mánadagur 18. september 2017síða 8
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 18. september 2017 · Nr. 108
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vilmund Jacobsen
Í løtuni verður ein vatn
mylla – ella eitt mikro vatn
orkuverk á 60 kW – sett upp
í Zarepta í Vatnsoyrum, og
vatnleiðing á 1260 metrar
er løgd niðan í stóru Tjørn
dalsá.
Inntakið til leiðingina,
sum fer at føra vatn oman
til mylluna, liggur í 150
metra hædd og fer at geva
eini 15 bar.
Í oktober verður nýggja
vatnorkuskipanin royndar
koyrd.
Ketlar, sum framman
undan eru í bygninginum,
verða tó standandi og verða
til at taka, um turkur ella
frost skuldu ligið í longri tíð.
Nýggja og grøna hita
skipanin í Zarepta fer bein
leiðis inn á núverandi hita
skipan í húsinum, og aftrat
verandi instalatiónum verð
ur ein tangi á 4000 litrar
settur upp. Tangin kemur at
virka sum ketil, men verður
hitaður av vatnorkuskipan
ini – og ikki við olju.
Drúgvar royndir
Tað er verksmiðjan IREM
í Italia, ið er framleiðari av
vatnorkuverkinum, sum nú
verður sett upp í Zarepta.
Fyritøkan hevur meira
enn fimmti ára royndir við
vatnmyllum, og verksmiðjan
hevur spesialiserað seg í at
framleiða og menna smáar
vatnmyllur.
Tað er tann serliga tøknin
hjá IREM við fleiri dysum, ið
spræna vatnið inn á vatn
rættliggjandi hjólið sum ger,
at mest møgulig orka fæst
úr vatninum.
Eisini elektroniska stýr
ingin er serstøk og gevur
støðugan javnan spenning
og frekvens.
Mett verður, at ein vatn
myllu-skipan er sera væl
egnað í føroyska umhvørv
inum. Skipanin gevur mestu
orkuna
vetrarhálvárið,
tá mest brúk er fyri orku,
og skipanin hevur ongar
rakstrarútreiðslur.
Vatnmylluni nýtist van
liga bara ein lítlan part av
ánni, og tí eru heldur eingi
náttúru-og umhvørvisárin.
Nú útbygging er farin fram í Zarepta, var hetta eitt gott høvi til at gera húsið grønari
ZAREPTA VIL
AV VIÐ OLJUNA
HVAT SKER? Hetta er spurningurin, sum Evy T. Nielsen setir á
Facebook-síðuni, Nólsoy Nú og Tá. Á myndini, sum hon legði út
í gjár, er ein rúgva av flogførum í luftini. Líknandi sjón var eisini
at síggja aðrastaðni í landinum í gjár.
Enn hevur tað
ikki vignast hjá
útróðrarbátunum í heyst
Vilmund Jacobsen
Streymurin
til
útróður
verður ikki av tí besta hesa
vikuna, og væntandi er ikki,
at nakað línuskip kemur
inn at landa fyrr enn seinni
í vikuni.
Á Fiskamarknaði Før
oya vænta tey tískil ikki
tær stóru nøgdirnar av
línufiski.
– Møguliga koma tvey
ella trý línuskip inn at
landa seinast í hesi vik
uni. Nøkur skip liggja við
bryggju, men fara vænt
andi út aftur í næstum.
Tey tvey ella trý línu
skipini,
sum
væntandi
koma inn at landa í vikuni,
hava mest av toski, longu,
brosmu og svartkalva.
– Tvey onnur línuskip,
sum eisini eru til fiskiskap,
men sum neyvan koma inn
at landa hesa vikuna, fáa
mest av longu og brosmu.
Á Fiskamarknaði Føroya
vita tey at siga, at streym
urin verður ikki av tí besta
teir næstu dagarnar, men
veðrið verður gott.
– Fiskiskapurin hjá út
róðrarbátunum er fram
vegis smáligur, verður lagt
aftrat.
Leygarkvøldið høvdu
sjómanskvinnuringarnir
í Suðuroy eitt gott kvøld í
Hvalba. Her vóru kvinnur í
øllum aldri; hin elsta 98 – og
hin næst elsta 95.
Mynd: TJ-myndir
Kveikjandi
vinnukvøld
Í kvøld, mánakvøldið
18. september klokkan
19, verður fjølbroytt og
forvitnisligt vinnukvøld
í Sunda kommunu.
Tað verða áhugaverdir
gestir, sum umboða
ymiskar vinnugreinar,
ið fara at siga frá.
Fyrsti gesturin verður
Helgi Olsen, stjóri
í byggifyritøkuni
Norðsetur í Hvalvík.
Hann fer at greiða
frá virkseminum
hjá fyritøkuni.
Næstu gestirnir
verða umboð fyri
handilin Stanley við
Norðskála, og tað
verða Jóhanna Dam
Dahl, nevndarforkvinna
og Maria Højsted
Dam, stjóri, sum
fara at siga frá.
Triði gesturin verður
er Bogi Nón, sølu- og
marknaðarleiðari
hjá nótavirkinum
Vónini. Vónin hevur
stóran bygning við
Norðskála, har teir
hava fleiri fólk í starvi.
Seinasti gesturin
verður Vígdis Fjallstein
Christiansen. Hon er
sangkvinna, bloggari,
mótaáhugað og mangt
annað. Vígdis er mest
kend fyri bloggin
Sukursøtt, har hon
skrivar um ymiskt í
sínum lívi og eisini
ummælir ymiskar vørur.
- Øll eru hjartaliga
vælkomin til
vinnukvøldið, siga tey
í Sunda kommunu.
vilmund@sosialurin.fo
Vánalig útlit til línufisk
Nýggja og grøna hitaskipanin
í Zarepta fer beinleiðis inn á
núverandi hitaskipan í húsinum