hósdagur 14. september 2017síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 15. SEPTEMBER 2017
SOSIALURIN 107
21
Í Írlandi taka nærum
90% undir við ES-
limaskapinum. Men at
Bretland fer úr fer at
isolera Írland í ES. Tað
skapar beiskleika.
Hesin sambandsmaðurin varð dripin í Norðurírska borgarakrígnum.
Einkjan býr framvegis í húsinum. Einki er gloymt!
Í einum sambands-grannalag. Tey spælandi børnini síggja
sovorðnar myndir hvønn dag. Hatrið verður enn plantað.
Upp undir fólkaatkvøðuna
royndu fólk at ávarða um hetta.
Men eingin lurtaði. Tann nation-
al istiski rúsurin í Onglandi var so
stór ur, at sjálvt ikki vandin fyri
at kynda í aftur krúttunnuna fyri
vest an fingu fólk at ivast. Tey vildu
hava “tjóðarfrælsi” og “fullveldi”.
Veru ligt frælsi og veruligir møgu-
leik ar hjá vanligum fólki kom í
aðru røð...
Samstarv við
annan partin
Ein annar avgerandi partur av frið-
ar av taluni er, at bretska stjórnin
ikki skal stuðla øðrum partinum í
stríð num í Norðírland.
Tað halda nógv, at hon ger nú –
or sakað av Brexit. Og orsakað av
ein um nærum ófatiligum ábyrgd-
ar loysi í bretsku stjórnini.
Tá David Cameron skrivaði út
fólkaatkvøðuna um Brexit, var
orsøkin, at hann vildi tippa tær
nationalistisku røddirnar í egn um
flokki. Fyri at vinna valdið í flokk-
in um kastaði hann landið út í eina
fólka atkvøðu. Men hann tapti, og
mátti fara frá.
So kom Theresa May til. Hon
arv aði ein flokk sum hevði reinan
meiri luta í parlamentinum. Men
hon skuldi fremja Brexit. Og
hennara meiriluti var ikki størri
enn so, at teir víðgongdu nati on-
al ist arnir høvdu stóra ávirkan.
Hon hevði tørv á einum enn størri
meiri luta fyri kunna seta teir til
viks, vinna valdið í egnum flokki
og fáa arbeitt.
Tí skrivaði hon út val í vár. Men
hon slapp ikki úr klørnum á teimum
víð gongdu. Eins og Cameron tapti
hon. Flokkurin misti meirilutan
í parla mentinum. Og fyri nú at
kunna fremja Brexit yvirhøvur,
var hon noydd til ikki bara at geva
teim um víðgongdu stórt vald, men
eis ini at gera eina avtalu við norð-
ur írska sambandsflokkin, Demo-
cratic Union Party.
Hesin flokkur fekk pengar til
norð urírland afturfyri eitt lyfti um,
at teirra 10 atkvøður í Bretska Und-
ir húsinum skuldu tryggja Ther esu
May meirilutan.
Men í Norðurírlandi er loys-
ing ar vongurin er ikki í iva: Hetta
samstarv er greitt brot á frið ar av-
tal una frá 1998, tí nú samstarvar
bretska stjórnin við annan partin!
Øll rættsiktað fólk vóna, at frið-
ur in kann varðveitast. Men øll vita
eis ini, at hann er viðbrekin. Og tað,
sum hendir nú, er at spæla við eld.
Beiskir írar
Sjálvt Írland – írski staturin – hev-
ur farnu áratíggjuni havt betri
viður skifti við Bretland enn nakr-
an tíð áður. Orsøkin er ikki minst,
at bæði londini hava verið ES-limir,
og í tí høpinum verið formliga javn-
sett. Handilin og samstarvið á øll-
um økjum hevur verið størri enn
nakrantíð, tí bæði hava verið part-
ur av innara marknaðinum í ES, og
ong ar forðingar hava verið.
Nú kemur – helst – ein tollmúrur
mill um londini. Og ein ørgrynna av
ES-skipananum, sum hava knýtt
tey saman, detta burtur.
Harafturat fer Írland landa-
frøði liga at vera skorið frá ES og
tess stóra marknaði – tí Bret land
er ímillum. Tað fer at krevja heilt
aðrar og nógv dýrari flutn ings skip-
an ir.
Í Írlandi tekur nærum 90% av
fólk in um undir við ES-limaskapi –
og beisk leikin inn á bretar fyri tað,
sum verður kallað ein ósolidarisk
og ego istisk avgerð, er so stórur,
at tað longu nú hevur ávirkað tey
góðu viðurskiftini.
Beiskir skotar
Skotar eru partur av Bretlandi,
men teir atkvøddu – eins og norð-
ur ír ar – ímóti Brexit.
Eisini har er frustratiónin stór
– og kravið er, at ein nýggj fólka at-
kvøða skal vera um loysing, tí við-
ur skiftini eru nøkur heilt onnur í
dag enn tey vóru, tá skotar í 2014
at kvøddu fyri at verða verandi í
Bret landi. Høvdu fólk tá vita tað,
tey vita nú, høvdu tey atkvøtt øðr-
vísi í 2014.
Men bretska stjórnin sigur
korta nei. Skotar verða sostatt
drign ir úr ES móti sínum vilja. Tað
hev ur havt við sær, at eisini har eru
við ur skiftini kaldari, enn tey hava
ver ið leingi.
Eitt gott
Støðan nú er, at ein greiður meiri-
luti í bretska parlamentinum vil
hava so tætt samstarv við ES, at
tað illa kann fáast uttan limaskap.
Maðurin, sum stóð á odda fyri
Brex it-øs ingini – Nigel Farage – er
rýmd ur úr politikki. Norðurírland
og Skotland vilja ikki úr ES. Fólk í
Lon don vilja ikki úr ES. Tey ungu
vilja ikki úr ES. Fleiri fyritøkur
siga, at tær rýma úr London áðr-
enn Brexit. Og mong teirra, sum at-
kvøddu fyri at fara úr, ásanna, at
tey vóru villleidd. Var atkvøðan í
dag, hevði úrslitið verið eitt annað.
Stjórnin sigur, at Brexit skal
fremjast. Men hon ræðist nýggj-
an ófrið í Norðurírlandi, og sigur
tí sam stundis, at einki mark skal
koma millum Írland og Norð ur ír-
land. Og at Norðurírar eisini fram-
yv ir skulu kunna velja at hava írskt
pass. Altso ES-pass.
Stjórnin vil hava alt tað, sum ES
tryggj ar. Samstundis sum hon skal
taka Bretland úr ES...
Støðan er, snøgt sagt, absurd.
Men tann ábyrgdarleysi at-
burð urin hjá bretum hevur havt
eitt gott við sær: Fólk kring alt
Eur opa hava nú sæð, hvussu púra
av ger andi samstarvi í ES er fyri at
tryggja frið, vøkstur og vælferð.
Stuð ulin til europeiska samstarvið
hev ur aldrin verið størri.
Fólk hava sæð hvør avleiðingin
verður, um nationalistiskir for før-
ar ar fáa politiskt vald.
Í einum
sambands-
grannalag.
Tey spælandi
børnini síggja
sovorðnar
myndir hvønn
dag. Hatrið
verður enn
plantað.
it
mba
landi
kann føra til
: Fólk hava sæð
tarvi