hósdagur 14. september 2017síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 15. SEPTEMBER 2017
SOSIALURIN 107
20
Tíðargrein
Sjúrður Skaale
Fólkatingsmaður
DAGUR 15. SEPTEM
SJÚRÐUR SKAALE
E
g eri við í einum arb eiðs-
bólki á Fólkatingi, sum
fylg ir samráðingunum
um Brexit. Bólkurin hev-
ur verið í Brússel, London og Edin-
burgh – og hesa vikuna hava vit
ver ið í Írlandi og Norðurírlandi.
Tilsamans hava vit havt yvir
20 fundir við leiðandi politikarar,
em bætisfólk og serfrøðingar av
ym isk um slag. Og myndin er púra
greið: Alt snýr seg um at avmarka
skað an av Brexit.
Tað var katastrofalt, at tað
eydnaðist populistiskum dema gog-
um – við lutvíst at dylja veruleikan
og lutvíst at reingja veruleikan – at
skapa ta nationalistisku øsingina
sum førdi til, at bretar valdu at
fara úr ES.
Í Onglandi eru framvegis
fólk, sum siga seg fegnast um
avgerðina – men eingin hevur
ánilsi av, hvat hon merkir
í praksis. Hvussu hon skal
fremjast. Og hvørjar av-
leið ing ar nar verða. Brexit-
fólkini tosa bara um,
hvussu Bretland kann
varð veita sínar fyrimunir
av tætta sam starvinum í
ES – og lata onnur rinda
prísin fyri tað.
Tí eitt eru øll samd
um: Eydnast ikki so ella
so at halda Bretland
heilt tætt knýtt at ES, verður tað
dýrt fyri vanliga bretan.
Og ongastaðni er støðan so ring
sum í Norðurírlandi.
Viðbrekin friður
Í 1998 eydnaðist at fáa frið í lag mill-
um stríðandi partarnar í Norð ur-
írlandi.
Tá hevði nærum verið borg ara-
kríggj í trý áratíggju. 3500 fólk vóru
drip in, nógv fleiri særd, og bretski
her urin hevði havt fleiri soldatar
í Norðurírlandi enn hann síðani
hev ur havt í Irak og Afghanistan
til samans.
Markið millum Írland og Norð-
ur ír land var fullkomiliga militari-
ser að – við vaktartornum, tyrlum,
politistum og soldatum. Hatrið var
øgiligt, politisk morð vóru ger and-
is kostur, og IRA sprongdi ikki færri
enn 500 bumbur í Onglandi.
Men takkað verið einum felags
vilja og innsatsi frá Tony Blair, Bill
Clinton, ES og norðurírsku leið ar-
un um, eydnaðist at gera frið ar-
avtaluna – “The Good Friday Agree-
ment” – í 1998. At tað ber til verður
fram vegis umrøtt sum eitt undur.
Men hesin friðurin er ikki væl
kjøl festur. Hatrið millum stríðandi
part arnar er framvegis so stórt, at
høgir múrar enn í dag skilja sund-
ur ávísar býarpartar. Og tá tú fert
frá einari síðu av múrinum til hina,
er tað sum um, at tú kemur til eitt
annað land. Øðrumegin eru bretsk
fløgg – hinumegin eru írsk fløgg.
Øðru megin eru stórir húsa máln-
ing ar av “hetjum” sum hava dripið
nógv loysingarfólk – hinu meg in
eru myndir av “hetjum”, sum hava
drip ið sambandsfólk.
Undir hesum myndum spæla
norð urírsku børnini...
Men allir partar hava higartil
virt friðaravtaluna frá 1998. Hon
tryggjar, at bretski herurin er
burtur. At fólk, sum vilja úr Bret-
landi, eru blivin partur av landsins
løg reglu. At parlamentið er virkið.
At fólk sleppa at velja um tey vilja
vera írar ella bretar. Og – fyrst
og fremst: Hon tryggjar, at einki
sjón ligt mark er millum Írland
og Norðurírland. Hetta var ein
tann týdningarmesti parturin av
1998-avtaluni. Tað eru tveir statir
á oynni – men eingin leggur tað til
merk is. Handilin millum suður og
norð ur er stórur, og fleiri fyritøkur
virka nú báðu megin markið.
Hetta ber bara til, tí bæði Írland
og Norðurírland eru partur av ES.
ES er karmurin um friðin.
Men nú skal Norðurírland úr ES
– hóast ein greiður meiriluti har at-
kvøddu ímóti Brexit.
Tað merkir, at Norðurírland nú
verður skilt frá Írlandi. Markið má
koma aftur. So ella so. Eftirlit við
fólki og vørum má koma aftur, so
ella so.
Og fyri tey, ið kenna seg meira
sum írar enn bretar, er eingin ivi:
Hetta er brot á friðaravtaluna frá
1998!
Brexi
– ein bum
undir Norðurírl
Brexit skapar beiskleika í Skotlandi og Írlandi og
nýtt kríggj í Norðurírlandi. Men Brexit ger eitt gott:
vandan í nationalismuni – og virði í bindandi samst
Markið millum Írland og
Norðurírland, sum áður
var púra militariserað,
er í dag púra opið. Men
summastaðni síggja
skelti sum hetta:
Einki landamark
í Írlandi!