Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-09-14, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. september 2017síða 26

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 15. SEPTEMBER 2017 SOSIALURIN 107 26 Óli Jacobsen Sigmund: Siðsøga SIÐSØGA Óli Jacobsen 1.partur S igmund Jacobsen, vanliga kall aður Mundi. hevur sum nakar verið við til broyt ingar í fiskiskapi og fiski vinnu. Lagnan vildi, at hann gjørd ist ein partur av okkara kraft blokkasøgu. Hann býr í Hirtshals, men kom- ið var á tal við hann, tá ið hann í summ ar vitjaði í heimbygdini, Nóls oy. Mundi greiðir frá: Nógvir nólsoyingar sigldu Pápi kallaðist Napoleon Jacobsen, kall aður Poli, (1914-1972). Mamma, Herdis, (1920-1986) var úr Hvalvík. Hon var av teirri stóru Djurhuus ætt ini í Hósvík. Eg var elstur av seks systkjum. Pápi sigldi nógv ár við trol ar- um sum Kallsevni og Brandi Sig- mund ar syni hjá partafelagnum Kimbil hjá Poul Hansen og syn- um hansara. Pápi var sostatt nógv við Andreasi í Hvannasundi sum skipara. Tað vóru nógvir fiski- menn úr Nólsoy, sum sigldu við teim um stóru trol ar un um. Pápi fór so seinni við Grími Kamban hjá sama reiðarí. Eg gekk í skúla hjá Símun Sim- on sen, ættaður úr Norðragøtu. Hon um høvdu vit eina ómetaliga stóra virð ing fyri. Símun var ein sann ur álitismaður. Hann var dekn ur í nógv ár. Hann var við til at stovna sjúkrakassan og ung- manna felagið Royndina í Nólsoy. Hin lærarin var Leif Hansen, sum eisini var nógv virdur. Kundi eins væl gingið burtur við Stella Argus Eg eri føddur í 1940 og fór til skips 15 ára gamal sum aðrir dreingir tá á døgum. Fyrsta skip, eg var við, var Lunar Bow. Tað var í 1955, at vit fóru á sild við gørnum. Brøðurnir Poli og William Smith áttu skipið. Vil mund Poulsen, sum seinni bleiv svág ur mín, var skipari. So fór Vilmund sum bestimaður við Varðanum, sum Wolfang Andre as sen førdi. Teir hjá Poul Han sen áttu hann. Vit róðu út við hon um undir Føroyum. Vilmund doyði í 1958 av skaðatilburði á Ísa- fjørð in um í Íslandi sum skipari á Varð anum. Eftir hann sótu kona og trý børn, tað yngsta var ikki føtt. Eg fór síðan á heysti 1956 ein túr eyst an fyri við Stella Argus. Hetta var sama reiðarí. Eg var veruliga á veg til Havnar at fara við Varðanum. Men tá møti eg einum manni, sum skuldi við Stella Argus. Hann segði, at teim- um manglaðu ein mann. Eg bleiv so spentur uppá at fáa ein slíkan kjans, at eg hoppaði umborð við næst an ongum klæðum. Eg fór um borð á Varðan og fekk mær stivl arnar. Tað vísti, at eg í skund- in um hevði tikið tveir stivlar, sum báðir vóru til sama bein. Tá hevði eg tikið annan stivlan hjá Wol- fangi! Hetta var á saltfiskaveiðu við Bjarn oynna. Skipari var Andrass Andre asen í Kvívík. Tá ið vit komu aft ur, fór eg aftur við Varðanum at rógva út. Fyrst í september í 1957 fór eg aftur við Stella Argus, so eg var við tann fyrra sildatúrin hjá teim um við gørnum. Hesir trolarar vóru munandi størri enn tey vanligu garnaskipini, og mann ingin var eisini størri. Tí kundu teir hava fleiri gørn enn tey smærru skipini. Sum eg minnist, høvdu