hósdagur 14. september 2017síða 27
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 15. SEPTEMBER 2017
SOSIALURIN 107
27
blivu skiparar og maskinmenn.
Wolfang var góður at vera saman
við.
Eg fór upp á land og gekk á
skiparaskúla 1960/1961. Tá ið eg
hevði fingið skiparaprógv, fór eg
aftur við Grími Kamban.
Tað seinasta árið hjá Grími
Kamban á saltfiskaveiðu var í
1964. Tá vóru longu komin so nógv
línuskip, at tað fór at knípa við at
fáa fólk. Hesi skip vóru ógvuliga
manningarkrevjandi. Hetta var
áðrenn egningarmaskinuna. Tað
var nakað menn bara droymdu
um tá.
Kraftblokkurin
Tað var nærum ikki roknað fyri
at vera møguligt at fara avstað
uttan at manningin var 26 mans.
Aftaná tann fyrra saltfiskatúrin,
eydnaðist ikki Wolfangi at manna
skipið. Tá tók Brynjálvur Petersen,
ættaður úr Sandavági, við, og tá
var farið avstað við 22 monnum.
Hetta gjørdist ein langur túrur í
New Foundlandi. Hann vardi út
móti einum hálvum ári. Eftir enn
ein saltfiskatúr undir Føroyum
gjørdu teir hjá Poul Hansen av at
seta kraftblokk í Grím Kamban
eins og teir høvdu gjørt við Brest
ir í 1962. Brestir var sum kunnugt
fyrsta føroyska skipið við kraft
blokki.
Eg var so við øll árini við Grími
Kamban sum bestimaður og
skipari. Eg loysti Brynjálv av sum
skipari, tá ið hann fór umborð á
kraftblokkabátin Kallsevni í sama
reiðarínum.
Brynjálvur var eisini eitt skifti
umborð á Gullfinni hjá vestmenn
ingum at leggja teimum lag á í hesi
vinnu, sum teir ikki kendu so væl
til.
Gullfinur var eitt heilt annað
nótaskip enn tey umbygdu línu
skipini. Hann var bygdur til enda
málið og var eisini nógv størri.
Fyri at kunna klára seg mátti
manningarparturin í prosentum
setast niður. Hóast hetta gjørdist
inntøkan hjá manningini mun
andi hægri enn við hinum kraft
blokkaskipunum. Men Gullfinnur
kláraði seg kortini ikki og fór av
landinum aftur.
Gullfinnur var byrjanin til
nýggju kratftblokkatíðina, sum
helt fram við Tróndi í Gøtu nøkur
ár seinni.
Kraftblokkurin
til Hirtshals
Eg bleiv so verandi skipari á
Grími Kamban, sum varð seldur
til Hirtshals í 1973.
Eg fylgdi við søluna til Hirts
hals og var við umleið eitt ár. Tá
kallaðist hann Trio, tí tað vóru
tríggir menn, sum áttu hann.
Brestir og tann seinni Beinir
fóru eisini til Hirtshals, so sigast
kann vist, at hesi skipini vóru
byrjanin til danska kraftblokka
ævintýrið.
Men hesi skip vóru longu tá
avoldaði. Tað vardi ikki leingi, til
tey vórðu seld úr Danmark. Tað
seinasta, sum frættist frá Grími
Kamban, var, at hann varð tikin
fyri rúsevnissmugling!
Aftan á Grím Kamban varð eg
biðin um at koma við einum nýggj
um svenskum báti, sum kallaðist
Sette Mari. Eg skuldi bara hjálpa
teimum at koma í gongd, og eg var
ein mánað við har. Eg var so heima
eitt sindur, men bleiv so biðin
um at koma við einum øðrum
svenskum báti, Stella Nova. Har
var eg við eitt lítið ár.
Eg búði niðri hesa tíðina, men
flutti so heim aftur. Meðan eg var
heima, ringdi Ernst Mikkelsen á
Skála, skipari á Skálafossi. Hann
spurdi, um eg ikki kundi loysa
hann av sum skipari. Hetta var á
heysti, og Ernst hevði tá fjallgongu
og slíkt at takast við.
