Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-09-18, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. september 2017síða 5

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 18. september 2017 · Nr. 108 Smyril Line vann fríggja­dagin heið­urin sum Ársins Virki 2017 á vinnudegnum, sum Vinnuhúsið skipaði fyri í Norðurlandahúsinum fríggjadagin. Vit prenta niðanfyri grund­ gevingarnar hjá dóms­nevndini fyri at kjósa Smyril Line til heiðurin: »Nú á døgum er tað týdn­ingar­ mikið at flyta seg, verð­ur sagt. Man má vera flyt­førur! Og tað eru vit so. Vit flyta okkum eftir størvum og útbúgvingartilboðum, bæði í Føroyum og uttanlands. Og tá vit so hava feriu, vilja vit helst brúka frítíðina á eksot­iskum støðum. Hjá út­lendingum kann tað verða í Føroyum, meðan tað hjá før­ oy­ingum eisini kann vera longri burturi. Vit flyta okk­um saman við familjuni til tey feriu­støð, sum tykjast mest spennandi. Á sama hátt er flutningur ein týðandi lívlína hjá før­oyska vinnulívinum. Vit hava stórar útflutnings­fyri­tøkur, sum selja sínar vør­ur til fjarskotin lond, og sum tí mugu flyta vør­ur­nar langa leið. Men so at siga allar føroyskar fyri­tøkur hava eisini tørv á at inn­flyta ymiskt til sítt virk­semi. Gongur tú í dag ein keitúr, eru tað ikki bara konteynarar, øl og brennivín, og timbur, sum skipast inn, men eisini fullfermdir trail­arar, stórar maskinur, tilfar og amboð. Og tað er ikki bara millum kl. 3 og 5, men allar tíðir á døgninum, allar dagar í vikuni. Fyri at fáa hetta sam­fe­lagið at hanga saman, og fyri at geva fólki og fyritøkum tað, tey vilja hava, er neyðugt við flutningstænastum av góðari góðsku. Og er tað eitt øki, har Føroyar veruliga hava ment seg seinastu øld­ina, er tað júst her. Tað er menningin í flutn­ings­ tæn­astum, sum hevur gjørt tað møguligt hjá einari alifyritøku at selja ein laks á einum fiska­markn­ aði í New York 72 tímar eftir, at hann er tikin úr aliringinum. Somu­leiðis er tað menningin av flutningstænastunum, sum hevur gjørt tað so nógv høg­ligari at fáa tann rætta eyka­lutin til maskinuna, ella hjá handilsvinnuni at fáa júst tann rætta fidgetspinnaran, sum børnini ynskja sær. Tá so nógv er at flyta av bæði fólki og farmi, gevur tað eisini møgu­leikar fyri einum vinnuvegi hjá teimum, sum hava skil fyri logistikki. At gera seg galdandi á ein­um flutningsmarknaði við harð­ ari kapping er tó lætt­ari sagt enn gjørt. Tað krevur, at tú altíð ert líka langt frammi í skónum, sum kapp­ ingar­neytarnir eru. Ársins Virki 2017 hevur fyrr roynt, hvussu torført tað kann vera at fáa rakst­ur­in at hanga saman, men hevur, við at tillaga og trimma virksemið, megnað at skapa eina sunna, væl rikna fyritøku. Felagið hevur ment søluna og marknaðar­ føringina hjá felagnum, og hevur bjóðað nýggjar tænastur fram, sum bæði hava økt um søluna og nøgdsemið hjá kundunum. Inn­ tøkurnar hjá felagnum koma í dag í stóran mun frá kundum uttan fyri Føroyar, og eitt nú kann nevnast, at 80% av ferðafólkasøluni liggur uttan fyri Føroyar. Felagið hevur við hesum stóran týdning fyri før­ oysku ferðavinnuna. Ársins Virki 2017 er ein týðandi føroyskur arbeiðsgevari, og tað munnu vera mong ung fólk, sum byrjaðu sítt arbeiðslív við at arbeiða eina summarferiu ella báðar tvær umborð á flaggskipinum hjá hesum flutningsfelagnum. Starvs­ fólkatalið er eftir fáum árum økt munandi, og í dag arbeiða eini 300 fólk í felagnum. Tað er møguligt, at frítíðin hjá teimum ferðandi byrjar umborð, men hjá starvsfólkunum, sum hvønn dag skulu tryggja, at kundarnir eru nøgdir, og at vøran kemur fram til tíðina, er talan um hart arbeiði. Ársins Virki hevur torað at gjørt stórar íløgur í nýggj tól á einum marknaði, sum frammanundan er merktur av harðari kapping. Serliga eru íløgur gjørdar í trý farmaskip, so skipatalið