Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-09-18, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. september 2017síða 10

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 18. september 2017 · Nr. 108 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eru uppskotini hjá samgonguni og Sambandsflokkinum ov langt hvørt frá øðrum til at kunna skapa eina semju ella er ein semja gjørlig? Mín partur skal ikki liggja eftir at finna eina breiða politiska semju VIÐMERKINGAR Fiskivinnunýskipanin – samgongan og Sambandsflokkurin Magni Laksáfoss løgtingsmaður fyri Sambands­ flokkin og næstformaður í Sambandsflokkinum Framtíðar skipan av fiskivinnuni Við nýggja upp­ skotinum um eina nýskipan av fiski­vinnuni, hev­ ur sam­gongan nú greitt boðað frá, hvussu samgongan ynskir, at fiski­ vinnan skal skipast í fram­tíðini. Longu fyri einum ári síðani boðaði Sambandsflokkurin greitt frá sín­ari loysn uppá eina nýskipan av fiski­ vinnuni. Fyri nógv kann tað tykjast tor­ greitt at seta seg inn í eitt slíkt lógar­uppskot, ið hevur so nógvar tættir, sum regulera so nógv ymisk viður­skifti. Tá tosað verður um eina fiski­ vinnunýskipan verður vanliga skilt millum tríggjar tættir: 1. Lívfrøði (stovnsrøkt og umsit­ ing av tilfeinginum í havinum) 2. Búskapur (inntøkuskapan og mest møgulig virðisskapan) 3. Samfelag (øllum borgarunum til góðar) Lívfrøðilig burðardygd Lívfrøðilig burðardygd merkir, at stovnsrøktin av fiskastovnunum, skal vera so góð sum til ber. Fyri at hetta skal verða gjørligt, mugu tey, sum varða av stovnsrøktini fáa røttu amboðini í lógini, fyri at kunna tryggja góða stovnsrøkt. Vit vita, at ein skipan við fiski­ døgum, ikki hevur verið heppin fyri stovnsrøktina. Lívfrøðingar mæla til, at farið verður yvir til eina kvotaskipan í staðin fyri daga­ skipan. Í uppskotinum hjá samgonguni, verður hildið fast í eini dagaskipan fyri 2018, og farið verður yvir til kvotaskipan fyri trol og línuskip í 2019, meðan útróðrarflotin heldur fram við fiskidøgum. Samanbera vit hetta við upp­ skot­ið hjá Sambandsflokkinum, eru hesi stórt sæð meinlík, tí ein­ asti munurin er tann, at Sam­bands­ flokkurin vil yvir til kvotaskipan longu í 2018. Ikki allir fiskimenn eru glaðir fyri at fara frá dagaskipan til kvota­skipan, men her eiga vit at minn­ast til, at allur fiskiskapur eftir pelagiskum fiski og í Barents­ havinum, Flemish Kap, Íslandi og í Grønlendskum sjógvi, er skipaður við kvotum, og hesir fiskiskapir roynast væl. Tá fiskifrøðingarnir samstundis meta, at betur er at fara yvir til kvotaskipan fyri fiskiskapin undir Føroyum, er neyvan nakar ivi um, at tað er rætta loysnin. Búskaparlig burðardygd Búskaparlig burðardygd merkir, at fiskiskapurin skal geva gott avlop fyri vinnuna og fyri tey, sum virka í vinnuni, t.v.s. fiskimenn, reiðaríir og tey, sum virka fiskin á landi. Her er neyðugt, at vinnan sjálv sleppur at leggja sítt virksemi til rættis, uttan at lógin áleggur teimum, hvussu tað skal gerast. Hetta inniber, at lógin skal ikki siga, hvørjir reiðskapir skulu brúkast, hvussu tað skal fisk­ ast og við hvørjum fiskiførum. Tað skal vera upp til vinnuna sjálva at gera av, hvussu hon ynsk­ ir at skipa sín fiskiskap, hvørji fiski­ før hon ynskir at