Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-09-18, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. september 2017síða 11

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 18. september 2017 · Nr. 108 Terji Nielsen Føroyska tónleikatiltakið Mítt­Land á Femøren var á skránni bæði fríggja- og leygar­kvøldið á Femøren á Amager, og serliga tón­leika­ liga hepnaðist tiltakið stak væl. Hamradun var hæddarpunktið Fríggjakvøldið vóru tað eitt nú Signar í Homrum, Jens Marni Hansen og Danny & The Veetos, ið vóru á palli­ num, meðan tað leygar­ kvøld­ið vóru til dømis Eyðun Nols­øe, Kristina Bærendsen, Tinga­nest og Hamradun, sum framførdu. Sum heild var talan um rætti­liga góðar framførslur við eini sterkari ljóðmynd, har ljóðgóðskan var sera góð, og ljóðstyrkin ógvuliga passa­lig. Ein stórur høvuðspallur í øðr­um endanum av tí alt ov stóra festivaløkinum, meðan ein minni trubadurpallur var í hinum endanum. Men var ljóðgóðskan góð, so var ljósið á pallinum alt ann­að enn gott, tí eitt nú var einki ljós, sum lýsti niður á fremsta økið á pallinum, har for­sang­arar vanliga standa, og tað var eitt minus. Sum áðurnevnt vóru nógvar ógvuliga góðar fram­ førslur, men fyri undir­ritaða var besta einstaka tón­leika­ upp­liv­ing­in framførslan hjá tungmálmsbólkinum Hamra­dun leygarkvøldið tann besta av teimum øllum. Í Poul Arna Holm hevur Hamra­dun ein forsangara, ið hevur nakrar heilt serstakar sang­gávur, og tónleikararnir eru eisini í serflokki. Tað var eisini stuttligt at eyg­leiða, hvussu bæði ung og gomul vóru bergtikin av fram­ førsluni hjá Hamradun. Fyrireikingarnar kundu verið betur Um hugt verður burtur frá tón­leikaliga partinum, so var tað sumt, ið hepnaðist stak væl, meðan okkurt annað ikki var so væl eydnað. Økið á Femøren, har til­ tak­ið fór fram, er sera væl egnað til eitt slíkt tiltak, men sjálvt økið var tíverri alt ov stórt, eisini um tað hevði verið væl meiri av fólki til tiltakið, enn tað var. Økið var alt ov stórt, og tað gjørdi eisini, at tað virkaði øgiligt tómt, og tað var trupult at fáa ein hugnaligan og intim­ ant stemning á festi­vali­num av tí sama. Eisini var økið alt ov myrkt, og tað hevði gjørt stór­an mun, um man til døm­is hevði hongt ljósperur runt eftir øllum hegnunum, ið avbyrgdu økið. Tað gekk eisini sera strilt­ ið hjá fyriskiparunum at halda tíðarætlanina, og ser­ liga leygarkvøldið var heilt galið. Eftir ætlan skuldi sein­ asta konsertin var liðug, tá ið farið var nakað av midnátt, men klokkan nærkaðist hálvg­um trý, áðrenn seinasti bólk­urin, ið var Hitmenn, spæl­di seinasta lagið á Mítt­ Land í ár. Hetta við tíðarætlan er annars nakað, sum føroysku festi­valirnir hesi seinnu árini veru­liga hava spílað seg út fyri at halda, og tað hava teir dugað væl. Riggað betur við einum degi Men fyrireikararnir skulu eisini hava rós fyri at hava eina ógvuliga góða og væl bland­aða skrá við nógvum ymisk­um tónleiki, sum pass­ ar til øll sløg av fólki og allar aldursbólkar. Nú hava fyrireikararnir eisi­ni longu meldað út, at tað er ætlan at hava festi­ valin aftur næsta ár, og tað er gleðiligt. Men spurn­ing­ ur­in er, um tað ikki hevði ver­ið skilabetur at hava festi­valin bara yvir ein dag, har man kanska byrjaði tíð­liga seinnapartin og so end­aði beint eftir midnátt. Tað hevði væntandi verið ein betur loysn. Tá høvdu sikkurt fleiri enn tey okkurt enn 600 fólkini, sum leitaðu sær út á Femøren í ár, eisini lagt leiðina framvið. NÝTT OG GOTT GAMALT Á FEMØREN MÍTT LAND Um vikuskiftið var stóra tónleikatiltakið MíttLand á Femøren í Keypmannahavn. Fitt av útisetum vóru til tiltakið, sum hepnaðist rímiliga væl