Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-09-18, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. september 2017síða 14

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Pætur Albinus Torkil Veyhe hevur havt sítt besta ár sum súkklari. Úr­ slitini hava verið góð eftir at hann skifti til ColoQuick- CULT fyrst í hesum árinum, og serliga skiftið frá at vera amatørur til at vera hálv­ professionellur hevur givið honum vind í seglini. Heima í Danmark er tað vorðið til góð úrslit í fleiri kapp­ingum, og eisini hava úr­slitini verið góð uttanfyri landoddarnar. Eitt nú fekk hann eitt 2. pláss á einum teini í norsku kappingini Tour des Fjords, og hevur har­um­framt eisini víst seg fram í Frak­landi og vunnið gull á oyggja­leikunum. Hann hevur sum heild slig­ið sítt navn fast í danska súkkluheiminum, og hetta kastaði eisini eitt pláss av sær á danska EM-landsliðnum. Nú kappingarárið er farið at halla fekk hann sína helst størstu uppgávu í síðstu viku, tá ið hann varð út­ nevnd­ur sum kapteinur hjá ColoQuick-CULT í størstu súkklu­kapp­ingini í Dan­ mark, nevniliga PostNord Dan­mark Rundt. Kapteinur PostNord Danmark Rundt hevur áður havt navnframar vinnarar so sum Bjarne Riis, Ivan Basso og Fabio Can­ cellara. Kappingin dreg­ur nøkur stór nøvn til Dan­ mark­ar, men hinvegin er kapp­ingin eisini ein framúr møgu­leiki hjá donskum súkkl­ar­um at vísa seg fram. Kappingin er fimm teinar, og í ár varð hon súkklað í síðstu viku fram til og við leygardagin. Torkil varð út­ nevndur sum kapteinur hjá ColoQuick-CULT – tað vil siga tann, ið lið hansara skuldi gera alt fyri at fáa at enda so langt frammi sum gjørligt. – Ja, vit høvdu sett okk­ um eina ætlan áðrenn vit byrjaðu, at eg skuldi royna at koma í topp 10. Eg havi ein góðan einkultstart, tað vistu vit, so um eg kundi halda meg væl til teir dagarnar tað vóru nógvar brekkur, serliga í Vejle, so var tað ein góður møguleiki, greiðir Torkil frá. Teinurin í Vejle, sum hann sipar til, var tann so­ kall­aði kongateinurin – tein­ urin, ið var mettur at vera tann harðasti. Torkil var alla kappingina væl við í fremsta bólkinum, og tað var hann eisini hendan dagin. Teir vóru einans umleið 15 súkklarar í fremsta bólk­in­ um, men Torkil var óheppin og fekk eitt mekaniskt brek á súkkluni. Hann fekk ikki súkklað sum hann ynskti, men fekk avmarkað tapið og endaði 39 sekund aftanfyri vinnaran hendan dagin. – Har kassettan situr á aftan, tannhjólini aftan, koyrdi bara við runt tá ið eg traðk­aði, og eg kom tí ongan veg fram. Tað hendi nakrar ferðir á seinasta umgangi, so eg misti nøkur pláss hvørja ferð og harvið var eg ikki so væl plaseraður tá vit raktu Kiddes­vej sein­astu ferð, greið­ir Torkil frá. Nummar seks Torkil Veyhe lá nummar 18 í kappingini aftaná konga­ teinin í Vejle, men dagin eftir, fríggjadagin, skuldi einkult­ startur súkklast. Hetta er ein grein, ið liggur væl til Torkil, og hann bleiv eisini TORKIL SKIFTIR MØGULIGA LIÐ Mánadagur 18. september 2017 · Nr. 108 SÚKKLING Torkil til EM í Herning í august Ein vanligur dagur hjá Torkil Veyhe –––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––– Kl. Virksemi –––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––– kl. 8.00 – 9.00 Morgunmatur kl. 9.30 – 15.00 Súkkling kl. 17.00 – 19.00 Arbeiði * Torkil starvast sum sjálvstøðugur verkfrøðingur. Nakrar dagar er súkklingin styttri, og tá tekur hann av møguleikanum at arbeiða longri. Torkil Veyhe hevur havt eitt framúr gott ár á danska liðnum ColoQuick-CULT, og nú verður føroyski súkklarin eggjaður til at fara víðari á leiðini. - Eg tosi við trý lið í løtuni, avdúkar Torkil Eftir frálíkt ár: