Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-09-14, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. september 2017síða 28

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 15. SEPTEMBER 2017 SOSIALURIN 107 28 Man tað vera so, Elsebeth? Bergun Kass býráðslimur Sum býráðs­politik­ ari má eg við­ merkja. Neyvan var býarbygging ella h ø v u ð s­s ta ð a r ­ bygg­ing málið, tá fyrsta bygningsverkið, ið skuldi hava eftirlitið vid skipaferðsluni millum ‘Østersøen og Målaren”, sá dagsins ljós. Men vaksandi virksemi og seinni økt virksemi øllum hesum flutningi og uttanlandssamskifti viðvíkjandi, bleiv til ein skjótt vaksandi og størsta býin í Svøríki. Í 1634 tá kongshúsið, ríkisdagurin og centraladministration bleiv flutt og samlað á einum staði, gjørdist Stockholm til høvuðsstað. Á sama hátt var Oslo ikki høv­ uðs­staður fyrr enn barnleysi kong­urin doyði og beiggin Håkon, sum tá var búsitandi í Oslo, bleiv kong­ur. Hann avgjørdi í 1314, at býurin skuldi verða høv­uðs­staður í landinum og at øll segl í rík­inum skuldu í varð­veitslu hjá kansl­ aranum – land­sins fyri­sitingar­ liga leið­ara. Kanslara­embætið var tengt at próvsta­embæti, og henda saman­renning bleiv ein valdsmið­ depil, sum førdi til stóra tilflyting og býarvøkstur. Ikki tí eg skal halda áfram og greiða frá høvuðsstaðar- ella stór­ býar­uppruna, ella rógva afturá okk­ara høvuðsstað og spyrja hví Havnin bleiv til Havnina. Men tað tykist so, at ein lands­ umsiting við tilknýttum virk­semi hevur verið samlað, og hevur trekt til sín fólk, førleikar, stór­rakstrar­ fyrimunir og meira, ígjøgnum øldir. At samanlíkna okkara smá­ landa­viðurskifti við omanfyri, er nakað djarvt og kann man siga, at viðurskiftini, við nútíðarbrillum, ikki neyðvendugvís skulu síggja soleiðis út. Tó skulu vit semjast um, at eitthvørt land má hava ein størri bý ella eitt kraftcentur, og í okkara føri hava vit júst knógvað okkum upp á hesi tjúgutúsund fólkini, sum avgjørt er eitt minimum fyri at røkka málinum um kraftcentur, býartrivna, tilflyting og vøkstur. Og sostatt fáa øll okkara, ið hava lisið og lært uttanlands, valið – antin býarlív ella sokallað bygdalív. Flytir tú meira úr Havnini – verður ikki valið, men tað heila meira bygdalív. Og hvønn ‘tiltrekkja’ vit tá úr útlandinum – ella hvørjar førleikar tiltrekkja vit? Fáa vit fyrimunir – ‘dugnaskaps­ kon­centratiónir og synergiir’? Byggja vit land ella byggja vit bygdir? Ella mugu vit ikki bæði? Latið okkum semjast og standa saman um størstu avbjóðingina sum, ikki er Havnin mótvegis bygdunum, men Føroyar mótvegis umheiminum. Alt annað er tann vísi deyði. Tað er altíð dýrt at vilja tað sama sum flest hini – at búgva har hini vilja búgva. Men eg vil geva Elsebeth rætt í, at húsaprísirnir í Havnini eru ov høgir, at tað polit­ iska handverkið ikki hevur nýtt nýggjastu amboðini og at man: bæði býar- og landspolitiskt, átti at ført ein tíðarhóskandi og fjølbroyttari bústaðarpolitikk, partvís bíðaði við almennum byggivirksemi, sum viðførdi prís­ vøkstur, ikki bert lat stuðul (rentustuðul) til eina íbúðarloysn, sethús, gjørdi lógarbroytingar, sum loyvdu ymsum eigaraformum Og so framvegis. Hetta var orsøkin til húsaprísirnar og ikki miðvís centralisering ella nýíløgur í Havnini, sum flestu eru av dagføringarligum slagi. Við vón um samstarv og polit­ iskt hugflog til bæði størri og minni kraftcentur – landinum og landa­ stødd at frama. KJAK Hví legði Jógvan Skorheim frá sær? Hallbera F. West PhD lesandi Í parlamentariskum skipanum er tað sum kunnugt ikki veljarin, men parlamentið, sum gevur vald til stjórnina. Ein náttúrlig fylgja av hesum er, at veljarin væntar, at Løgtingið heldur í oyruni á løg­manni og landsstýrisfólkum. Løgtingsfólk hava fleiri eftirlits­ am­boð. Tey kunnu seta fyri­spurn­ ingar, seta kanningarstjóra ella kanningarnevndir, reisa misálit, og tey kunnu leggja mál fyri Lands­stýrismálanevndina. Við øðrum orð­um, amboðini til eftirlit eru til staðar. Spurningurin er tó, nær tingfólk velja at gera brúk av eftirlitsamboðum. Í høvuðsheitunum so er eftir­ lits­virk­semi treytað av kappingar­ støðuni í Løgtinginum hjá polit­ isku flokkunum. Tingfólk eru ikki bara tingfólk. Tey eru eisini lim­ir í politiskum flokkum. Við øðrum orðum, so er tað av týdningi, at tað politiskt loysir seg at átaka sær eftirlitsuppgávur í Løg­ting­ in­um. Tað ger tað fyrst og fremst hjá tingfólkum umboðandi and­ støð­una á Løgtingi. Sitandi andstøða