Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-09-18, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. september 2017síða 3

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 18. september 2017 · Nr. 108 TÍÐINDI Dánjal av Rana Sigurin hjá TAKS móti eig­ar­ un­um av Varðanum í lands­ rætt­inum í fjør kann enda við at kosta TAKS sjey ferðir meiri enn stovnurin vann. Hægsti Rættur stað­festi í 2015, at sølan av parta­brøv­ un­um í Varðanum frá P/F Vinn­an, sum átti Varðan, til íløgu­felagið P/F 30/9-2005, sum hevði somu eigarar, í veru­leikanum var útlutan av vinningsbýti og ikki søla. Tí skuldu eigararnir rinda 53,4 milliónir krónur í skatti av hesum vinningsbýti, stað­ festi Hægsti Rættur. Onnur akt í málinum byrj­aði so í Føroya Rætti í farnu viku. Tá saksøkti TAKS eigarunum av Varð­ an­um, sum hava biðið TAKS um at vátta, at teir fram­ vegis eiga og hava alla tíð­ ina átt partabrøvini í Varð­ an­um. Teir vilja vera við, at nú Hægsti Rætt­ur hevur staðfest, at teir ong­an­ tíð hava selt parta­brøvini, so eru teir um­fat­að­ir av skiftisregluni í skatta­lóg­ini. Um so er, skulu parta­eig­ar­ ar­nir ikki skattast av teimum fyrstu 890 milliónunum, sum Varð­in verður seldur fyri, skuldu teir ynskt at selt. TAKS vann í Hægsta Rætti Gamla málið snúði seg um, tá eig­ar­ar­nir av Varðanum, í P/F Vinn­uni, seldu partabrøvini til eitt holding felag, P/F 30/9- 2005, sum teir sjálvir áttu, fyri 250 milliónir krónur. Stutt seinni løgdu kortini P/F vinnan og P/F 30/9- 2005 saman, við tí úrslitið, at nú sótu eigararnir aftur við somu ogn í sama felagið sum upprunaliga, men vóru 250 milliónir krónur ríkari. Søla av partabrøvum, sum ein hevði havt í minsta lagi síð­ani 2001, var skattafrí tá á døg­um og tí rindaðu teir 11 eigararnir av Varðanum ikki skatt av hesum 250 milliónum krónunum, sum teir fingu fyri partabrøvini. TAKS helt ikki, at hetta var í tráð við skattalógina. Hó­ast eigararnir søgdu, at tal­an var um eina sølu, vildi TAKS vera við, at talan var um fjalt vinningsbýti, sum er skatt­skyldug. Eigararnir fingu viðhald í Føroya Rætti og í Eystara Lands­rætti, men í Hægsta Rætti vann sjónarmiðið hjá TAKS frama. Hægsti Rættur dømdi tí, at í veruleikanum var ikki talan um sølu, men um kapitalvinningsbýti, og tí skal skattur rindast av vinn­ing­inum, 53,4 milliónir krón­ur. Snýr seg um góðar 300 milliónir krónur Nú er tað, at málið gerst eitt sind­ur fløkt. Í 2007 bleiv skatta­lógin broytt, so at nú eru søla av partabrøvum ikki longur skattafrí. Tó so, um tú hevur havt parta­brøv­ini síðani áðrenn 2001, so skalt tú einans rinda skatt av virð­ is­økingini á parta­brøv­un­um frá 1/1-2007 til tá tú selur parta­brøvini. Nú er spurningurin so – Hev­ur Hægsti Rættur stað­ fest, at partabrøvini í P/F Vinn­an ikki blivu seld til P/F 30/9-2005 í 2005? Um so er, so eiga hava teir 11 eig­ar­ar­ nir átt partabrøvini sam­an­ hangandi síðani áðrenn 2011 og tí skulu teir einans rinda skatt av virðisøkingini síð­ ani 2007, um teir skuldu selt Varðan í dag. Ein grannskoðari hevur mett, at virðið á Varðanum í 2007 var 890 milliónir krónur. Tað vil siga, at tær fyrstu 890 milliónir krónurnar av sølu­ prís­inum á Varðanum vera skattafríar, um teir 11 eig­ar­ar­ nir kundu hugsað sær at selt. Blivu partabrøvini so nakrantíð seld? Eigararnir av Varðanum spurdu so TAKS í novembur 2015, eftir dómin í Hægsta Rætti, um TAKS kundi geva teim­um eitt bindandi svar upp á, at eigararnir ongantíð høvdu selt partabrøvini í P/F Vinn­uni. Um tey ongantíð eru seld, hava teir átt tey síð­ani 2001 og kunnu tí selja tey skattafrítt fyri ein stóran part. Teir vilja vera við, at Hægsti Rættur jú staðfesti, at talan var um vinningsbýti og ikki sølu. TAKS noktar og sig­ur, at Hægsti Rættur als ikki tók støðu til upp­runa­ligu søl­ una, men ein­ans til skatta­ tekn­isku av­leið­ing­ar­nar av søl­uni. Á vári 2016 kæra eigararnir svarið frá TAKS til Skatta- og Av­gj­aldskærunevndina, sum gev­ur eigarunum viðhald. Jú, um Hægsti Rættur sigur, at talan er um vinningsbýti, so er eingin søla farin fram, og eigararnir hava átt partabrøvini alla tíðina síð­ ani 2001. Tí valdi TAKS at stevna eig­ar­unum í einum borg­ ar­ligum sakarmáli, fyri at fáa Føroya Rætt at broyta av­gerð­ina hjá Skatta- og av­ gjalds­kæru­nevndini. Summa summarum er, at um Føroya Rættur gevur eig­ar­unum av Varðanum við­ hald, skulu eigararnir ikki rinda skatt av teimum fyrstu 890 milliónum krónunum, sum teir fáa fyri fyritøkuna. Tað svarar til góðar 300 milli­ ón­ir skattafríar krónur. Um so, verður sigurin hjá TAKS í Hægsta Rætti í 2015, sum gav eigarunum boð um at rinda 53,4 milliónir krónur í skatti, kanska ikki so søtur kortini. Vilja ikki dupultskattast Eigararnir av Varðanum halda tað vera órímiligt, at teir skulu skattast tvær ferð­ ir fyri somu partabrøv. – Tað hongur ikki logiskt sam­an hjá TAKS, fyrst at føra fram, at partabrøvini ikki veruliga blivu seld í 2005, og nú, eftir at Hægsti Rættur gev­ur teimum viðhald, siga, at tey blivu seld kortini, sigur Christi­an F. Andreassen, sak­førari hjá eigarunum av Varð­anum. Christian F. Andreassen førdi í rættinum fram, at Hægsti Rættur, við avgerð síni í 2015, umgjørdi søluna av partabrøvum í 2005 til vinn­ingsbýti. Tískil eigur støð­an í dag at vera, at eingin søla fór fram í 2005. Christian F. Andreasen held­ur tað vera órímiligt, at partaeigararnir skulu skatt­ ast tvær ferðir av somu parta­brøv­um. – Teir hava rinda skatt av has­um sum vinningsbýti, eft­i­r dómin í Hægsta Rætti í 2015. Teir kunnu ikki aftur krevj­ast eftir skatti av somu parta­brøvum, um teir velja at selja tey. Ein eigur ikki at rinda skatt tvær ferðir av somu aktivum, sigur hann. Um Føroya Rættur gevur eigarunum av Varðanum viðhald, kann sigurin hjá TAKS í Hægsta Rætti kosta landskassanum einar 300 milliónir krónur YNSKJA AT SELJA VARÐAN SKATTAFRÍTT