Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-09-14, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. september 2017síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 15. SEPTEMBER 2017 SOSIALURIN 107 18 BRÚDLEYP RANNVÁ DJURHOLM GRAHAM OG MARK GRAHAM Stutt lýsing um brúðarparið: Rannvá er úr Føroyum, meðan Mark er frá Nýsælandi, har tey eisini búgva. Rannvá er í barsil, Mark er handverkari. Dato fyri vígsluna: 20. Desembur 2014 Gestir til veitsluna: 85 gestir – vígslan var fyri øllum, meðan veitslan var fyri innbodnum Stað fyri vígsluna: Úti á strondini Papamoa beach í Nýsælandi Fíggjarætlan: Uml. 25.000 kr. FRÁ HEIMASÍÐUNI BRUDLEYP.FO LES ALT UM BRÚDLEYP Í FØROYUM Á IN.FO! AVGERÐIN UM AT GIFTAST RANNVÁ GREIÐIR FRÁ: Mark spurdi meg, um eg vildi giftast. Eg bleiv mega spent og glað ein fantastiskt kensla. Eg hugsaði eitt sindur, um ætlaði at spyrja, tí vit fóru á ein kajak túr til eina lítla oyggj og hevði gjørt nógv burturúr, so eg hevði í huga, at hann kanska fór at spyrja. Vit høvdu tosa eitt sindur um tað, áðrenn hann fríggjaði, men vit høvdu eisini longu í huga, tá vit byrjaðu at ganga saman, at vit ynsktu at giftast. HVÍ VALDU TIT JÚST HETTA SLAG AV BRÚDLEYP? Fyri okkum var strondin nakað heilt serligt. Vit eiga 2 kajakkir, elska at surfa og ganga túrar á strondini, so vit ynsktu, at tað var á einum staði, ið hevði nakað at týða fyri okkum, og har vit vanliga brúktu nógva tíð saman. TAÐ BESTA VIÐ DEGNUM At siga ja til hvønn annan. At siga ”ja” til at ”hetta er tað eg vil restina av lívinum” er ein mega stór avgerð, men ein fantastisk avgerð at liva saman við sínum besta vini Vígd Vígd V á str o ndini g ni á in á g á str o ndin g á í Nýsælandi