og eftirlitsvirksemi Sitandi andstøða hevur eisini gjørt um seg við nýtslu av eftir­ lits­amboðum. Misálit hevur verið reist, nógv mál hava verið fyri í Landsstýrismálanevndini, og fyri summar samtykti Løgtingið, at kanningarstjóri skal setast at kanna landstýrismanninum í fiski­ vinnumálum og løgmann. Við øðrum orðum, so tykist andstøðan at standa saman um at gera lívið hjá samgonguni so trupult sum møguligt. Einki undar­ ligt er í hesum. Tvørturímóti so er tað rættiliga sjálvsagt um hugsað verður um, at samgongan hevur minst hugsandi meirluta (16+1). Føroyska politiska skipanin hevur sum kunnugt eina sterka sið­ venju við meirlutastjórn. Ein vansi við eini smalari samgongu er, at andstøðan við 2/5 av tingfólkunum kann seta ein kanningarstjóra, um onkur snávingarsteinur er (Landsstýrismálanevndin hevur tó eisini henda møguleika). Eitt annað er, at samgongan í nevndartelvingini valdi at lata andstøðuni (tó tekniskt í valbólki við Nýtt Sjálvstýri) meirilutan í landsstýrismálanevndini. Tað gevur eisini andstøðuni møgu­ leikar. Møguliga hevur samgongan undirmett møguleikan at nýta eftirlitsamboð til at trýsta stjórn­ una við. Áralagið í samgonguni er nú heldur ikki tað besta, um hugsað verður um summarrokið við fiski­ vinnu­nýskipan og eykajáttanum. Í eini partapolitiskari skipan er tað sjálvsagt, at ein andstøða tevjar tílíkar veikleikar og leggur stórst møguligt trýst á. Til hetta skal tó leggjast afturat, at um ein and­ støða fer ov langt í síni nýtslu av eftirlitsamboðum, so kunnu tiltøkini virka sum ein boome­ rangur og raka andstøðuna sjálva. Tað kann henda um veljarin heldur, at hetta er í so opportunistiskt. Landsstýrismálanevndin og málið um Jógvan Skorheim Men tá nú andstøðuni dámar so væl at leggja trýst á stjórnina við at nýta eftirlitsmøguleikar, hví legði Jógvan Skorheim, sum jú er partur av andstøðuni, so frá sær sum formaður í Lands­stýris­mála­ nevndini? Eitt sum gransking av parla­ mentariskum eftirliti vísur á er, at tingfólki dámar betur at nýta eftirlitsmøguleikar, sum ikki eru ov tíðarkrevjandi, samstundis sum virksemi kann geva veljaratokka. Viðvíkjandi Landsstýrismála­ nevndini, so tykjast hesir nevnd­ arsessir ikki at vera so ovar­laga á ynskilistanum hjá løg­tings­fólk­ inum. Oftani eru tað nývald ting­ fólk, ið enda í hesi nevnd. Í øllum førum ikki altíð tey royndastu tingfólkini, sum vit annars kenna tað frá líknandi nevndum í øðrum lóggávutingum. Støðan við, at ein formaður í einum flokki vil sleppa úr nevnd­ ini stuðlar væl hesum uppá­ haldi um lága raðfesting millum tingfólk. Tað kann tí hugsast, at eftir­litsarbeiði í Lands­stýris­ málanevndini ikki lýkur áður­ nevndu kostnaðarrokning. Um vit hyggja eftir uppgávunum hjá Landsstýrismálanevndini, so eru málini klagumál, ið kunnu taka langa tíð, vera torrskild og krevja serkunnleika. Samstundis er eitt eyðkenni fyri Løgtingið, at umsitingarliga orkan í mun til tal av tingfólki er lág. Eitt annað er, at fjølmiðlaumrøðan sum heild av tílíkum málum er avmarkað, í øllum førum í mun til tíðina tað helst krevur at viðgerða tílík kærumál. Við øðrum orðum, so “kostar” hetta slag av eftirlitsarbeiði nógv hjá tingfólki, samtundis sum partapolitisku fyrimunirnir eru avmarkaðir. Jógvan Skorheim er formaður í einum lítlum politisk­ um flokki, sum skal stríðast fyri sína umboðan á Løgtingi, og hev­ ur tí helst ikki ráð til at brúka tíð upp á eftirlit, ið ikki gevur parta­ politiskan vinning. Tað er tí kanska ikki so løgið, at Jógvan Skorheim legði frá sær. Men kanska hevði orsøkin ikki so nógv við heimildir hjá nevndini at gera. Nevndin snøgt sagt “kostar” for nógv í mun til politiskar ágóðar. Parlamentariskt eftirlit hevur sínar avmarkingar í parta­politisk­ ari kapping. Fyri at fáa tílíkar institutiónir at virka eftir ætlan, so er ein spurningur institutiónin sjálv, tvs. hvørjar heimildir eru neyðugar. Ein annar spurningur er, hvør umsitingarlig orka krevst. Tað er tó eisini umráðandi at taka atlit til í hvønn mun tað loysir seg hjá politikarum at átaka sær tílíkar eftirlitsuppgávur. Nú Jógvan Skorheim legði frá sær sum formaður í landsstýrismálanevndini var grundgevingin vantandi heimildir hjá nevndini til at halda í oyruni á Landsstýrinum. Løgtingsfólk plaga ikki at standa í kø til sessir í landsstýrismálanevndini, og spurningurin er um veruliga orsøkin nú er vantandi heimildir. Vit kunnu tí kanska loyva okkum at spyrja, hví Jógvan Skorheim veruliga legði frá sær