mánadagur 18. september 2017síða 13
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 18. september 2017 · Nr. 108
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
STUTTSØGD
Pætur Albinus
FÓTBÓLTUR
A
C Horsens fekk leygardagin
vent einum hóttandi tapi
til ein 2-2-javnleik, tá ið
teir vóru á vitjan hjá SønderjyskE
í Superliguni. Heimaliðið var á
odda 2-0 til eitt korter var eftir at
spæla, tá ið Bubacar Sanneh og
Tobias Arndal syrgdu fyri einum
2-2-javnleiki og einum stigi til AC
Horsens. Hallur spældi teir fyrstu
74 minuttirnar. AC Horsens er nú
á sætta plássi í Superliguni við 13
stigum.
Jóan Símun Edmundsson og teir
úr OB vóru fríggjakvøldið á vitjan
hjá Silkeborg, men har gjørdist tað
ikki til nakað stig til teir úr Odense.
Silkeborg vann nevniliga dystin 1-0
eftir mál frá Mate Vetsadze í 35.
minutti. Jóan Símun Edmundsson
spældi á vinstra vongi og varð
útskiftur tá ið eitt lítið korter var
eftir. OB hevur 10 stig fyri fyrstu
níggju dystirnar og er í løtuni á
einum 8. plássi í Superliguni, har
tey fremstu seks liðini sleppa við í
endaspælið.
Gilli
Rólantsson
spældi
allan
dystin í vinstru síðu har frammi,
tá ið Brann í gjár vann 1-0 á útivølli
ímóti Sandefjord. Sigursharri hjá
Brann var Deyver Vega við einum
máli, sum kom í 27. minutti. Kapp
ingarneytin hjá Brann um 2. plássið
í Eliteserien, Sarpsborg, tapti púra
óvæntað 5-0 ímóti botnliðnum
Tromsø, og Brann hevur harvið
lyft seg upp á eitt einsamalt annað
pláss við 40 stigum. Tað eru sjey
stig færri enn oddaliðið Rosenborg
og tvey stig fleiri enn Sarpsborg á
triðja plássi.
Oddaliðið í næstbestu donsku
deildini, Vejle, kláraði seg uttan
ein skaddan Viljorm Davidsen, tá
ið grannarnir úr Fredericia vóru
á vitjan í gjár. Vejle vann dystin
2-0 við tveimum málum frá Allan
Sousa. Vejle er einsamalt oddalið
í næstbestu donsku deildini við
20 stigum fyri níggju dystir. Í høl
unum á teimum er Thisted einans
eitt stig aftanfyri.
Fremad Amager fekk eisini fulla
úrtøku hetta vikuskiftið, tá ið teir
við Heina Vatnsdal í miðverjuni
allan dystin fingu ein 1-0-sigur við
sær heimaftur úr Roskilde. Einsa
malla málið í dystinum skeyt fyrr
verandi FCK-áleyparin, Morten
Nordstrand. Finnur Justinussen
sat á bonkinum og slapp ikki inn
á vøllin at royna seg. Við sigrinum
fekk Fremad Amager lyft seg eitt
sindur longri burtur frá botninum
og er nú við 12 stigum fýra stig
omanfyri niðurflytingarstrikuna.
Tað
var
føroyingauppgerð
og
endurtøka av steypafinaluni í Ís
landi, tá ið FH og ÍBV hittust í
íslendsku landskappingini í gjár.
Gunnar Nielsen var sum vant allan
dystin í málinum hjá FH, og hjá
ÍBV byrjaði Jónas Tór Næs inni.
FH vann dystin 2-1 eftir at ÍBV
annars hevði verið á odda 1-0. Kaj
Leo í Bartalsstovu varð innskiftur
hjá ÍBV í 69. minutti. FH er á triðja
plássi, 10 stig aftanfyri oddaliðið Val
og eitt stig aftanfyri liðið á øðrum
plássi, Stjørnuna. ÍBV er nummar
níggju, einans tvey stig omanfyri
niðurflytingarstrikuna.
