hósdagur 14. september 2017síða 29
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 15. SEPTEMBR 2017
SOSIALURIN 107
29
Leygardagin 26. august varð
Zacharias Zachariassen jarðaður
úr Filadelfia í Gøtu. Mánadagin
28. august byrjaði bíbliuskeiðið í
Zarepta.
Bíbliuskeiðið
Tað hevur kenst løgið, at andlitið
og røddin hjá Zacharias ikki
hevur verið at sæð og hoyrt á
bíbliuskeiðinum í ár, tí øll 55 árini,
síðani skeiðini byrjaðu á Hafnia,
hevur Zacharias verið har. Hetta
var hansara fyrsta almenna átak
í brøðrasamkomuni í Føroyum,
beint eftir, at hann var komin heim
av bíbliuskúla í Onglandi í 1961. Tað
er einki at ivast í, at tað eru væl
fleiri enn 1000 ymisk menniskju,
sum hava notið andaliga ágóðan av
hesum átaki, sum enn er virksamt
55 ár seinni – Zacharias eigur stóra
virðing fyri tað, sum liggur eftir
hann!
Gott 100 fólk vóru á bíbliuskeið
inum, og mikukvøldið var ein
minnisløta hildin til heiðurs fyri
minni eftir Zacharias Zachariassen.
Familjan hjá Zacharias vitjaði í
Zarepta hetta kvøldið í samband
við minnisløtuna, og tóku eisini lut.
Jarðarferðin
Jarðarferðin var úr Filadelfia í
Gøtu leygardagin 26. august kl.13:00
Roknað varð við óvanliga nógvum
fólki, og tí hevði stýrið í Gøtu Kirkju,
sum er næsti granni hjá Filadelfia,
givið loyvið at nýta kirkjuna sum
eykahøli. Stórskíggjar vórðu settir
upp í kjallaranum í Filadelfia, og
somuleiðis í kirkjuni og í kirkju
kjallaranum. Í øllum fýra hølunum
var fullsett við fólki. Onkustaðni
millum 1.200 og 1.400 fólk vóru
til jarðarferðina, sum eisini varð
send beinleiðis yvir netvarpið,
har fleiri enn 1.300 fólk upplivdu
jarðarferðina live – Gøtu Kirkja
eigur stóra tøkk fyri hesa vælvild
sýnd minninum eftir ein av stóru
synum Føroya!
Sum hóskandi byrjan til jarðar
ferðina, varð sangurin – Eg hoyrdi
einglasong – sungin. Zacharias
týddi sangin fyri nógvum árum
síðani til summarlegubrúk í
Zarepta. Sangirnir í sangblaðnum
vóru sangir, sum Zacharias hevur
skrivað ella týtt.
Eyðun er ein av ungdómsvinun
um hjá Zacharias. Hann hevði
inngangsbønina og eitt stutt orð.
Ógvuliga hóskandi nevndi Eyðun
Etiopiatrúboðaran, Elsu Jacobsen
úr Norðgøtu, sum fór til gravar úr
Gøtu Kirkju bert 9 dagar undan,
og tók nakað soleiðis til: »Elsa og
Zacharias vuksu upp tún um tún í
gamla bygdalagnum í Norðagøtu,
og bæði fóru út sum trúboðarar
fyrst í sekstiárunum, og hava sett
djúp spor eftir seg, Elsa í Etiopia og
Zacharias í Føroyum!« Eyðun læs
skriftorði í 1. Pæt.br 2,21v., har tað
verður skrivað um fótaspor.
Eyðun nevndi seinastu bókina,
sum Zacharias hevur skrivað –
Fótasporini – og vísti á, at hann
setti djúp spor eftir seg í Føroya
fólki bæði sum bíbliulærari, rit
høvundur, sálmaskald og málsliga,
tí hann fór væl við føroyska málin
um.
Síðani framførdi Siloakórið
hátíðarliga og vakurt sangin, sum
Zacharias hevur týtt: »Tað finst ein
vón, sum brennur djúpt í mær, hon
veitir megi mitt í sorg og sút.«
Eftir ynski frá Zacharias, var tað
sonur hansara Jógvan Zacharias
sen, sum er leiðari í samkomuni
Lívdin, ið prædikaði við jarðar
ferðina. Hann byrjaði prædikuna
við sterkum orðum um pápa sín:
»Zacharias Zachariassen hevur
sigrað, hann rann skeiðið at enda,
hann kom tvísporandi inn um
mállinjuna við kyndlinum náði
evangeliið, og hann endaði væl!«
Jógvan hevði valt prædiku
tekstin úr Jeremias 1, 4-9v. har
tað stendur at lesa, tá ið Jeremias
varð kallaður. Jógvan segði, at
pápi elskaði at lesa um Jeremias
profet, og hann nevndi nakrar
samanberingar millum Jeremias
og Zacharias: »Jeremias og pápi
líktust. Pápi stríddist við sítt kall
at byrja við, og tað gjørdi Jeremias
eisini. Báðir byrjaðu spyrjandi, men
báðir endaðu sigrandi!«
»Við bíbliuni í hond og nomin
á varrarnar av Gudi talaði hann
trúgvur Guds livandi orð til endan.