vit meira enn 100 gørn. Hendan túrin hendi tað, sum ikki var vanligt við garnaskipum, at tross in, har gørnini hingu uppi í, slitnaði, og stórur partur av reið- skap inum var mistur. Tá høvdu vit ein ar 900 tunnur inni. Vit leitaðu og leitaðu eftir tí, sum var eftir at draga, men vit funnu einki. Tá var avrátt, at vit skuldi fara heim. Men tá sigla vit okkum beint í tey mistu gørnini. Tá var alt sam- an rikið og fløkt, og vit gilsaðu all- an reiðskapin inn á dekkið. Eg minn ist, at vit vóru komnir suður móti Kallinum, áðrenn vit byrjaðu at fáa skil á gørnunum. Mamma bjargaði lívi mínum Tá ið eg kom heim, vísti tað seg, at mamma hevði søkt fyri meg at fara á háskúla í Havn, og at eg var slopp in inn. Eg komdi mær ikki at geva avboð til háskúlan, hóast mær dámdi væl at sigla. So eg fór í land, tá fyrri túrur var liðugur. Seinna túrin komu teir ikki aftur og allir 22 mans sjó lótust. So mamma bjargað lívi mín um! Hetta var sjálvsagt skakandi. Eg kendi jú nærum allar menn- in ar, sum vóru við. Fleiri vóru mín ir javnaldrar, og nú vóru teir all ir deyðir. Hetta hugsaði eg nógv um í fleiri ár. Andrass, sum var skipari saltfiskatúrin, var eis ini skipari henda lagnutúrin. Hetta var næststørsta einstaka skips- vanlukka í Føroyum. Tann størsta var sluppin Neptun, sum í 1934 gekk burtur samstundis sum Nóls- oy við 23 monnum. Vanlukkan við Stella Argus skakaði fólk um alt landið. Hildið varð, at trygdin á sjónum nú var so framkomin, at slíkt kundi ikki henda. Wolfang góður at vera saman við Tað var um hesa tíðina, at fleiri reið arí fór at byggja nýggj skip fyri at endurnýggja skipaflotan. Poul Hansen lat træskipið, Búgv- an, byggja á Tórshavnar Skipa- smiðju í 1957. Tá fór eg aftur við Wol fang við Búgvanum. Har var eg so við, til Grimur Kamban kom í 1959. Wolfang fór við sum skip- ari. Hann var ein tann fyrsti av teim um mongu línubátunum, sum tá komu. Poul Hansen hevði framm an undan Brestir og Beinir. Men Grím ur Kamban var nakað størri. Hann tók eini 220 tons, með- an hinir tóku umleið 160 tons av salt fiski. Kortini minnist eg ikki, at Grím ur Kamban nakran túr varð ful lastaður. Tað var stórt at sleppa við Grími Kamban. Tað var dreymurin hjá øllum ungum dreingjum at sleppa við einum av hesum nýggju línu- skipunum, sum vóru so fram kom- in í mun til sluppirnar. Her var enn tá WC umborð. At tað var eitt wc til allar teir 17 menninar, sum búðu har frammi, hevði minni týdn ing. Í staðin fyri, at allir dekk ar arnir búðu í einum lugari, har tað ofta eisini varð matgjørt og et ið, so vóru nú fýra ella seks menn um eitt kamarið, og serlig messa var til at eta í. Gr. Kamban hevði enntá tvær, eina til yvirmenn og hina til dekk ar ar nar. Wolfang var ein av kendu Oyra- bakka brøðrunum, sum nógvir Sigmund Jacobsen í Nólsoy hevur havt sína søgu á sjónum. Takkað verið mammuni var hann ikki við Stella Argus lagnutúrin í 1957. Tí kundi hann gerast partur av okkara kraftblokkasøgu Sigmund, kallaður Mundi, á vitjan aftur í Nólsoy Mamman bjargaði honum frá lagnutúrin við Stella Argus Si d k ll ð M di á itj ft í Nól