Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-09-14, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. september 2017síða 25

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 15. SEPTEMBR 2017 SOSIALURIN 107 25 Liðtíðindini 22. umfar: B36: Ikki við: Tórður Thomsen (leikbann), Hannes Agnarsson (knæskaði) EB/Streymur: Ikki við: Andras Olsen (leikbann, 4 gul) Ivasamir: Arnbjørn Hansen (fipur), Arnar Dam (fipur) Við aftur: Trygvi Askham, Petur Zachariasen og Johannes Hansen HB: Við aftur: Sebastian Pingel Ivasamur: Aleksandar Stankov (hælsinan,væntast at spæla) ÍF: Ikki við: Bogi R. Petersen (tvey gul, 1 dystur), Ndende (4 gul) Ivasamur: Dánjal á Lakjuni (lærið), Alex José dos Santos (fóturin) Við aftur: Fritleif í Lambanum KÍ: Ivasamur: Albert Adu NSÍ: Ikki við: Bogi Løkin (burturstaddur) Ivasamur: Árni Frederiksberg (liðbandsskaði) Skála: Ikki við: Jákup Jakobsen (Leikbann) Við aftur: Jákup Johansen (Eftir skaða) TB/FCS/Royn: Ikki við: Stefan Radesavljevic (leikbann) Ivasamur: Jón Krosslá Poulsen (knæskaði) Víkingur: Allir við 07 Vestur: Ikki við: Gunleif Magnusarson (knæskaði, ógreitt hvussu leingi) Við aftur: Martin Tausen (eftir leikbann) Sølvi Egilsson (eftir leikbann) fótbólt. Tað er mær óskiljandi hvussu ein ungur spælarari ikki kann vilja renna og spæla fótbólt, her í Gundadali undir hesum frálíku umstøðunum og móti HB, sum er ein kappingarneyti. Eg skilji tað ikki, segði Maurice Ross við Rás2 eftir dystin. Okkurt bendir á, at NSÍ hevur betri møguleika at koma seg, eftir sítt tap. SOSIALURIN TIPPAR 1–12 Skert ÍF-lið ÍF – B36 (Leygardagin kl 16) Dómari: Rúni Gaardbo Var B36 favorittur undan dystinum, so eru teir enn størri favorittar eftir farna umfar. ÍF er uttan Boga Reinert-Petersen og Ndende Adama Guéye, sum báðir hava leikbann, meðan Dánjal á Lakjuni er skaddur. B36 hevur flestu av sínum spæl­ arum við, eftir dramatiska sigurin á EB/Streymi, sum ikki kom fyrr enn í evstu løtu. Vinnur B36, so renna teir antin longur frá HB, men hála inn á Víking. SOSIALURIN TIPPAR 0–3 Seinasti møguleikin hjá 07 Vestur 07 Vestur – Skála (Leygardagin kl 16) Dómari: Lars Müller Tað eru sjey stig frá 07 Vestur og upp til niðurflytingarstrikuna, har Skála og EB/Streymur hava 23 stig. Bæði hava víst, at tey helst fara at fáa fleiri stig í ár. Við seks umførum eftir, er skjótt at rokna, at so skal 07 Vestur vinna dystin leygardagin, um lívið í bestu deildini skal bjargast. Skála hevur spælt átta javnleikir í ár, og kunnu liva við einum javnleiki í hesum førinum. Tí er ein javnleikur eitt gott boð. SOSIALURIN TIPPAR 2–2 KÍ skal vinna KÍ – EB/Streymur (Leygardagin kl 17.30) Dómari: Dagfinn Forná KÍ hevur fimm stig upp til Víking, sum er mótstøðuliðið í 23. umfari. Skal KÍ gera sær nakrar vónir um at bjóða endaliga av í FM-stríðnum, so skal ein sigur til móto EB/ Streymi. Á stigatalvuni er tað meir enn so møguligt, men EB/Streymur hevur mangan gjørt lívið súrt fyri klaksvíkingar. Seinast liðini møttust tapti KÍ 2-1 við Margáir, men nú er KÍ trýst til sigurs. SOSIALURIN TIPPAR 2–0 TRONDUR@SOSIALURIN.FO