hósdagur 14. september 2017síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 15. SEPTEMBR 2017
SOSIALURIN 107
17
í Royal Festival Hall í slakan
hálvan annan tíma. Hann greiðir
frá lívi sínum sum rithøvundi –
og framfýsin, men meinaleysur
njósnari eitt skifti – leskar fólk
við einstøkum spennandi ella
stuttligum søgum og greiðir frá
um nýggju bókina, sum er eitt
slag av seinkaðum punktum fyri
allar kaltkrígsnjósnarasøgurnar
hjá honum.
Tú fært kensluna av, at hetta er
við at vera endin. At 85 ára gamli
rithøvundin nú bindur sloyfuna
um lívsverkið.
– Eg havi kanska eina bók
eftir í mær, men um hetta verður
seinasta bókin, er hon ein góður
endi. Eg fari tó at skriva til mín
doyggjandi dag. Eg hevði skrivað,
hóast eg var fullvísur í, at eg ikki
fór at útgeva nakað afturat, sigur
John le Carré.
– Eg má skriva, og eg skrivi bert
við hond. Einki kann samanberast
við sjónina av hondskrivaðum
ørkum, sigur hann.
Eftir soloframløguna er lítil
steðgur, og síðani sessast John
le Carré og royndi journalisturin
Jon Snow í hvør sínum leðurstóli
á pallinum. Nú verður spurt og
svarað, og eisini áhoyrararnir
kunnu umvegis sosialar miðlar
seta spurningar.
John le Carré hevur gjøgnum
árini – bæði í bókum og í samrøðum
– viðmerkt aktuellar hendingar,
gongdina í samfelagnum og altjóða
politikk, og tað ger hann eisini
hetta kvøldið. Hann tosar stutt
og greitt, hugsar seg stundum um,
áðrenn hann svarar, men hann
letur svarini sum vóru tey snøggir
setningar, hann hevur skrivað
suðuri í Cornwall og hevur við í
skjáttuni norður til London. Tað
hoyrist, at hann fylgir væl við, at
hann greinar og tulkar, og at hann
hevur sínar meiningar. Hann
finnist harðliga at framferðini hjá
amerikanska forsetanum Donald
Trump.
– Tað hendir nakað veruliga
keðiligt, og eg haldi, at vit eiga
at vera árvakin. Tað, sum Trump
stendur fyri og øsir upp rundan
um seg av hatri og tosi um »fake
news«, er eitt slag av bókabrenning.
Eg komi í tankar um tað, sum
hendi í 1930’unum í Spania, Japan
og Týsklandi. Hetta minnir meg
um eina rísandi fasismu. Hon er
smittandi, og tí eiga vit at vera á
varðhaldi, sigur John le Carré.
Hann fær eisini spurningar
um at skriva, og tá ið hann verður
spurdur um, hvussu neyvt hann
leggur sína bøkur til rættis, áðrenn
hann skrivar tær, svarar hann:
– Eg veit, hvar eg skal enda, tá
ið eg skrivi eina bók, og eg veit,
hvørja kenslu eg ynski, at lesarin
situr eftir við, tá ið hann eru liðugir
at lesa bókina, sigur John le Carré.
Eftir slakar tríggjar tímar á
pallinum í Royal Festival Hall takk
ar hann fyri seg. Eftir eitt langt
lív sum skrivandi og eygleiðandi
maður tykist John le Carré vera
rithøvundin, sum kom inn úr kuld
anum. Rithøvundin, sum er farin
av gamla vígvøllinum og hevur
sett punktum fyri sínar klassisku
njósnarasøgur. Rithøvundin, sum
er nøgdur við seinastu bókina, um
hon verður hansara seinasta.
Hann fer nakað spakuligari av
pallinum, fetini eru eitt sindur
tyngri, og kroppurin eitt vet meira
kropin. Ivaleyst er hann bara
troyttur eftir eitt langt kvøld, har
hann hevur givið seg fult og heilt
til sínar lesarar.
Fólkini í salinum eru farin á
føtur og klappa fastliga. Rithøv
undin veitrar og smílist móti
áhoyrarunum.
Í morgin er aftur ein dagur, og
tá fer hann aftur at skriva.
Hann kann ikki lata vera.
Fakta
David Cornwell var føddur í 1931. Tá ið hann í
1961 gav sína fyrstu skaldsøgu út, fekk hann
sær høvundanavnið John le Carré, og tað navnið
gjørdist víðagitið, tá ið triðja skaldsøgan, The Spy
Who Came In From The Cold, kom út í 1963.
Millum kendu skaldsøgurnar hjá John le
Carré eru eisini Tinker Tailor Soldier Spy,
Smiley’s People, A Perfect Spy, The Russia
House, The Tailor of Panama, The Constant
Gardener og The Night Manager.
Nógvar av bókunum eru gjørdar
til filmar og sjónvarpsrøðir.
Seinasta bókin hjá John Le Carré eitur A Legacy of
Spies og varð løgd fram í London fyri viku síðani.
John le Carré hevur skrivað nógvar av sínum bókum
í húsum sínum heilt har suðuri í Cornwall, har
landslagið kann minna nakað um tað føroyska
Virðislønta sjónvarpsrøðin
The Night Manager byggir á
skaldsøgu hjá John le Carré