Eg var so við Skálafossi í tríggj
ar mánaðir. Skálafossur var upp
runaliga ein stórur saltfiskalínu
bátur hjá Poul Hansen, Leivur
Hepni. Men teir fingu tað ikki at
bera til, og Leivur Hepni bleiv so til
Skálafoss hjá skálamonnum. Tað
gekk væl í fleiri ár.
Skálafossur var eitt deiligt skip.
Vit fiskaðu fyri eina millión um
mánaðin, tá ið eg var við. Tað var
roknað fyri at vera gott tá.
Tá ið eg kom aftur til hús fái
eg telefonboð frá Chris Espersen
í Skagerak Fiskeeksport. Hann
spurdi, um eg vildi koma við
Strømegg. Eg mátti so geva avboð
til Ernst. Eg hevði nú fingið ein
annan kjans, og eg fór við flogfar
inum morgunin eftir.
Eg kom umborð har í oktober
1976. Har var eg við í knapt 10 ár
sum skipari. Øll manningin var
norsk í fyrstuni. Føroyingar vóru
bara eg og Páll Jensen úr Skopun.
Henda manningin var við í umleið
ein mánað. Tá fóru norðmenninir
við skiparanum, sum hevði verið
við Strømegg, umborð tað skipið,
sum hann nú skuldi føra.
Fekk sjálvur skip
Aftaná tað vóru tað bara føroy
ingar við Strømegg. Hetta vóru
10 góð ár. Aftaná tað fekk eg mítt
egna skip. Tað kallaðist tá Hans
Sme. Hetta var tann fyrri Gøtunes,
sum Tórir Thomsen, sum hevði
nótavirkið í Fuglafirði, lat byggja.
Tórir keypti tá eitt størri men eldri
skip. Hetta bar ikki til hjá honum,
og hann gavst við skiparakstri.
Vit góvu skipinum navnið hjá
mammu, Herdis J. Hon doyði um
hesa tíðina, so eg vildi kalla hana
upp.
Herdis J. tók 950 tons av ídnað
arfiski. Hetta var ikki nógv í mun
til skipini í dag. Men vit hildu hetta
vera eitt stórt skip tá.
Hetta var í 1986. Skipið kostaði
33 milliónir, tað vóru nógvir peng
ar. Tað var eisini tungt tey fyrstu
árini. Vit høvdu skipið í 20 ár. Eg
vil siga, at tey seinnu 10 árini vóru
góð. Í 2004 var skipið útgoldið, og
tá er tað, at vit fáa tilboðið selja
skipið. Hetta tilboð var so gott, at
vit kundu næstan illa siga nei til.
Eg var 64 ára gamal. Tá byrjaðu
reiðarar at satsa uppá nógv størri
skip, og tað var eg ov gamal til.
Sonurin, Sólfinn, sum annars
sigldi saman við mær, helt seg
heldur ikki til.
Ikki bara skuldu vit útvega eitt
annað skip, men sum skipanin tá
var blivin, skuldu vit eisini keypa
kvotu. Hetta er frá eini lóggávu í
2002, sum elvir til nógv politiskt
stríð í Danmark beint nú.
Tað vóru Gullak Madsen og
Frode Larsen, sum keyptu skipið.
Gullak yvirtók seinni alt.
Eg var so tveir túrur við gomlu
Ruth hjá Gullaki sum skipari.
Hetta er seinastu ferð, at eg havi
siglt. Hetta var umleið 2005.
Fluttu til Hirtshals
Vit fluttu endaliga til Hirtshals í
juni mánað í 1977. Eg keypti mær
eina íbúð í Spanien, og har hava
vit so ferðast. Eg misti konuna,
Sigvør, í 2012, bara 75 ára gomul.
Hon var systir Annfinn Poul
sen, kenda handilsmannin í Nóls
oy, sum eisini royndi seg við skipa
virksemi.
Komandi partur
Í komandi verður verður meira greitt frá um søguna hjá kraftblokkinum í Føroyum og Hirtshals
Mundi var við Grími Kamban bæði á
saltfiskaveiðu og kraftblokki.
Herdis J., uppkallaður eftir mammu Munda
Mundi var við Strømegg, sum hoyrdi heima í Hirtshals
Málningur av Nólsoy heima hjá Munda í Nólsoy. Málað hevur Hermundur Zachariassen á Argjum