Sambært
Norðlýsinum,
so
er
møguleiki fyri, at Skála-venjarin
í næsta ár eitur Jesper Tollefsen.
46 ára gamli danin var og hugdi at
07 Vesturi og Skála um vikuskiftið.
Norðlýsið hevur prátað við Kay
sten
Rasmussen,
Skála-umboð,
men hann vil ikki vátta tíðindini
um, at Jesper Tollefsen møguliga
fer at avloysa Paula Poulsen, ið
longu hevur boðað frá, at hann
ikki verður venjari hjá Skála næsta
kappingarár.
Jesper
Tollefsen
hevur eitt nú verið venjari hjá Aar
hus Fremad og FC Fyn.
FORMIL 1
K
appkoyring var í Singapore
um
vikuskiftið.
Talan
var um eina hendingar
ríka kappkoyring, og vátu koyri
líkindini høvdu við sær, at einans
12 bilar komu á mál. Báðir Ferrari-
koyrararnir, Sebastian Vettel og
Kimi Räikkönen, ruku longu út í
fyrsta umfari, og Lewis Hamilton
(Mercedes) gangnnýtti støðuna
til fulnar og vann kappingina.
Avstralski Daniel Ricciardo (Red
Bull) bleiv nummar tvey, meðan
finski Valteri Bottas (Mercedes)
bleiv nummar trý. Í samlaðu
kappingini økti Lewis Hamilton
nú um leiðsluna. Hann hevur 263
stig, meðan Sebastian Vettel hevur
235 stig. Danski Kevin Magnussen
(Haas) kom ikki á mál hesaferð.
Hann hevur ikki fingið stig sein
astu seks kappkoyringarnar og
hevur einans 12 stig tilsamans.
HONDBÓLTUR
R
ói Berg Hansen gjørdi av
álvara um seg í danska
felagnum FIF, tá ið hann
leygardagin gjørdist toppskjútti
í dystinum ímóti Fredericia HK.
Hann skeyt seks mál, men Frede
ricia vann dystin 30-27.
Helgi H. Hoydal skeyt tvey mál
fyri sítt nýggja felag, Odder Hånd
bold, tá ið hann og liðfelagar
nir um vikuskiftið vunnu 30-25
ímóti Otterup HK. Teir úr Odder
vóru annars aftanfyri 15-14 í hálv
leikssteðginum.
Jónas G. Djurhuus, sum fekk eitt
mál í fyrsta dystinum fyri HØJ, var
ikki við í øðrum umfari. Aðrastaðni
í deildini eru eisini føroyingar ella
leikarar, sum hava spælt í Føroyum.
Fyrrverandi H71-stórskjúttin, Peter
Krogh, skeyt trý mál fyri Skive FH
í 31-27-tapi ímóti TMS Ringsted.
Fríði Weyhe, sum hevur spælt við
KÍF, var við, men skeyt einki má, tá
ið hann og hinir úr Frederikshavn
FI taptu 36-26 ímóti Randers HH.
Bara eitt føroyingafelag hevur fulla
úrtøku eftir fyrstu tvey umførini.
Tað er felagið hjá Helga H. Hoydal,
nevniliga Odder Håndbold.
Eisini í íslendskum hondbólti vóru
fleiri føroysk mál at síggja hetta
vikuskiftið. Fyrrverandi VÍF-arin,
Áki Egilsnes, ið júst er skiftur
til KA Akureyri í næstbestu ís
lendsku deildini, átti stóran lut í
at lið hansara legði væl frá landi
í kappingini. Hann skeyt nevni
liga seks av málunum í tepra
30-29-sigrinum ímóti Vali fríggja
kvøldið. Næsti dystur hjá Áka og
liðfeløgunum verður fríggjakvøldið
á útivølli ímóti Mílan.
albinus@sosialurin.fo
Ein rúgva av føroyskum hondbóltsspælarum fluttu í summar uttanlands at spæla, og um
vikuskiftið rapaðu føroysk mál inn bæði í donskum og íslendskum hondbólti
FLEIRI FØROYSK MÁL
Áki Egilsnes (t.v.) og Rói Berg Hansen