Hetta gav pápa eitt lívssýnið sum
fáur, sum gjørdi, at hann til fulnar
var til staðar her og nú í øllum, sum
hann gjørdi; men hann roknaði alt
lívið, hvønn tanka, hvørja avgerð
og hvørt avrik í einum ævigum
perspektini. Hann hevði altíð
Himmalin fyri eyga. Alt, sum hann
gjørdi her, var eitt preludium til
stórverkið, sum hann nú er ein
partur av í ævinleikanum... Hetta
gjørdi pápa til ein mann, sum livdi
óttaleysur, eyðmjúkur, fullur av
kærleika og ríkur og rúmligur í
náði!«
Hetta kemur ikki av ongum,
segði Jógvan. Hann vísti á tey
góðu foreldur, sum pápi hansara
hevði, men sum máttu fara ígjøg
num torførar umstøður, tá ið 5
av 7 børnum teirra vóru deyv og
máttu fara av landinum bert 8
ára gomul. »Tað vóru júst hesar
umstøðurnar, líðingarnar og
royndirnar, sum knýttu familjuna
og systkini saman, og sum gav
teimum karakter og myndugleika,
sum var bygdur á eyðmjúkleika og
kærleika,« segði Jógvan.
Jógvan kom eisini inn á, at tað
vóru royndirnar, sum familjan fór
ígjøgnum, tá ið fimm av systkj
um hansara ikki kundu tala, sum
gjørdist hansara endaliga , at
Harrin hevði kallað hann at tala
Guds.
Jógvan endaði taluna við at
lesa prædikutekstin í Jeremiasi
aftur, og segði, at um hann hevði
spurt pápa sín, hvussu hann skuldi
enda taluna í dag, so hevði hann
svarað: »Les Jeremias aftur og spyr
um tað er nakar, sum nú vil bera
náðievangeliið víðari? Um tað er
nakar, sum kennir og følir Harrans
kall at bera kyndilin víðari, tí tá
ið Harrin kundi brúka ein púra
vanligan drong úr Norðragøtu sum
meg, so vil hann eisin i brúka teg!«
Seinasti sangurin áðrenn kistan
varð borin út, var sangurin, sum
Zacharias týddi fyri nógvum árum
síðani:
“Fjart út um himmalhválvið,
fjarri enn sólin sær,
hægri enn stjørnur tindra, har
kall títt og bøn tín nær.
Andin úr jarðarbýli hevjar sítt
veingjapar,
bankar á himmalportrið og søkir
sín faðir har.”
Sum ein hóskandi endi á løtuni í
salinum, meðan kistan var borin
út í fagrasta veðri, ljómaði lagið
til sangin, sum Zacharias sjálvur
skrivaði: »Eg stundi eftir at lenda
har heima.«
Poul Jóhan Djurhuus
Jarðarferðin hjá Zacharias Zachariassen
– ein stórfingin jarðarferð
NØVN
Føðingardagskvøða
Johannes Andreas Næs hevur 97 ára føðingardag leygardagin 16. september 2017
Johannes Andreas Næs er føddur
í 1920 og uppvaksin í Nesi í Hvalba,
sonur Julionnu og Martin í Nesi
(Martin Næs). Johs. Andr. Næs var
giftur við Brynhild Mariu Næs sum
andaðist í 2012. Johannes er elstur
av 9 systkjum.
Longu sum óviti var Johannes
sannførdur um, at hann skuldi
nema sær læraraútbúgving. Hetta
nevndi hann fyri pápa sínum
ein dagin, teir vóru til arbeiðis í
kolinum í Hvalba – einans tólv ára
gamal. Johannes gekk á lærara
skúla í Havn árini 1938-1942.
Síðani Johannes bleiv lærari,
hevur hann latið nógv ymiskt
skrivligt tilfar úr hondum, og hev
ur avrik hansara fevnt breitt og
víða og hevur hann verið virkin á
nógvum økjum. Tað er hann enn
hóast sín høga aldur. Seinasta
verk hansara var bókin um »Lítla
Dímun«, sum kom út í fjør. Í bókini
lýsir hann søgu, djóralív, natúru
viðurskifti, sagnir í Lítlu Dímun
og tann leiklut, oyggin hevur havt
fyri fólkið ígjøgnum tíðirnar.
