Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-09-18, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. september 2017síða 12

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 18. september 2017 · Nr. 108 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Býli í Føroyum KAMAR TIL LEIGU MITT Í HAVN Rúmligt kamar til lesandi, við atgongd til baðirúm, felags køk, felagsrúm, hjall, internet, televarp, vaskimaskinu og turkitrumlu. Í veðurgóðum býarparti mitt í Havn. Til leigu frá 1.des., møguliga áðrenn. Leigukostnaður, kr. 4.000,00, íroknað felagsútreiðslur. Áhugaði, sendi t-post til : bokhald@sos.fo , viðmerk billet merki: 194521 Íbúð ynskist til leigu Friðaligt tilkomið par søkir íbúð í Eysturoy ella Streymoy. Roykja og drekka ikki. Gjalda til tíðina. tlf 529056 Dýr Ynskist eg ynski nøkur undulatur, helst eitt år, 4 honur,3 hanur ynskist 271723 Ymiskt Brúkt byrsa søkist Søki brúktar byrsur. Alt hevur áhuga byrsan nýtist ikki at vera í góðum standi. 273537 KFUK í Havn Hósdagur 21. september kl. 15.00 í KFUK: Binditreff, allar kvinnur eru vælkomnar. Mánadagur 25. september kl. 15.00 í KFUK: Seinnapartsamkoman við Theodor Hansen og Heina Petersen. Evni: Thomas Kingo. Hósdagur 28. september kl. 15.00 í KFUK: Binditreff, allar kvinnur eru vælkomnar. Samkoman Marknagil Fjalsg.2, Tórshavn. Mánakvøldið kl.20 bønar- og uppbyggingarmøti. Øll hjartaliga vælkomin. Ebenezer Mánakvøldið 18. september kl. 19: Bíbliutímar. Mikumorgunin 20. september kl. 10-12: Foreldur og børn undir skúlaaldri. Mikukvøldið 20. september kl. 20: Bønar- og uppbyggingarmøti. Hóskvøldið 21. september kl. 20: Ungdómsmøti. Hjartaliga vælkomin www.Ebenezer.fo Filadelfia Landavegur 22, Tórshavn Mánadagin 18.sep. Kl. 20.00 Bønarskúlin Mikudagin 20.sep. Kl. 16.30 Bøn fyri býnum og Ísrael Kl. 17.30 FLARE young adults teaching Kl. 20.00 Sisters House Oasan Sunnumorgunum kl 11 er Vitnimøti Frá Sandavágs kirkju Hósdagin 21. Sept kl 19.30 heldur David Johannesen fyrilestur undir heitinum “Luthers Gudsfrøði”. Frá Miðvágs kirkju Týsdagin 26 sept kl 19.30 heldur Jákup Reinert Hansen fyrilestur undir heitinum “Tá reformatiónin kom til Føroyar”. Missións- og ungdómshúsið á Glyvrum Mánadagin 18. sept. kl. 19:30 Sjómanskvinnuringur Mikudagin 20. sept. kl. 19:30 Bøn og bíbliutími Fríggjadagin 22. sept. kl. 21:00 Ungdómsmøti, Andreas Magnussen talar Sunnudagin 24. sept. kl. 17:00 Familjumøti við Malan Steinhólm Verið hjartaliga vælkomin Soli Deo Gloria Hósdagin kl. 20.00 ung­dóms­ møti við Steffan Klein Poulsen Sunnudagin kl. 17.00 bøn Sunnudagin kl. 18.00 møti við Mariannu Jacobsen Sands kirkja hósdagin 21. september kl. 14.00 Eldragudstænasta. Jákup Reinert Hansen. Sangur og tónleikur verður at hoyra. Missiónshúsið í Skopun Mikudagin 20. Sep.: Kl. 19.30 bønarløta Kl. 20.00 bíbliutími v/Petur Poulsen. Sunnudagin 24. sep.: Kl. 17.30 bøn-& lovsangur Kl. 18.00 møti v/Jóhannu og Rúna Johansen, Streymnes. Innsavnan. Hjartaliga vælkomin. Frelsunarherurin í Vági Mánadagin kl 19 Bønarmøti Týsdagin kl 9.30 "Orðið á borðið" vitjan av Árna Helmsdal Týsdagin kl 19 Andakt á Eldra­ sambýlinum í Vági Mikudagin kl 14 Barnakórið venur Pensionistafelagið í Havn Mikudagin 20. septembur kl. 19,00 verður fundur í Losjuni. Lív S. A. Simonsen MA í søgu, greiður frá føroyskum kvinnum ið fóru til Keyp­ mannahavnar í 1900 árinum. Allir pensionistar eru vælkomnir. Losjan í Havn, Tinghúsv. 18 Tiltakið fyri tilkomin og eldri fríggjadagar kl. 15-18. Virkin sum longst Vit møtast hvønn týsdag, frá kl 15 til 18 í Sørvágsskúla. Drekkamunnur og køka er at fáa. Øll eru hjartaliga vælkomin Vitjunartænastan hjá Reyða Kross Føroya er nú í hesum kommunum: Tórshavn fyrisitarar Eyrith 513784 og Marin 284333 vitjunartanastan@redcross.fo Vága kommuna: Hansia tlf. 229705 Sørvágs kommuna fyrisitarar Anna S. tlf. 332705/272142 Tvøroyri kommuna fyrisitarar Marit 611087/281339 og Eileen 289563 Fólk eru vælkomin at seta seg í samband við okkum, um tey ynskja vitjunarvin ella vilja gerast vitjunarvinir. TILTØK Klaksvíkar Sjúkrahús Sniðgøta 1 · 700 Klaksvík Tlf: 45 45 45 · www.ks.fo PETØ venjingar Sagt verður frá, at Petø-venjingar fara fram á Klaksvíkar Sjúkrahúsi í viku 44-45-46-2017. Petø er fyri børn og ung frá 1 til 18 ár. Tey, ið ætla sær