brúka og hvør reiðskapur skal brúkast. Í dag áleggur lógin, hvørji skip skulu brúkast og hvør reiðskapur skal brúkast. Lógin ger tað nærum ógjørligt at broyta fiskifar og reið­ skap, við tað, at skottir eru sett mill­um skipabólkarnar, og enntá reglur, sum skipa fiskiskapin nið­ur í smálutir. Tí er upplagt, at ein fiski­ vinnunýskipan slítur tey høft, ið binda fiskivinnuna niður, soleiðis at hon framyvir sleppur at verða búskaparliga burðardygg. Her er tað, at uppskotið hjá sam­gonguni fastheldur skottini mill­um skipabólkarnar, og harvið varð­veitir tað spennitroyggju, sum vinn­an alt ov leingi hevur verið bund­in av. Í uppskotinum hjá Sam­bands­ flokk­inum verða skottini tikin burt­ur, og vinnan sleppur frítt at leggja sítt virksemi til rættis og at laga seg til umstøðurnar, sum broytast yvir tíð. Hetta fer sjálvsagt at gera, at vinnan fær møguleika fyri at skapa nógv størri avkast, og at fiskimenn fáa nógv meira burtur­úr, eins og teir gera í øðrum lond­um, og í øðrum fiskiskapi, t.d í tí pelag­iska og í Barentshavinum. Her er ein rættuliga stórur mun­ ur á uppskotunum báðum, har upp­ skotið hjá Sambandsflokkinum er munandi betur. Samfelagslig burðardygd Samfelagslig burðardygd merkir, at fiskiríkidømi skal koma øllum borg­arunum til góðar. Tað merkir, at fiskurin í størst møguligan mun skal virkast í Føroyum, so­leiðis at virksemi verður skapt í sam­felag­ num. Tað merkir eisini, at alt skal førast í land, t.v.s. allur fiskur, eisini høvd, rogn, livur og garnar, soleiðis at alt hetta meirvirði kann fáast til høldar. At enda merkir hetta eisini, at eitt ávíst tilfeingisgjald verð­ur álagt vinnuni, tá hon fær fram­íhjá­ rætt til tilfeingið. Uppskotið hjá Sambandsflokk­ in­um tekur hædd fyri øllum hes­ um viðurskiftum, og hevur eina hósk­andi javnvág, soleiðis at ikki ov stórar byrðar verða lagdar á vinnuna, men at samfelagið kortini fær sín rættvísa og rímuliga part burturúr. Uppskotið hjá samgonguni roynir eisini at taka hædd fyri hes­ um viðurskiftum, men fer eftir mínum tykki alt ov langt við upp­ boðssøluni av fiski og við royndar­ kvotunum. Fæst uppboðssølan at virka til fulnar soleiðis sum samgongan ætl­ ar tað, fer hon at áleggja vinnuni eitt alt ov stórt tilfeingsgjald, so­ leiðis at tað verður nærum ógjørligt hjá vinnuni at skapa eitt nøktandi avkast av sínum virksemi. Vit hava sum samfelag ikki brúk fyri, at fiskivinnan verður skattað so hart, at hon ikki hórar undan. Tvørtur ímóti hava vit brúk fyri eini sterkari og sunnari fiskivinnu, sum er før fyri gera munadyggar íløg­ur í framtíðar vinnubygnað, bæði á sjógvi og á landi. Er ein semja gjørlig? Stóri spurningurin er nú, um upp­ skotini hjá samgonguni og Sam­ bands­flokkinum eru ov langt hvørt frá øðrum til at kunna skapa eina semju ella um ein semja er gjørlig? Omanfyri eru nevnir tríggir av høvuðstættunum í eini fisku­ vinnu­nýskipan; lívfrøðilig, bú­skap­ ar­lig og samfelagslig burðar­dygd. Nógvir aðrir tættir eru í eini fiski­ vinnunýskipan; t.d. at mann­ingin skal lønast eftir føroyskum sátt­ málum, umsitingarætlanir, før­ oysk­ur ræðisrættur og antitrust, hvussu havrannsóknir skulu skipast og mong onnur viðurskifti. Tryggjast má, at heildin í nýggju fiskivinnuskipanini