Johs. Andr. Næs er kendur
sum skúlalærari, skúlaráðgevi í
serundurvísing, yrkjari, týðari,
høvundur, maður, pápi, abbi og
langabbi. Sum abbadóttir hansara
vil eg fegin takka og heilsa honum
á hansara 97 ára føðingardegi.
Í 1949 gav Johannes út yrkinga
savnið Keldufar undir dulnevn
inum Flóvin Flekk. Borið saman
við annað tilfar, sum Johannes
annars er kendur fyri at hava
skrivað og yrkt, er fyrri partur av
yrkingasavninum ein partur, sum
hann ikki er eins kendur fyri, í mun
til seinna part í savninum. Í fyrra
partinum hittir lesarin ein yrkjara,
sum lytir seg frá skúlabókum,
uppalingarfrymlum og tí meira
andaliga - til yrkingar um náttúru,
kærleika, hjartasorg, kvæði og
onnur evni. Í t.d. yrkingini »Meg
droymdi« yrkir unglingin og
romantikarin Johannes sálfult við
vøkrum rútmiskum máli:
»Meg droymdi, at eg sá teg í
mánalýsi skrýdd,
og hoyrdi álvar kvøða um teg,
sum so var prýdd.
Teir spældu, og eg lýddi á teirra
hørpuslátt – so undarliga kvirra
mær tyksti hesa nátt.
Og mánin fagurt gylti, tín vanga
og títt hár,
men fagra eg teg skygdi, tí tú vart
skrýdd í tár. «
Sum heilt ungur hitti Johannes
skaldið Hans Andrias Djurhuus
(1883-1951), sum eisini var lærari
hjá Johannesi, tá ið hann gekk á
læraraskúla. Hans A. Djurhuus
hevði stóra ávirkan á Johannes
og hansara skaldskap, og gjørdust
teir góðir kenningar. Ein dagin
tekur Hans Andrias í hondina
á Johannesi og ber honum eina
tøkk fyri nýskrivaðu yrking
hansara, sum hann hevði lisið í
Dimmalætting. Tað var yrkingin
»Urið«:
Tú klikkar á degi, tú klikkar á
nátt,
tú klikkar í gleði, tá klikkar tú
skjótt,
í neyð og í trega, tá gongur so
smátt,
men hvørt slag
dag um dag
hitt sama lag:
ei her, ei her mín bústað og borg,
tí her, her er harmur og sorg,
men har, har í heiminum har
handan grøv og kirkjugarð –
Vit skiljast, skiljast á grøvini har,
tá ið tú hevur klikkað nóg mikið
fyri mær.
Og tey, sum tá syrgja og høvdu
meg kær’ syng teimum lagið,
tú sang fyri mær: heimið er
handan grøv og
kirkjugarð!
Yrkingarnar í yrkingasavn eru úr
ymsum tíðarskeiðum, og eru tær
merktar av bæði einum ungum og
ábyrgdarfullum sinni, heimlongsli
til Suðuroynna, kærleika og virðing
fyri sínum kæru. Lesarin sleppur
framat nøkrum hugsanum og
hugleiðingum frá tí hann var 14 ár,
til hann var 29 ár. «Keldufar« varð
givið út sjey ár eftir, at Johannes
hevði lokið læraraprógv.
Í 2012 vóru úrvaldar yrkingar
úr yrkingasavninum tulkaðar og
lagdar til rættis gjøgnum tónleik
og varð hetta útgivið sum ein
fløguútgáva. Sum abbadóttir var
eg errin av at seta løg til hansara
tekstir, og at uppliva ein megnar
abba sum fekk eitt »comeback«
sum 91 ára gamal.
Góði abbi hjartaliga tillukku við
teimum 97 árunum!
Eg siti her í stovuni á Tvøra
bakka, tað er ónskvøld og klokkan
er trý korter til midnátt og heils
anin til tín skal vera Sosialinum í
hendi í morgin árini. Eg vil so fegin
takka tær fyri tað megnar arbeiði,
sum tú sjálvur og eisini saman við
nógvum øðrum eldhugaðum fólki
hevur megnað at framt í verki
til okkum onnur at mennast og
fegnast um.
Eg fari at enda hesa heilsan við
nøkrum orðum, sum tú fyri sjey
árum síðani skrivliga ognaði mær
í mítt “Keldufar” sum eg fekk frá
tær tann 21.januar 2010:
»Miss ikki ungdómskæti,
enn lívið teg harman ger,
goym tína vón í sæti:
for harri, hann Gud tín er!«
Lív Næs