er økt úr tí eina skipinum upp í fýra skip. Virk­ semið av farmaflutningi er nógv ment við nýggjum flutn­ings­leiðum og tænastum, sum hava betrað munandi um flutnings­møgu­ leik­arnar og reglusemið til og úr Føroyum og Íslandi. Eisini er felagið farið í holt við hotellvirksemi, og hevur sum eina byrjan yvirtikið raksturin av frítíðardeplinum í Skálavík. Felagið hevur megnað at økt um virksemið og um søluna á einum marknaði við harðari kapping, uttan at tað hevur ávirkað avkastið í felagnum negativt. Avkastið hev­ ur sum heild verið hækkandi seinnu árini. Við støði í menningini av felag­num og í góðu úrslitunum hjá felagnum, er dómsnevndin – sum tit ivaleyst longu hava gitt – samd um, at Ársins Virki 2017 er Smyril Line. Vit vilja tí fegin bjóða stjóranum í Smyril Line, Rúna V. Poulsen, oman at taka ímóti heiðr­ inum. ÁRSINS VIRKI HEVUR TORAÐ AT GJØRT STÓRAR ÍLØGUR Í NÝGGJ TÓL – á einum marknaði, sum frammanundan er merktur av harðari kapping TÍÐINDI Danjal av Rana Hiking.fo er kosið til ársins átak á Vinnudegnum. Talan er um eina heimasíðu, sum bjóðar fólkum túrar í føroysku náttúruni. Hon vísir millum annað leiðina upp á toppin á ymiskum fjøllum í Føroyum. – Eg veit ikki um nakran tanka so tungan, at tú ikki kanst ganga teg frá honum, segði danski heims­ spekingurin Søren Kierke­gaard. Hetta kundi passandi verið grund­tankin undir heimasíðuni Hiking.fo, sum sp/f Hiking hevur ment. Maðurin, sum hevur stovnað felagið og heimasíðuna kennir før­oysku fjøllini sum sín egna buksu­lumma. Hann hevur verið á teimum øllum, teimum hægstu yvir 50 ferðir og er ein av teimum 30 føroyingunum, sum hevur verið á øllum fjøllunum í Føroyum. – Tyngsti túrurin var tann eg gjørdi í Suðuroy í fjør, tá eg vitjaði allar fjallatopparnar á einum túri. Tá var eg á 55 toppum á einum túri, sum strekti seg yvir 130 kilometrar og vardi í 33 tímar. Í august í fjør varð heimasíðan hiking.fo løgd út á netið. Pól Sund­ skarð sigur, at hann hevði fleiri endamál við heimasíðuni. – Tað er ikki heilt vandaleyst at ganga í føroysku fjøllunum, og tí valdi eg at gera hesa heimasíðuna, sum kann vegleiða fólki, hvørja leið tey skulu ganga. Samstundis er hon eisini fyri tey, sum ynskja at fáa lut í teimum upplivingum, sum fjøllini hava at bjóða, men sum ikki vita, hvar tey skulu ganga og tí ikki hætta sær avstað, sigur Pól Sundskarð. Heimasíðan skal eisini vera eitt amboð, sum førir bóndan, sum varðar av haganum, og gongu­ mannin nærri saman. – Uppskotið til føroyska stjórn­ ar­skipan sigur, at rætturin at ganga frítt í fjøllunum ikki má takast frá okkum, men at øll mugu sleppa at ganga, tó uttan at nakar fær ampa av tí. Bóndin varðar av fjøllunum og seyðinum, sum gongur har. Tì mugu gongufólk og bóndir sam­ starva og eg vóni, at síðan kann vera eitt stað, har hesi koma í samband hvør við annan, sigur Pól Sundskarð. Umframt at vísa leiðina upp á fjøllini, bjóðar síðan eisini fólki at bíleggja ferðaleiðara til túrin. Hesin parturin av síðuni hevur eisini eydnast væl, so mikið, at Pól Sundskarð nú er fulltíðar ferða­ leiðari. – Í oktobur, tveir mánaðir eftir at síðan sá dagsins ljós, segði eg meg úr mínum borgarliga starvi og fór at arbeiða fulla tíð sum ferða­ leiðari, sigur hann. Hetta hevur eisini vigað í grund­ gevingini hjá dómsnevndini, tá hon valdi at kjósa Hiking.fo til ársins átak, at ein ókeypis tænasta legði lunnar undir eitt fulltíðar starv hjá upphavsmanninum. Fann sær eitt starv í fjøllunum – Eg fann nakað í fjøllunum sum eg ongantíð hevði droymt um – eitt starv, segði Pól Sundskarð, tá hann tók ímóti heiðurinum, sum Ársins Átak 2017 Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum, og Bogi Jacobsen, formaður í Føroyar Arbeiðsgevarafelag handa Rúna Vang Poulsen, stjóra á Smyril Line heiðurin sum Ársins Virki 2017