Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-09-18, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. september 2017síða 6

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 18. september 2017 · Nr. 108 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 UNDIR FÝRA EYGUM Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eyðun Klakstein Á einari kollegiugongd í Grøn­jordskollegie á Amager í 1993 hitti Søren Lünell Bruhn, sum var komin úr Struer at lesa, eina gentu úr Trongis­vági, ið var farin til Dan­markar at taka út­ búgv­ing. Onkur vildi sagt, at tað var rein tilvild, at Søren búði í íbúð nummar 19 og at Rudi búði í íbúð nummar 16. Tilvild ella ei, tey gjørd­ust væl, og síðani varð slóð­að fyri einari lívsgongd, sum smá­ drongurin Søren ongantíð hevði droymt um, tá ið hann spældi kring Limfjørðin har norðuri í Jútlandi. Nú góð 20 ár seinni er Søren Bruhn á 13. ári stjóri í Suður­oyar Sparikassa, og síð­ani 2001 hevur han búð í Føroyum. – Eg endaði í Føroyum, tí »eg kysti skeiva gentuna«. Tað sigi eg sjálvandi í skemti, men eg ætlaði mær í grund­ ini ikki til Føroya. Eitt skifti vóru eg og Rudi frá hvørjum øðrum, tá ið hon flutti til Før­ oya, og eg hevði ikki hug at fara við. Men eg kom skjótt til niðurstøðuna, at eg vildi brúka lívið saman við henni, og so mátti eg fara aftaná til Føroya, sigur Søren Bruhn. Fyrstu trý árini ar­beiddi økonomurin í Fíggjar­mála­ ráð­num og á Almanna­stov­ uni, men seint í 2004 varð stjóra­hurðin í Suðuroyar Spari­kassa gloppað, og endin var, at Søren Bruhn fór inn gjøg­num hurðina tann 1. jan­ uar 2005. – Eg havi hug at halda, at tað var eitt mistak, at eg varð settur í starvið. Eg hevði útbúgving sum national­øko­ nomur og visti púrt einki um at reka banka. Eg hevði tikið eitt bilalán og hevði dankort, men annars hevði eg lítið sam­band við bankan, sigur Søren Bruhn. Onkur mundi vita, at Søren Bruhn hevði eginleikar til at røkja ein peningastovn, tí nú er hann tann av virk­ andi bankastjórum í Føroy­ um, sum hevur sitið longst í starvinum. – Tað var ein fyrimunur, at eg ikki visti so nógv um banka­rakstur, tí eg mátti geva fólki rundan um meg pláss og álit. Eg mátti brúka vit­anina hjá starvsfólkunum og hava álit á teimum. Tað haldi eg hevur verið gott fyri sparikassan, og helst hevði tað gingið mær øðrvísi, um eg kom trumlandi inn og helt meg vita betur enn øll onnur, sigur Søren Bruhn. Lætt at koma til Føroya Søren Bruhn hevur nú búð og virkað í Føroyum í 16 ár, og hann hevur havt Trongisvág og Suðuroy sum heimavøll. – Eg havi føroyska konu, so tað var lætt hjá mær at koma inn í føroyska sam­fe­ lagið, men sum heild haldi eg, at føroyingar eru opnir og gestablíðir, og tí er lætt at flyta til Føroya at búgva, sigur Søren Bruhn. – Nú havi eg búð í Føroy­ um í 16 ár, og hetta er næst­ an staðið, sum eg havi búð longst í mínum lívi, og so kann eg spyrja meg sjálv­an, hvat eri eg nú. Eri eg før­ oy­ingur ella dansk­ari? Eg havi grinda­prógv, dugna­ skaps­roynd og skilji før­ oyskt, men eg eri ikki før­ oy­ing­ur. Í Danmark siga tey »føroyingurin« um meg, men eg kenni meg ikki sum føroying, hóast fólk í Føroy­ um ofta gloyma, at eg eri dansk­ari. – Tað er einki galið við ikki at vera føroyingur, men tit eru eitt sera ærukært fólka­ slag, sum avrikar stór ting, hóast tit – eins og danskarar – bert eru smáir dropar í havinum. Eg eri hugtikin av tí og øvundi tykkum fyri, at tit eru so tilvitað um málið, mentan og traditiónir. Hetta er nakað, sum eg ongantíð verði 100 prosent partur av. Danska samfelagið flytur seg eisini, men eg eri fluttur burtur frá mínum egna landi og mentan, so eg eri í einari millumstøðu. Søren Bruhn trívist sera væl í Føroyum og hevur eitt róligt og støðugt samband við Danmark. – Eg eri í Danmark einar fimm ferðir um árið, so mær leingist ikki til Danmarkar sum so. Onkuntíð kann eg sakna tey góðu maikvøldini í Danmark, tá ið tú kundi sita úti í einari t-shirt og njóta lýggja veðrið, men longsul kann skjótt blíva romant­ iskur, tí Struer, sum eg kendi sum barn og ungur, er ikki Struer í dag, sigur hann. LÆTT AT KOMA INN Í FØROYSKA SAMFELAGIÐ – Eg havi grindaprógv, dugnaskapsroynd og skilji føroyskt, men eg eri ikki føroyingur. Í Danmark siga tey »føroyingurin« um meg, men eg kenni meg ikki sum føroying, hóast fólk í Føroyum ofta gloyma, at eg eri danskari, sigur Søren Lünell Bruhn, sum er stjóri í Suðuroyar Sparikassa. Hann heldur, at tað mundi vera eitt mistak, at hann bleiv stjóri í sparikassanum Hvør er tín yndismatur? – Tvøst, spik og epli er fantastiskt. Hvat gert tú, tá ið tú slappar av? – Lesi og læri okkurt nýtt. Mær dámar sera væl kensluna, tá ið alt tykist svart og frustererandi, og brikkarnir síðani spakuliga fella upp á pláss.