hósdagur 14. september 2017síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 15. SEPTEMBER 2017
SOSIALURIN 107
22
Eftir hálvt fjórða ár sum venjari hjá Skála, hevur Pauli Poulsen boðað frá, at hann gevst eftir hetta kappingarárið.
Hugurin til at verða venjari er framvegis til staðar, men tíðin er komin til at onkur annar tekur yvir á Skála
TRÓNDUR ARGE
P
auli Poulsen hevur boðað
leiðsluni og spælarunum
hjá Skála frá, at hann
ikki heldur fram sum
venjari hjá felagnum komandi
kappingarár. Hann hevur verið
venjari hjá felagnum síðani mið
skeiðis í 2014.
– Eg havi valt at boða leiðsluni
og spælarunum frá avgerðini, so
allir partar vita hvar vit hava hvønn
annan. Tað gevur leiðsluni tíð ein
finna ein avloysara og spælararnir
sleppa undan gitingum. Tað er
haldi eg er best fyri hópin og
felagið, sigur Pauli Poulsen.
Hann hevur framvegis hug at
vera venjari, men heldur at tað
er best at gevast á Skála eftir trý
og eitt hálvt ár. Hesa tíðina hevur
Skála sjáldan verið í yvirskriftinum
í føroyska fótbóltsheiminum, men
tað er eisini eitt tilvitað val. Á Skála
er stórur dentur lagdur á eindina
og felagsskapin. Tí verður dentur
ikki lagdur á spælarar, sum ikki
eru við ella lutir, ið hvørki Skála
ella spælararnir kunnu broyta. Tað
hevur riggað fyri Skála.
Tí gevst Pauli
Pauli Poulsen hevur fyri kortum
boðað bæði spælarunum og leiðsl
uni í felagnum frá, at hann ikki
heldur fram sum venjari komandi
kappingarár. Tað er ikki ein
heilt serlig orsøk ella
hending, sum ger
at hann nú velur
at takka fyri
seg. Tað eru
heldur fleiri
ting, sum
samanlagt
gera
at
avgerðin
er tikin.
– Eg
h a v i
verið í
fótbólti
í nógv ár
upp í slag,
tá
hetta
árið er lið
ugt. Eg havi
verið á Skála í
trý og eitt hálvt
ár og umhvørvið
rundanum um felagið er
á einum ítróttarligum hægri
stigi enn tá eg byrjaði. Møguliga
hevði eg havt møguleikan at hildið
fram, men trý og eitt hálvt ár sum
venjari hjá lokala liðnum er nógv,
sigur skálamaðurin og leggur
afturat:
– Tað er ringt at siga akkurát
hvat tað er, sum ger at eg steðgi
nú, men eg giti tað er har vit skulu
finna orsøkina. Eg haldi tað er
sunnast fyri meg at takka fyri
meg nú, so hevur felagið eisini ein
møguleika at finna ein avloysara,
sigur Pauli Poulsen.
Hann er róligur á málinum og
hugsar seg væl um, áðrenn hann
svarar. Hann hevur havt tað gott
sum venjari hjá Skála og tað ynskir
hann kemur til sjóndar, hóast
hann nú takkar fyri seg.
– Eg havi havt tað gott
og hyggur tú eftir
spælarunum, sum
eru komnir til
felagið meðan
eg havi verið
her,
so
er talan
í
fleiri
f ø r u m
u
m
s p æ l
arar, ið
eg havi
v e r i ð
v e n j
ari hjá
fyrr. Tað
billi
eg
mær
inn
merkir,
at
spælararnir
vita hvat teir fáa
og umvent, sigur
Pauli Poulsen um góða
arbeiðslagið í felagnum.
Eitt arbeiðslag, sum ikki hevur
skapt tær stóru yvirskriftirnar.
Aftur í bestu deildini
Stillisliga og róliga hevur Skála
aftur bitið seg fast í bestu deild
ina í fótbólti. Í 2009 fór liðið heldur
niður í triðbestu deildina í føroysk
um fótbólti, men reisti seg aftur. Í
2014 stóð aftur illa til. Skála lá til
niðurflyting úr bestu deildini, tá
felagið heitti á Paula Poulsen um
at taka yvir.
– Vit fingu nakað av stigum
í seinnu hálvu, men tað var ikki
nokk. Liðið var ikki flutt niður, tá eg
kom til, men tað vóru ábendingar
um tað. Eg gjørdi tá sáttmála fyri
2015 og tað eydnaðist at fáa flestu
spælararnar at leingja sáttmálan,
sigur Pauli Poulsen.
Fokus á vøllinum
Tað er gjørt við fokus á vøllinum
og ítróttarliga avrikinum. Hóast
umstøðurnar onkuntíð hava verið
avbjóðandi, so hevur dentur altíð
verið lagdur á tað, sum spælararnir
kunnu hava ávirkan á.
– Vit hava hava lagt dent á, at
orkan hjá okkum skal brúkast
á vøllinum og á tey tingini, sum
vit kunnu ávirka. Tú hoyrir eitt
nú sjáldan um spælarar, sum eru
skaddir hjá okkum, men tað er
tí vit ikki leggja dent á tað, sigur
Pauli Poulsen, sum eisini er partvís
samdur í útsøgnini um, at Skála er
eitt gott umhvørvi at vera venjari í.
– Tað er gott at verða á Skála.
Tað er friður at arbeiða og tú
kanst arbeiða málrættað. Tað er
avmarkað órógv aðrastaðni frá,
men tað er altíð eitt ávíst fokus
á liðnum, sum verður viðgjørt
hvørja viku í bæði fjølmiðlum og
í nærumhvørvinum, sigur Pauli
Poulsen.
Pauli Poulsen takkar fyri seg:
ONGAR
YVIRSKRIFTIR
– BARA AVRIK
Á VØLLINUM
ÍTRÓTTUR