mánadagur 18. september 2017síða 9
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 18. september 2017 · Nr. 108
Fleiri vilja
búgva í Kvívíkar
kommunu
Vilmund Jacobsen
Vágs kommuna er miðvíst
farin undir at dagføra vega
kervið í bygdini.
Ein stórur partur av arb
eiðnum, sum higartil er gjørt,
hevur verið at gera vegin í
vestara part av Geilini heilt
av nýggjum, samstundis sum
vegurin er asfalteraður.
– Haraftrat eru fleiri onn
ur vegastrekki í Vági eis
ini dagførd, eitt nú vegurin
niðan í Toftalíð og Tofta
brekka.
Í Vágs kommunu vita
tey at siga, at í hesari vikuni
verður vestasti partur av Bø
gøtu asfalteraður.
Umframt nevndu vega
strekki, verður eisini asfalt
erað í nýggja býlinginum við
Kykslið í ár.
– Í ár eru gongubreytir
í býnum eisini gjørdar av
nýggjum, sum framhald av
arbeiðnum, sum byrjaði fyri
tveimum árum síðan.
Støðan er broytt
Danjal Bjarkhamar, formað
ur í teknisku nevnd hjá Vágs
kommunu, sigur, at asfalt
eringin í summar er ein lið
ur í miðvísari ætlan um at
dagføra vegakervið í Vágs
kommunu.
– Vit kunnu bara stað
festa, at kommunan í fleiri
ár ikki hevði nakrar pengar
til asfaltering, og hetta sæst
eisini aftur á vegastrekkjum
ymsastaðni í býnum.
Hann fegnast um, at hesi
seinastu árini er støðan
broytt, og hetta hevur eisini
gjørt tað møguligt at fara
undir miðvísa dagføring av
vegakervinum.
Danjal Bjarkhamar veit
at siga, at í Vágs kommunu
eru meiri enn 50 kilometrar
av vegi.
– Nógv er at fara um, og
tí er eisini greitt, at vit ikki
røkka á mál eftir einum ella
tveimum árum, sigur for
maðurin í teknisku nevnd
hjá Vágs kommunu.
VATNIÐ DÁLKAÐ:
Royndir eru tiknar
av drekkivatninum í
Hvannasunds kommunu, og
tær vísa, at vatnið er nakað
dálkað. Tí verður mælt til
at kóka drekkivatnið, til
nýggj fráboðan kemur.
Onkur pør
gera góðar
upsatúrar
Flestu partrolarapør
eru eystan fyri og fiska
upsa, og møguliga
koma nøkur pør
inn at landa seinast
í hesi vikuni.
– Eitt par fiskar
svartkalva, kongafisk
og blálongu, og tvey
pør liggja við bryggju.
Tað vistu tey á
Fiskamarknaði Føroya
at siga fríggjadagin,
tá tey gjørdu sínar
metingar um tilfeingi
í hesi vikuni.
Annars ljóðaði, at
onkur partrolarapør
høvdu hampiliga góðan
upsafiskiskap í síðstu
viku, og tað vóru pør,
sum sigldu fullfermd
aftur av fiskileið.
Millum
partrolarapørini, sum
gjørdu góðan túr, vóru
Safir og Smaragd. Teir
royndu eystan fyri og
høvdu 240.000 pund,
tá tey landaðu veiðina
á Kósini í Klaksvík.
Um gongdina hjá
djúpvatnstrolarunum
verður sagt, at tveir
fiska mest svartkalva
og kongafisk, og teir
koma væntandi inn at
landa síðst í hesi vikuni.
Ein djúpvatnstrolari
fiskar stinglaks
og blálongu.
Fríggjadagin
vóru allir teir smáu
trolbátarnir til
fiskiskap. Teir flestu
fiska tosk og hýsu,
og onkur fært nakað
av flatfiski og upsa.
– Vit vænta, at tveir
trolbátar koma inn
at landa miðskeiðis í
hesi vikuni, og síðan
er ivasamt, um teir, ið
eftir eru, koma inn at
landa hesa vikuna.
Fríggjadagin vóru
eisini trý garnaskip til
fiskiskap, og væntandi
koma øll hesi trý
skipini inn at landa
síðst í hesi vikuni.
– Fiskiskapurin
hjá garnaskipunum
er brúkiligur, vita
tey á Fiskamarknaði
Føroya at siga.
Í summar hevur rættiliga umfatandi
asfaltering verið í Vágs kommunu
Leygardagurin var stórur
dagur í Kvívíkar kommunu, tá
nýggi bátahylurin á Válinum
alment varð tikin í nýtslu
Vegakervið í Vági
dagførast miðvíst
Skálavík gevur nú
sínum borgarum
ókeypis tasku og fýra
led-perur fyri at eggja
sínum borgarum til ikki at
taka plasposa heim við úr
handlinum og at spara el
Vilmund Jacobsen
Hátíðarhaldið á Válinum
byrjaði við, at bátar og báta
fólk hátíðarliga møttust út
fyri Skælingi.
Síðan fylgdust bátarnir
norður gjøgnum sundið og
inn á Válin, har elsti maður
í bygdini, Albin Funn, skar
snórin til bátahylin.
Við høvi søgdu Heri Müll
er, borgarstjóri í Kvívíkar
kommunu og Óli Hans Olsen,
formaður í teknisku nevnd,
nøkur orð.
Borgarstjórin vísti á, at
tað gongur rættiliga væl í
Kvívíkar kommunu, og fólka
talið økist støðugt, soleiðis
at í løtuni er ein bíðilisti á 27
fólk, sum ynskja sær grund
stykki í kommununi.
Skattainntøkurnar í Kví
víkar kommunu eru eisini
veksandi.
Formaðurin í teknisku
nevnd fegnaðist um, at báta
hylurin nú alment er tikin
í nýtslu, og hann vísti á, at
tørvurin á einu bátahyli hev
ur verið stórur.
Hátíðarhaldið endaði við,
at Kvívíkar kommuna bjóð
aði sínum borgarum til leski
ligan bita í róðrarneystinum
á Válinum.
– Í Vágs kommunu eru meira enn 50 kilometrar av vegi, og tí er eisini nógv
at fara um, sigur formaðurin í teknisku nevnd, Danjal Bjarkhamar
Myndina av bátunum,
sum stevna inn á Válin,
tók Jens Kristian Vang