hósdagur 14. september 2017síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 15. SEPTEMBR 2017
SOSIALURIN 107
23
Fram
gongdin
Eitt er, at Skála
sjáldan er at finna í
yvirskriftunum, men leiðslan
og umhvørvið gevur eisini venj
aranum góðar umstøður at arbeiða
í.
– Liðið hevur fingið stuðul frá
leiðsluni og nevndini. Sjálvandi,
tá tú ert í bestu deildini, so skulu
stig á talvuna, men tað er helst
rætt, at tú fær meiri frið her enn
aðrastaðni, sigur skálamaðurin.
Tølini vísa eisini, at Skála hevur
verið í framgongd í mun til í fjør.
Liðið hevur seks stig fleiri enn um
hetta mundið í fjør, umframt at
liðið eisini hevur skotið níggju mál
fleiri, og latið fýra mál færri inn.
– Tað hevur verið víst á, at vit
hava mist móti endanum í summ
um dystum, men hetta vísur, velji
eg heldur at siga, at vit nú eru
longri við í fleiri dystum, sigur Pauli
Poulsen um
framgongdina.
Venjarayrkið er broytt
Pauli Poulsen er ikki ein av teimum,
sum heldur at venjarastarvið
er strævið og stressandi. Hann
ásannar, at eitt fulltíðarstarv sum
venjari hevði givið fleiri møgu
leikar, men at við góðari plan
legging, so kann ein venjari klára
uppgávuna.
– Tú mást hava tíð hvønn dag
til at fyrireika teg. Ert tú fyrireik
aður til venjing, so er liðið eisini
fyrireikað til dystin. Tá ert tú
ílætin til tær uppgávurnar sum
koma. Tað gongur ikki altíð eftir
ætlan við úrslitunum, men soleiðis
er fótbóltur, sigur venjarin hjá
Skála.
Hann heldur ikki at tíðirnar eru
broyttar so nógv, síðani
hann byrjaði í venjara
yrkinum tíðliga í hesi
øldini, men hinvegin
hava venjarar fingið
fleiri amboð at brúka.
– Tá byrjaðu feløgini
eisini at venja meir og
spælarar blivu betri fyri.
Vit brúktu eisini eitt nú puls-
ur, fyri at máta gongdina hjá
spælarunum og hon bleiv betri
fyri hvørt ár, sigur Pauli Poulsen,
og vísir á databasan «In-stat«, sum
eina stóra broyting.
– Í dag kanst tú fara inn og
síggja allar støðurnar í einum dyst,
sum tú hevur hug til. Fyrr fekst tú
eina fløgu við einum heilum dysti
á. Í so máta eru uppgávurnar nógv
broyttar, sigur Pauli Poulsen.
Hetta er eitt hent amboð at
avlesa mótstøðuliðið og síggja
hvussu spælarar takla einstakar
støður.
Ikki liðugur sum venjari
Hóast Pauli Poulsen nú takkar
fyri seg á Skála, er hann sinnaður
at halda fram sum venjari. Venjara
yrkið hevur verið partur av honum
í nógv ár.
– Eg havi ikki hugsað so nógv
um framtíðina enn, tí vit hava
eina uppgávu her á Skála, so at
liðið eisini kann spæla í bestu
deildini í 2018. Kemur okkurt á
borðið hjá mær hyggi eg sjálvandi
at tí, og eg havi framvegis hug at
verða venjari. Tað hevur verið ein
stórur partur av lívinum hjá mær
og familjuni, sigur Pauli Poulsen.
Fyribils hevur Pauli Poulsen
gjørt sína skyldu á Skála, men
liðið hevur eina stóra uppgávu
sunnudagin, tá liðið spælir móti
07 Vestur, sum liggur á níggjunda
plássi. Ein avgerandi dystur fyri
niðurflytingarstríðið.
Michal Przybylski málið
Ein av teimum fáu yvirskriftunum,
sum Skála hevur havt í ár, er málið
um uppihaldsloyvið og arbeiðs
loyvið hjá Michal Przybylski.
Hann er upprunaliga úr Póllandi,
men kom til Føroyar sum tvey ára
gamal við pápanum, Jacek Przy
bylski.
Herfyri bleiv Michal Przybylski
18 ár, og skal tí hava nýtt uppihalds-
og arbeiðsloyvið. Tað gekk ikki so
skjótt og lætt sum ætlað. Tí endaði
Michal Przybylski við sita uttanfyri
í fýra umfør eftir sunnarsteðgin,
tí loyvini ikki vóru komin upp á
pláss.
– Málið hevur fylgt nógv aðra
staðni. Tað hevur verið keðiligt fyri
dreingin og fyri liðið, at hann ikki
hevur verið við. Tað er einki at ivast
í, at hann er ein spælari, sum byrjar
inni hjá okkum. Vit síggja hann
til venjing og hvussu evnaríkur
hann er. Vit hava ikki havt fokus
á honum og støðuni, men tað er
tað onnur, sum hava, sigur Pauli
Poulsen, sum einki kendi til málið.
– Hatta er eitt persónsmál og vit
vistu einki um hatta, fyrr enn hann
fekk bræv fyst í juli. Vit kundu
sjálvandi hugsað okkum, at tað
gekk eitt sindur skjótari, men tað
fylti ikki nógv hjá okkum, sigur
skálamaðurin.
Fyri Skála er lykilin at leggja
dent á tey tingini, sum tú kanst gera
nakað við. Tað heldur Pauli Poulsen
er ein av høvðusorsøkunum, at
Skála er aftur at finna í bestu
deildini.
– Flyt fokus frá tingum, sum
tú ikki kanst gera nakað við. Vit
kunnu ikki brúka tað til nakað,
og tað nyttar eink at hava fokus á
tí. Í hesum førinum hildu vit hon
um til í felagnum til alt kom upp
á pláss, sigur venjarin um Michal
Przybylski, ið skoraði tvær ferðir,
tá Skála vann 4-3 á NSÍ sunnudagin.
– Á Skála er fokus á vøllinum,
tað er har Skála fær síni stig. Tú
fær ikki hjálp frá hinum. Tú skal
gera teg uppibornan til stigini,
renna metrarnar og gjøgnumføra
venjingarnar, sigur Pauli Poulsen.
TRONDUR@SOSIALURIN.FO
Navn: Pauli Poulsen
Føddur: Tórshavn
Heimstaður: Skála
Familja: Giftur, trý
børn
Sivilt arbeiði:
Bakkafrost –
formaður
Yrkisleið: Høvuðs
venjari. NSÍ – B68
– Skála