at verða við, verða biðin um at siga frá á tlf. 454545 lokal 4507 ella á teldu- postadressu sjuklingar@ks.fo í seinasta lagi mánadagin 09.10.17 millum kl. 09:00 og 15:00. Um Almannaverkið Fleiri enn 850 starvsfólk úr 15 ymsum starvsbólkum hava sín gerandisdag í Almannaverkinum. Yrkisdugnaskapur er undirstøðið undir allari tænastuni hjá stovninum og Almannaverkið leggur alstóran dent á samstarv tvørtur um fak, nýhugsan og menning av arbeiðsgongdum. Almannaverkið vil gera mun við bestu og mest framkomnu sosialu tænastunum. Í sambandi við at nýggjur búfelagsskapur letur upp er avgjørt, at leiðslan í Eind 5 í Trivnaðardeplinum nú verður ein eindarleiðari og tveir leiðarar. Um størvini Søkt verður eftir 2 leiðarum til at vera leiðarar í Eind 5 í Suðurstreymoy. Størvini verða sett 1. november 2017 ella eftir nærri avtalu. Arbeiðsstaðurin er í Tórshavn. Arbeiðsøkini koma í høvuðsheitum at vera: • Ein leiðari, sum í høvuðsheitum, saman við eindarleiðaranum, fer at leiða Frí- tíðartilboðið í Svanga, Jolly Klubb, Sambýlið á Grøndlandsvegi og Sambýlið í Smærugøtu og stuðlar. • Ein leiðari, sum í høvuðsheitum, saman við eindarleiðaranum, fer at leiða Sambýlið í Stoffalág, Bú-og viðgerðatilboðið Børkugøta 2a og 2b og Frí- tíðartilboðið SSM. Virksemið í Eind 5 er skipað sum bú-og viðgerðartilboð, bútilboð á sambýli, stuðulstilboð, frítíðartilboð um dagin til børn og ung, frítíðartilboð til ung á serligt skipað miðnám og klubbvirksemi fyri ung um kvøldið. Arbeiðsuppgávur Leiðarin skal, saman við eindarleiðaranum, mynda Eindina, leiða og ganga á od- da fyri at tryggja bæði trivnað og fakliga menning. Í gerandisdegnum merkir tað, at borgararnir fáa eina námsfrøðiliga tænastu á høgum støði, samstundis sum starvsfólkið fær eitt spennandi og áhugavert arbeiðspláss. Leiðarin skal, saman við eindarleiðaranum, leiða partar av virkseminum og skipa eindina soleiðis, at virksemið verður gagnnýtt so skynsamt sum sum gjørligt. Tað er umráðandi at leggja dent á gott samskifti við borgarar, avvarðandi, starvsfólk, leiðslu og aðrar myndugleikar. Eitt samskifti bygt á javnvirði, gjøgnumskygni og yrkisdugnaskap. Áleið 70 borgarar fáa tænastu úr eindini. Førleikar Umsøkjarar skulu hava viðkomandi útbúgving innan námsfrøði.Tað er eitt krav at umsøkjarar hava leiðsluroyndir og/ella leiðsluútbúgving. Royndir við starvsfólkaleiðslu kann vera ein fyrimunur. Tann sum verður settur, skal hava kunnleika og royndir við borgarum við menningartarni og autismu. Væntanir til umsøkjara Týdningurin av góðu tænastuni til borgaran er eyðsýndur í rætta umsøkjaranum, sum leggur dent á javnvirði og trivnað. Eginleikar at samskifta og samstarva við viðskiftafólk, avvarðandi, starvsfólk og leiðslu hava týdning. Vit vænta ein leiðara, sum dugir at taka ábyrgd í einum starvsfólkahópi, sum kann virka innovativt, og hevur góða samanseting av fakligum og fyrisitingarligum eginleikum. Umframt eginleika og hegni at raðfesta so verður væntað at umsøkjari kann hug- sa framskygt og skynsamt innan givnar fíggjarkarmar. Eisini verður væntað, at tú dugir at orða teg í skrift og talu og hevur KT-førleika. Setanar- og lønarviðurskifti Setanarøkið er Almannaverkið, við tænastu í løtuni í Eind 5. Starvið er flokkað í lø- narflokki 33 í lønartalvuni fyri Tænastumenn landsins, tó uttan at vera tænastu- mannastarv. Setanartreytir annars eru sum fyri sáttmálasett, sambært sáttmála millum Fíggjar- málaráðið og avvarðandi fakfelag við samráðingarrætti fyri økið. Um viðkomandi, ið settur verður, frammanundan er tænastumaður innan økið, er tó møguleiki fyri at halda fram sum tænastumaður. Umsókn Skrivlig umsókn saman við avritum at prógvum, c.v. og øðrum upplýsingum um viðkomandi starvsroyndir skulu sendast til starv@av.fo ella til Almannaverkið, Sta- ravegur 18, postsmoga 3096, 110 Tórshavn. Viðmerk: ”Umsókn leiðari Eind 5”. Freist Umsóknir skulu vera Almannaverkinum í hendi í seinasta lagi 21.09.2017 kl. 12.00. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Juliannu Næs Olsen, eindarleiðara á telefon 297426. TVEIR LEIÐARAR TIL SERØKIÐ Í SUÐURSTREYMOY Almannaverkið søkir eftir tveimum tænastuhugaðum leiðarum til Eind 5 í Trivnaðardeplinum, sum veitir tænastu til børn, ung og vaksin við menningartarni og autismu. LÝSINGAR- TORGIÐ