Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-09-18, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. september 2017síða 15

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 18. september 2017 · Nr. 108 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 nummar níggju hendan dagin og hoppaði heilt upp til nummar seks í samlaðu kapp­ingini. Hesa støðuna vardi hann á seinasta teininum leygar­ dagin, og hóast eitt úrslit sum nummar seks út av 126 súkklarum má sigast at vera heiðurligt, so iðrar tað Torkil, at hann skuldi missa tíð vegna mekan­isku trupul­ leikarnar á konga­tein­inum. – Man kann bara gita hvat tað kundi blivið til, men annars hevði eg nokk ikki mist so nógva tíð, sum eg gjørdi, og harvið hevði tað verið realistiskt at eg kundi endað nummar fýra saman­ lagt ístaðin, sigur Torkil, sum tó er glaður fyri 6. plássið, og eisini hevur fingið nógvar heilsur fyri flotta avrikið. – Ja, havi fingið nógv lukku­ynskir. Tað hevur ver­ ið ógvuliga stuttligt, og tað gleð­ir meg at lesa tey øll, sigur hann. Ment seg Torkil Veyhe hevur ment seg nógv síðani hann flutti til Danmarkar at lesa og eisini fór at súkkla. Fyrst í Odder CK, síðani Team WeBike – CK Aarhus og nú á hálv­pro­fessio­nella lið­num ColoQuick-CULT. – Eg havi ment meg mest við at takla støður tú kemur í, tá ið tú situr í finaluni. Tað er ringt at ringt at læra uttan so at at man situr í teimum, men tíbetur havi eg fingið møguleikan at sita í nøkrum í ár, sigur Torkil. – Tað er eisini altíð ein harður dystur um at sita rætt í finalunum, og her havi eg lært eina rúgvu við hvussu týdningarmikið tað er at sita rætt, og hvussu man tekur dystin upp fyri at sita so væl sum møguligt í síðsta enda, sigur Torkil víðari. Framtíðin Torkil hevur eitt ára sáttmála við ColoQuick-CULT. Tað merk­ir, at sáttmálin skjótt gong­ur út. Tað ger hann við endan á hesum árinum. Hann hevur enn ikki fingið greiðu á hvar framtíð hans­ ara liggur, men hann av­ dúk­ar, at hann tosar við trý ymisk lið, og at tað eina teirra er ColoQuick-CULT. Hini bæði eru á nøkurlunda sama støði, men tað eina luttekur tó í kappingum meira sum tey professionellu liðini gera. – Eg eri blivin spurdur fleiri ferðir, um eg ikki skal royna meg á hægri støði næsta ár. Eg føli meg eisini kláran, um eg hevði fingið møguleikan, sigur Torki. – Tað er bara ógvuliga ringt at koma inn á tey út­ lendsku liðini, tí tað er sera harður dystur um plássini. Tað manglar øgiliga nógv eitt danskt lið, sum kann taka fetið upp. Tað eru lið í Danmark, sum gjarna vilja tað, men tey hava ikki fíggjar­ligu orkuna til at gera tað í núverandi løtu. Eg kann bara krossa fingrar fyri, at eitt danskt lið fer at taka fetið upp í 2019. Eg vænti at tað í løtuni er besti møguleikin hjá mær at taka fetið víðari á leiðini, sigur Torkil. Líkt er tískil til, at Torkil Veyhe fyribils heldur fram á sama hálvrprofessionella støði í Danmark. Hann sigur seg vænta, at hann fær greiðu á framtíðini seinni í hesi vikuni. albinus@sosialurin.fo PostNord Danmark Rundt 2017 – samlaða úrslitið Súkklari Lið Tíðarmunur –––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––– 1. Mads Petersen Trek – Segafredo –––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––– 2. Michael Valgren Astana + 0:15 –––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––– 3. Casper Pedersen Team Giant – Castelli + 0:46 –––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––– 4. Rasmus Guldhammer Team Virty Cycling + 1:00 –––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––– 5. Lennard Hofstede Team Sunweb + 1:16 –––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––– 6. Torkil Veyhe ColoQuick-CULT + 1:23 –––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––– 7. Pieter Weening Roompot – Nederlandse Loterij + 1:25 –––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––– 8. Christophe Laporte Cofidis + 1:26 –––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––– 9. Asbjørn Kragh Andersen Team PostNord Danmark + 1:37 –––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––– 10. Jonas Gregaard Wilsly Riwal Platform + 1:39 Torkil (t.h.) á kongateininum í Vejle