mánadagur 18. september 2017síða 7
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 18. september 2017 · Nr. 108
Skilir tingini at
Suðuroyar
Sparikassi
er
minsti peningastovnur í Før
oyum og millum teir minstu
í kongaríkinum, men hann
spælir ein týðandi leiklut –
serliga í Suðuroy og millum
suðuroyingar.
– Starvið sum stjóri í
Suðuroyar
Sparikassa
er
áhugavert
og
spennandi.
Eg skal mynda sparikassan
úteftir, og vit hava sera góð
fólk til dagliga raksturin,
so hann nýtist mær ikki at
blanda meg so nógv uppí,
sigur Søren Bruhn.
–
Tað
er
munur
á
sparikassum og bankum. Vit
eru ikki sett í verðina fyri at
fortjena stórar pengar, men
heldur fyri at hjálpa fólki at
seta búgv, og vit koma ongan
tíð at forvinna stórar pengar.
Um vit hugsaðu um profitt,
høvdu vit helst fingið stórar
trupulleikar, tí so høvdu vit
kanska farið aftaná øðrum
peningastovnum í 2005 og
2006, tá ið vit valdu eina
meira varliga kós, tí okkara
leiklutur er ein annar en
hann hjá bankunum, sigur
hann.
– Í 2002 vóru 202 peninga
stovnar í kongaríkinum, á
nýggjárinum verða tað 71.
Tað hevur verið eitt blóðbað
í bankaverðini, men vit eru
her enn og kunna eisini
frameftir spæla ein leiklut í
samfelagnum. Vit eru partur
av
lokalsamfelagnum
og
stuðla so nógv upp undir
mentan, ítrótt og annað
virksemi, sum vit megna.
Vit vilja at fólk trívast, og vit
royna veruliga at taka atlit
til umstøðurnar hjá fólki. Vit
vilja geva fólki frælsi at liva,
sum tey vilja, og tí royna vit
eisini at taka avmarkingar
burtur, so fólk sjálvi kunnu
avgera, hvussu tey skipa sín
gerandisdag, og hvussu tey
liva lívið, heldur enn at tey
skula liva upp til krøv frá
sparikassanum, sigur Søren
Bruhn.
Hann kennir tó eisini til
støður, har tað ikki gongur
sum tað skal fíggjarliga hjá
fólki ella fyritøkum.
– Tað eru sera truplar
støður at koma í – ikki minst
í einum lítlum samfelag sum
tí føroyska, her vit hitta
hvønn annan allatíðina. Eg
kann hava onkra ósemju við
ein persón í sambandi við
sparikassan, og seinni hittast
vit til fótbóltsdyst ella kaffi
onkrastaðni. Her mugu vit
skilja tingini at, hóast tað er
ein avbjóðing.
– Eg eri í øllum førum av
kláraður við hetta, og eg haldi
eisini, at fólk duga rímiliga
væl at skilja tingini at. Vit
eru øll greið yvir, at soleiðis
eru
treytirnar.
Hinvegin
kann eg ikki fjala út yvir, at
eg eri sparikassastjóri, og eis
ini verður roknaður sum tað
í mínari frítíð, men eg skal
ikki grenja, tí eg fái mína løn
fyri at vera stjóri, sigur Søren
Bruhn.
Ikki sami vøkstur
Sum mong onnur fegnast
sparikassastjórin í Suðuroy
um gongdina í føroyska bú
skapinum.
– Tað gongur væl, og vit
kunnu fegnast um tilflyting
til Føroya, at útflutningurin
er størri enn innflutningurin,
og at arbeiðsloysið hevur
verið sera lágt í langa tíð.
– Tað verður tosað nógv
um hákonjunktur í Føroy
um, men tað snýr seg ikki
bert um tað. Vit hava fingið
nógv meira pelagiskan fisk
í okkara lut – bæði tí kvot
urnar eru hækkaðar, og tí
okkara partur av samlaðu
kvotuni er hækkaður – og
hetta hevur styrkt okkara
búskap. Hetta snýr seg ikki
um konjunktur, men um
struktur, har vit flyta bú
skapin við nýggjum inn
tøkum til samfelagið. Vit
enda heldur ikki aftur í
gomlu støðuni, hóast fiski
skapurin av pelagiskum fiski
skuldi minka, tí vit eiga størri
lut av samlaðu kvotuni.
– Onkur kundi sagt, at
vandi er fyri hollendsku
sjúkuni, har livistøðið í sam
felagnum verður lyft orsaka
av inntøkum í einstøkum
vinnum, og at tað síðani
verður ein trupulleiki fyri
kappingarføri í samfelag
num, men eg havi meira
hug at halda, at her er heilt
einfalt talan um útboð og
eftirspurning, og at tað lagar
seg sjálvt, sigur Søren Bruhn.
Tað verður javnan víst á,
at Suðuroyggin ikki eigur
sama lut í búskaparvøkstri
num í Føroyum, sum onnur
øki í landinum eiga, og hes
um er Søren Bruhn lutvíst
samdur í.
– Vit hava ikki ekstreman
vøkstur her í Suðuroy, og
okkara bústaðarprísir eru
heldur ikki hækkaðir so nógv
sum aðrastaðni. Samstundis
sum vit kunnu fegnast um, at
arbeiðsloysið er lágt, og nógv
virksemi er í Suðuroynni,
kunnu vit eisini staðfesta,
at vit ikki eiga lut í teimum
stóru eykainntøkunum.
– Vit fegnast um, at Varðin
og Bakkafrost hava virksemi
í Suðuroy, tí tað er gott fyri
arbeiðsstyrkina,
skapar
ringvirkningar og mennir
okkara samfelag, men tær
stóru eykainntøkurnar av
virkseminum enda ikki í
Suðuroy, men fara víðari. Vit
mangla sterkar fyritøkur í
Suðuroy, sigur Søren Bruhn.
UNDIR FÝRA EYGUM
Hvønn føroyskan sang dámar tær serliga væl?
– Tað eru sera nógvir vakrir føroyskir sangir. Í løtuni lurti eg nógv
eftir Mítt vakra Føroyaland hjá Janusi Wiberg Mortensen. Siðurin
at syngja til veitslur er sera góður, og mær dámar serliga væl at
syngja Fagra blóma, Kom og dansa og Nánd.
Hvat land kundi tú hugsað tær at vitja?
– Kanada fyri náttúruna og Maldivurnar til avslapning, meðan oyggjarnar
framvegis eru her.
UM SØREN LÜNELL BRUHN
Søren Bruhn er 42 ára gamal og ættaður úr Struer í
Danmark. Hann er giftur Rudi Nielsen?? úr Trongisvági,
og tey eiga trý børn. Tey búgva í Trongisvági. Søren
er útbúgvin cand. polit, hann hevur tikið Master of
Science in Management frá Robert Gordon University, og
hann hevur eisini tikið styttri útbúgvingar á Columbia
Business School og Tietgen Business College. Í løtuni
tekur hann master í leiðslusálarfrøði. Hann flutti til
Føroya í 2001, og síðani 2005 hevur Søren L. Bruhn
verið stjóri í Suðuroyar Sparikassa.
– Eg havi hug at halda, at tað var eitt mistak, at eg varð settur í
starvið sum stjóri í Suðuroyar Sparikassa, tí eg visti púrt einki
um at reka banka. Hinvegin var tað ein fyrimunur, tí eg mátti
geva fólki rundan um meg pláss og álit, sigur Søren Lünell
Bruhn, sum hevur leitt Suðuroyar Sparikassa síðani 2005
Mynd: Álvur Haraldsen