mánadagur 18. september 2017síða 4
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 18. september 2017 · Nr. 108
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
GREINING
Tá ið tingið í morgin fer unddir at viðgera uppskotið um nýggja fiskivinnuskipan
bendir alt á, at samgongan sjálv samtykkir uppskotið – annars skal Høgni
Hoydal, Landsstýrismaður, boyggja seg og minka um uppboðssøluna
Uppboðssølan forðar
fyri breiðari semju
Árni Gregersein
Uppboðssølan av 25 prosentum av
fiskirættindunum er tað, sum fyrst
og fremst forðar fyri einari breiðari
politiskari semju um nýskipan av
fiskivinnuni.
Í uppskotinum, sum fær 1. við
gerð í morgin, stendur, at 25 pro
sent av øllum veiðirættindum
skulu seljast um eina uppboðssølu.
Harumframt eru sjey prosent sett
av til menningarkvotur, sum verða
útlutaðar til serlig økir í landinum.
Tað vil siga í rundum tølum, at
ein triðingur av øllum rættindum
eru í spæli, meðan restin er latin
teimum, sum longu nú eru í vinn
uni.
Bæði vinnan og andstøðan í
tinginum sigur, at uppboðssøla
undir slíkum viðurskiftum fer at
gera, at tað í stóran mun fer at vera
tey, sum loongu frammanundan
eru í vinnuni, sum fær at orka at
bjóða uppá rættindini.
Við øðrum orðum fer ein betri
at komuligheit til vinnuna ikki at
virka soleiðis í praksis.
Løgmaður segði við Sosialin,
at hann heldur ikki heldur, at at
komuligheitin gerst nóg góð við
nýggja uppskotinum, men at hon
gerst betri og at hetta er so langt til
bera at koma nú.
Semjan
Samgongan er á einum máli um
uppskotið, sum skal viðgerast. Tað
hava samgonguleiðararnir boðað
frá fleiri ferðir. Um tað vil siga, at
samgongan er samd niður í smálut
irnar fáa vit at síggja undir orða
skiftinum.
Samgongan hevur alla tíðina
sagt – og í stóran mun vinnan eisini
– at tað er avgerandi at ein breið
semja verður gjørd, so vinnan fær
nakað at halda seg til og at semjan
verður standandi í meira enn eitt
valskeið.
Men sum uppskotið liggur nú
er onki sum bendir á, at teir stóru
andstøðuflokkarnir fara at taka
undir við uppskotinum.
Jakob Vestergaard, Fólkaflokk
urin, hevur greitt sagt, at Fólka
flokkurin ikki fer at taka undir
við uppskotinum. Fyri flokkin er
uppboðssølan ein trupulleiki, men
ein annar stórur trupulleiki er, at
farið verður frá fiskidøgum til eina
kvotaskipan.
Tað tekur Fólkaflokkurin als
ikki undir við.
Sambandsflokkurin tekur held
ur ikki undir við uppskotinum.
Næstformaðurin
í
flokkinum,
Magni Laksáfoss, hevur skrivað
eitt lesarabræv, har hann staðiliga
mælir til at ein semja verður gjørd
og hann sigur, at Sambandsflokk
urin og hann sjálvur fara at gera
tað teir kunnju, fyri at fáa eina
semju.
Men eisini í sambandi við
Sambandsflokkin er tað uppboðs
sølan, sum er forðingin.
Sambandsflokkurin heldur sum
fleiri onnur, at við at næstan ein
triðingur verður settur í spæl á
uppboðssølu ella sum menningar
kvotur, so ger tað heilt greitt, at tað
vera tey, sum eru í vinnuni, sum fáa
fyrimunirnar.
Tað fer at geva landskassanum
nógvan pening eitt skifti, men aft
urfyri fer inntjeningin hjá teimum
stóru feløgunum at at minka mun
andi og gera tey verri fyri.
Tað stutta av tí langa er, at skal
Sambandsflokkurin taka undir við
uppskotinum, so skal uppboðs
sølan burtur. Restin ber til at sam
ráðast um.
Tá ið samráðingar í vár vóru
millum Sambandsflokkin og sam
gonguna, var Sambandsflokkurin
gingin við til,a t ein lítil partur fór
um uppboðsasøluna.
TGá var tað ein partur av sam
ráðingunum, har flokkurin fekk
okkurt annað afturfyri. Tað er
broytt aftur til tað, sum samgongan
vil hava, so líkindini fyri semju eru
ómetaliga smá.
Samgonguleiðararnir hava gjørt
sær greitt, at skal uppskotið fáa
meirluta í Løgtinginum, so er av
gerandi neyðugt, at samgongufólk
ini halda floksdisiplin.
Tað verður ov váðið at rokna
við, at andstøðuatkvøðurnar fara
at bera uppskotið ígjøgnum, hvørki
frá teimum størru ella teimum
smørru andstøðuflokkunum
Høgni Hoydal, landsstýrismaður, skal boyggja seg nógv, skal andstøðan gerast ein partur av breiðari semju.
Jakob Vestergaard, Fólkaflokkurin, sigurt heilt greditt, at hansara flokkur
als ikki tekur undir við uppskotinum og fer ikki at atkvøða fyri tí.
Magni Laksáfoss, næstofmraður í Sambandsflokkinum,
bjóðar til semju, men uppboðssølan skal burtur.