hongur saman. Í flestu førum er lítil og ongin munur á uppskotunum hjá sam­ gonguni og uppskotinum hjá Sam­ bandsflokkinum, t.v.s. at størsta forðingin liggur í veruleikanum í tveimum viðurskiftum, nevniliga búskaparligari og samfelagsligari burðardygd. Skal ein semja náast – og tað átti ikki verið ógjørligt – so er tað í hesum báðum viðurskiftum, at vit eiga at seta okkum niður og finna eina semju. Tá samráðingar vóru millum Sambandsflokkin og samgonguna um fiskivinnunýskipanina, varð ógvu­liga tætt uppá eina semju um hesi viðurskifti, og semjan lá í stóran mun, har sum Sambands­ flokk­urin ynskti hana. Um politiski viljin er til tað, og partapolitikkur verður lagdur til síðis, meðan áhugamálini um fiskivinnuna og samfelagið sleppa at ráða, átti ikki at verið trupult at nátt eini semju. Hetta so álvarsliga mál eigur ikki at gerast ein partapolitisk kasti­ bløka. Mín partur skal í øllum førum ikki liggja eftir at finna eina breiða politiska semju. Ummæli av ummælinum hjá Jógvani Purkhús um bókina um LÆKNASTRÍÐIÐ Í KLAKSVÍK 1952-1956 hjá Arnsteini Niclasen Heini Olsen Av tí, at eg næst­ an havi lisið hvørt ótrúligt petti um­ aftur og umaftur, eri eg enn ikki komin til enda­ brestin, og fekk ómeta­ligan hug at um­mæla henda, ein hin marg­hátt­lig­asta, part av Føroya søgu í nýggj­ari tíð; men eg visti ikki míni livandi ráð, hvussu eg skuldi gera tað, og eitt visti eg tíbetur við vissu, at mín góði vinur og arbeiðs­felagi gjøgnum mongu árini hjá LANDS­VERK­ FRØÐ­INGINUM dugir væl at siga frá søgum og sagnum, og altíð so nær veruleikanum, sum gjørligt, tí pella ger hann ikki. Her havi eg hug at nevna Niclas Andreasen, sála, sum átti at hava verið settur í starv burturav sum søgufrøðingur og kanska til dømis verið sendur suður til Pávan at vita, hvat har var at finna um katólsku tíðina í Føroyum. Tá vit ivaðust um okkurt, spurdu vit Niclas, og kundi hann ikki svara beinavegin, hevði hann svarið morgunin eftir. Sum lesandi á kunningarferð í Graz í Eysturríki, gjørdist eg í 1955 ikki sørt kløkkur, tá eg, í dagbløðum har, læs um front­in í Norður-Atlantshavi, har røð av næstan søkk­laddum tunn­um við spreingievni var spent tvørtur um siglingarleiðina inn á Klaks­ víkar havn, og maður sat við riflu at verja har, ið verjast skuldi, so í heimshøpi gjørdust smáu, friðar­ ligu oyggjarnar væl – ella kanska illa – kendar á henda hátt. Tað vil so vera, at tess longur ein kemur burtur frá veruligu hendingunum, tess ógvis­ligari verða tær um­ rødd­ar. Men fyri at koma aftur til Jógvan Purkhús, so fari eg við hes­ um at takka honum fyri, at hann stutt og greitt í Sosialinum, nr. 100 frá 30. august 2017, fekk sagt tað, sum mong við okkum, ið minni vita, við miklum orðavavstri kundu haft hug at fest á blað. Góði Arnstein – mær rennir mangan í hug bók tína um “Fólkini úti á Bø” – eisini eitt søguligt petti, sum bara hevði farið í gloymskuna, um tú ikki hevði fest tað í bók, og vilja Kirsten og eg við øllum okkara ynskja tær so hjartaliga til lukku við hesari sera áhugaverdu, søguligu bókini, sum í sjálvari til­ gongdini eisini gevur ávaring til bæði ein og annan um at duga sær hógv! Vónandi kemur onkur bókin afturat. Bestu heilsanir og alt tað besta framyvir.