham Greene, men hetta kvøld­ ið er eingin ivi. Salurin er fullur av fólki, og øll vilja hoyra le Carré greiða frá. Royal Festival Hall í Southbank Centre í London er karmur um tiltak í sambandi við útgávuna av 24. skaldsøguni hjá John le Carré, A Legacy of Spies. Rithøvundin, sum vanliga er pírin við at hitta fjølmiðlar og lesarar, leggur hetta kvøldið sína nýggju bók fram fyri fullsettum sali, og inntøkurnar frá kvøldinum letur hann til fe­ lagsskapin Læknar uttan landa­ mørk. Endamál og gerð David Cornwell kendi seg noydd­ an at finna sær skaldanavn, tá ið hann í 1961 skrivaði fyrstu skald­ søguna. Hann var tá í starvi hjá ensku njónsaratænastuni Secret Service, og tað sømdi seg ikki at útgeva bók undir egnum navni. John le Carré varð føddur, og tvey ár seinni var hann víðagitin, tá ið hann útgav bókina The Spy Who Came In From The Cold – njósnarin, sum kom inn úr kuld­anum – ið stundum verður kosin sum besta njósnarasøga nakran­tíð. Søgan snýr seg um ein atsókn í Eysturberlin í 1950’unum og »kuldin«, sipað verður til, er stríðið á vígvøllinum undir Kalda krígnum. Skaldsliga gjøgnumbrotið fekk John le Carré at skriva burt­ur­av, og seinastu stívliga hálvu øldina hevur hann skrivað saman­ lagt 24 skaldsøgur – nógv­ar av teim­um eru skrivaðar í hús­um hansara í Cornwall við ensku út­ synningsstrondina, har dramat­ iska landslagið líkist ikki sørt Føroyum. Bøkurnar eru kendar um allan heim, og nógvar av teimum eru gjørdar til stórfilmar ella sjón­ varpsrøðir – til dømis The Russia House, The Night Manager, The Constant Gardener og The Tailor of Panama. Tað er fittur teinur frá James Bond til njósnararnar í bókunum hjá le Carré. Kendasti persónurin í bókunum hjá le Carré er George Smiley, sum við sínari varligu framferð ráðleggur snildisligar njósnaraatsóknir, ið skulu lumpa mótstøðufólk ella avdúka onkrar av hansara egnu, sum svíkja. George Smiley verður nevndur í fyrstu skaldsøguni hjá le Carré frá 1961, og hann hevur høvuðsleiklut í til dømis Tinker Tailor Soldier Spy og Smiley’s People. Í nýggju skaldsøguni rør John le Carré aftur á gamlar dagar. Peter Guillam, sum var álitismaður hjá George Smiley, livir friðarliga pen­sjónistatilveru á einum garði í Bretagne í Fraklandi, tá ið bræv kemur við postinum. Hann verður innkallaður til fund í Secret Service at umrøða gamlar atgerðir. Harvið er pallurin klárur til ein samanbrest millum yngri, útbúgvin fólk, sum stundum tykjast søguleys, og gomlu njósnararnar, sum eru eitt ættarlið og eitt kríggj eldri. Bókin er eitt slag av uppfylgjara til The Spy Who Came In From The Cold, og le Carré fyriheldur seg til gamlar hendingar í nýggjum samanhangi og setur enn einaferð spurnartekin við, um endamálið halgar gerðina. – Hendan bókin viðger søgurnar frá kalda krígnum í einum human­ istiskum samanhangi og ikki í tá­ verandi politiskum samanhangi. Tað hevur ein prís at liva soleiðis og at fara soleiðis fram, sigur John le Carré. – Kalda kríggið er av, og her eru vit nú. Vit hava onga kós, sann­ føring ella hugsjón, og vit eru fram­vegis svikafull. Tað einasta, sum bindur okkum saman, er ótti, sigur hann. Setur seinkað punktum Hetta hóskvøldið í London er John le Carré einsamallur á pallinum – Kalda kríggið er av, og her eru vit nú. Vit hava onga kós, sannføring ella hugsjón, og vit eru framvegis svikafull. Tað einasta, sum bindur okkum saman, er ótti, sigur 85 ára gamli John le Carré, sum nú hevur skrivað sína 24. skaldsøgu – kanska ta seinastu. Hann er meistari í njósnarasøgum, sum grava í menniskjaligum eginleikum og avdúka samfelagið Rithøvundin sum kom inn úr kuldanum John le Carré legði sína nýggju bók fram í London í farnu viku