Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-09-14, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. september 2017síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 15. SEPTEMBER 2017 SOSIALURIN 107 24 TRÓNDUR ARGE U m vikuskiftið verður 22. umfar í landskappingini í fótbólti. Avgerandi dystir eru í báðum end­um, har Víkingur kann taka eitt stórt fet móti FM, meðan 07 Vestur helst skal vinna, fyri at kunna bjarga sær lívinum í bestu deildini. Aðrastaðni stríðast havnarfe­ løg­ini um fjórða Evropa-plássið, meðan KÍ kann leggja trýst á FM- vinnararnar úr Gøtu og Leirvík. Tað krevur tó ein sigur á EB/ Streymi, sum mangan hevur gjørt lívið súrt fyri klaksvíkingar. Hetta er startskotið til endaspurtin Sámal Erik Hentze, venjari hjá Víkingi, vil ikki hoyra talan um FM. Hann vil heldur ikki fyrihalda seg til komandi tveir dystirnar, sum eru ímóti HB í Gundadali og KÍ í Gøtu. Hann hevur bara fokus á uppgávuni móti HB. Seinni dysturin verður als ikki tikin upp á tungu. – Tað er ikki so nógv øðrvísi enn í fjør, men tað bleiv sjálvandi øðrvísi, tá vit taptu fyri KÍ móti endanum og teir yvirhálaðu okkum. Vit vita hvat hendi tá, og tað kann eisini henda fyri okkum, um vit ikki eru klárir. Einki er vunnið. Einki. Tað er okkara fokus. Tað er ongin vinnari fyrr enn 27. umfar er farið. Vit hyggja bara fram til komandi dyst. Hesin dysturin er týdningarmikil. Vit kunnu ikki hugsa longri enn tað. Hetta er startskotið til endaspurtin. Tað er nú tú skalt verða klárur, sigur venjarin hjá Víkingi, Sámal Erik Hentze, eisini nevndur Bagge. Víkingur er í eini væl betri støðu enn í fjør, tá liðið rann aftaná KÍ. Venjarin heldur eisini, at liðið er betri fyri, men leggur hvørja ferð ávaringina afturat. – Eg haldi at vit eru betri fyri kropsliga, vit orka betri og vit spæla betri, men alt tað kann gera tað sama, um spælararnir ikki eru til staðar hesar seinastu dystirnir, tí tað er nú FM verður avgjørt, sigur Sámal Erik Hentze, sum í fjør vann FM við Víkingi. Allir mans tøkir Undan kappingarárinum bleiv nógv tosað um, at Víkingur hevði so nógvar eldri spælarar. Tí er tað eisini hugvekjandi, at allir mans eru tøkir til umráðandi vikuna, sum kemur nú. Tríggir dystir upp á átta dagar. – Vit hava sjálvandi hvílt onkrar spælarar, og sum venjari havi eg eisini merkt, at vit hava havt eitt langt summar við Evropa-fótbólti. Tá settu vit eisini ferðina niður til venjing, men hava síðani sett ferðina upp aftur, sigur Bagge. Hann sigur tó eisini, at ein partur heilt víst er hepi, tí hann heldur seg ikki kunna ráða yvir nær eitt fipur fer upp, ella nær ein spælari fær ein lær­skaða ellla annað. Nógv mál upp á deyðbóltar Norðlýsið hevur gjørt eina uppgerð, sum visur at Víkingur er klárt tað liðið, ið skorar upp á flest deyðbóltar. Venjarin hjá Víkingi er kendur fyri, at gera nógv burturúr deyðbóltssøðum, men heldur ikki at hann hevur gjørt so nógv øðrvísi í ár á akkurát tí økinum. – Er tað ikki bara, at tá tú fær tað at rigga trýr tú meiri upp á tað. Eg haldi altíð míni lið hava skotið nógv mál upp á deyðbóltar, men eg haldi ikki vit hava havt stórt fokus á deyðbóltum í ár. Hinvegin hava vit hava kanska fingið fleiri deyðbóltar í ár, tí vit hava flutt bóltin longur fram í spælinum, sigur venjari hjá Víkingi. Hóast tey flestu uttanfyri hava Víking sum stórfavoritt at vinna FM, so hugsar venjarin bara um komandi uppgávu. Aleksandar Stankov verður við HB – Víkingur (Leygardagin kl 15) Dómari: Alex Troleis Víkingur hevur fimm stig at geva av í oddastríðnum, men Sámal Erik Hentze ætlar sær øll stigini. – Vit fara í Gundadal eftir trim­ um stigum. HB hevur eitt gott lið við fleiri góðum spælarum, og tí kunnu vit ikki leggja okkum eftir einstøkum spælarum hjá teimum. Nú ræður um at verða klárur, sigur Sámal Erik Hentze, ið tó sær virðið í einum stigi, um tað skuldi staðið á jøvnum stutt fyri tíð. – Tá er tað upp til gongdina í dystinum. Eru vit omaná, so fara vit eftir øllum. Vit vunnu FM í fjør við einum stigi, so vit skulu ikki undirmeta hvat eitt stig kann merkja, sigur Bagge. Í Gundadali ger Sigfríður S. Clementsen, venjari hjá HB, klárt til at taka ímóti Víkingi. Hann er sannførdur um, at gestirnir eru sterk­asta liðið í landinum, men ætlar ikki at leggja kongin. – Tað verður ein trupult dyst­ur. Víkingur er besta liðið í deild­ini, so hetta er ein fín roynd hjá okk­ um. Vit hava verið verið sterkir á heimavølli, fyriuttan eitt kiks móti Skála, sigur Sigfríður S. Cle­ mentsen. Hann váttar fyri Sosialinum, at Aleksandar Stankov verður við móti Víkingi, eftir at hann bleiv útskiftur í dystinum móti TB/FCS/ Royn. – Hann er burturstaddur í løtuni, men kemur aftur í dag. Hann sigur seg verða kláran. So fáa vit at síggja um hann byrjar ella verður skiftur inn, sigur Sigfríður S. Clementsen, sum hevur somu tankar sum Bagge um javnleikin. – Stendur á jøvnum móti end­ an­um, so kemur tað ann upp á gongdina í dystinum. Eg vænti ikki at Evropa-stríðið við B36 verður avgjørt hesa ferð, men vinna teir og vit tapa, so økist frástøðan sjálvsagt, sigur Sigfríður S. Clementsen. Ein javnleikur sær út sum eitt gott boð. SOSIALURIN TIPPAR 1–1 NSÍ skal aftur á beint TB/FCS/Royn – NSÍ (Leygardagin kl 15) Dómari: Petur Reinert Seinast tapti NSÍ fyri Skála og er fyribils úti av FM stríðnum. Vegurin aftur til FM stríðið bara ein møguleiki við einum sigri við Stórá móti TB/FCSuðuroy/Royn, sum tapti fyri HB í farna umfari. – Eg kann einki gott taka við frá hesum dystinum. Tað snýr seg ikki um taktikk, men um at 21 ára gamlir spælarar vilja renna og spæla Upptakt til 22. umfar: BAGGE: NÚ BYRJAR ENDASPURTURIN ÍTRÓTTUR Tað er líka mikið hvussu væl tað sær út hjá Víkingi á stigatalvuni, um tað teir ikki eru til staðar seinastu dystirnar. Tað heldur Sámal Erik Hentze, venjari hjá Víkingi. Hóast fimm stig eru niður til KÍ, og liðið er “betri fyri kropsliga, orkar betri og spælir betri enn í fjør”, telur tað einki, um avrikini ikki eru góð seinastu seks dystirnar