mánadagur 18. september 2017síða 2
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 18. september 2017 · Nr. 108
2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Oddagrein
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Kjak síða 10
Magni
vil semju
um ný
skipan
síða 10
Heini
ummælir
Arnstein
Fríggjadagin var vinnan savnað
í Norðurlandahúsinum at kjak
ast um vinnulig evni, at netverka
og annað, sum hildið verður hava
týdning hjá einstøku vinnufyri
tøkunum – og at lurta eftir eggjandi
fyrilestrum frá mætum vinnulívs
fólki til íblásturs.
Fastur táttur á hesum degi er at
kjósa Ársins Virki, sum hesaferð
var Smyril Line.
Er Atlantsflog okkara tjóðar
flogfelag, so er Smyril Line okkara
tjóðarskipafelag. Tað byrjaði sum
privat initiativ eftir eina buldraliga
byrjan við almennari uttanlands
sigling, sum í nógv á var politisk
kastibløka.
Smyril Line var mangan í tung
um sjógvi – og tað almenna hevur
fleiri ferðir tikið um endan soleiðis,
at felagið ikki fór av knóranum.
Tá tað almenna seinast loftaði
felagnum, var tað um reppið, at fel
agið fór av knóranum, tí meirilutin
á tingi var tepur. Tú hoyrdi tingfólk
siga, at fer Smyril Line, so kemur
bara onkur annar. Sum um tað var
ein sjálvfylgja, at vit høvdu fingið
eitt nýtt tjóðarskipafelag.
Tann brekkan hevði uttan iva
verið bæði tung og brøtt.
Men við í seinastu bjarging var
eisini privatur partapeningur – og
tann samansetingin, sum tá varð,
førdi við sær, at almenni ognarlut
urin minkaði, so at meirilutin í dag
er á privatum hondum.
Men úrslitið talar sjálvandi fyri
seg. Síðani felagið kom í neyð í 2008
við einum halli upp á 208 milliónir
krónur, hevur gingið framá – og
seinastu
tvey
roknskaparárini
hevur úrslitið ligið væl oman fyri
50 milliónir krónur.
Størsti parturin av ferðaseðla
søluni hjá Smyril Line er til út
lendingar – um 80 prosent, sum
ger felagið til eitt altjóða felag, sum
tjenar pengar til Føroya, og sum
fær ferðafólk at koma hendavegin
heldur enn at satsa uppá at senda
føroyingar av landinum at sóla sær.
Seinastu árini hevur felagið
vaksið munandi um farmapartin
og keypt trý skip afturat flotanum,
har felagið eisini er ein týðandi lið
ur í farmaflutninginum millum Ís
land og meginlandið.
Nógv bendir á, at seinasta bjarg
ingin av tjóðarskipafelagnum eydn
ast – og at leiðsla og nýggir eigarar
hava megnað at ment fyritøkuna
til nakað nógv meira, enn bara at
flyta føroyingar uttanlands at ferð
ast, men at vera ein týðandi lutur í
menningini av Føroyum sum ferða
fólkaland – og at flyta farm milllum
fleiri lond umframt Føroyar.
Ein verdur vinnari, hjartaliga til
lukku Smyril Line!
TjóðARSKIPAFELAGIÐ HEIÐRAÐ
Sakførarin hjá
TAKS, Mimi
Steintórsdóttir,
avvísir blankt
áheitanini frá
eigarunum av
Varðanum, at
TAKS skal stað
festa, at parta
brøvini ongantíð
eru seld
Danjal av Rana
– Tað var als ikki partur av
viðgerðini í Hægsta Rætti.
Vit mugu ansa okkum ikki
at brúka avgerðina í Hægsta
Rætti til niðurstøður, sum
Hægsti Rættur hvørki hevur
viðgjørt ella er so mikið sum
spurdur um, segði hon í Før
oya Rætti.
Hon vísir eisini á, at tað
einans er ein partur av sølu
upphæddini frá 2005, sum
verður skattað sum vinn
ingsbýti.
– Tað eru einans 152,5 mill
iónir krónur av søluprísinum
á 250 milliónir krónur, sum
Hægsti Rættur metir eru
vinningsbýti. Tí halda vit
ikki, at tað er rætt at siga,
at øll sølan bleiv strikað við
avgerðini hjá Hægsta Rætti.
Sølan er farin fram, men
einans ein partur av sølu
prísinum er mettur at vera
vinningsbýti, sigur Mimi
Steintórsdóttir.
Hon sigur, at TAKS ong
antíð hevur ført fram, at søl
an skal strikast, einans at
skattligu avleiðingarnar ikki
vóru, sum eigararnir hildu.
– Sølan av partabrøvu
num í 2005 og fusiónin av fel
øgunum í 2006, var ein roynd
at fjala út yvir, at partaeig
ararnir fingu vinningsbýti,
so at teir ikki skuldu rinda
skatt av hesum, sigur Mimi
Steintórsdóttir. Tað er hesin
pástandinum, sum TAKS
hevur fingið viðhald í í
Hægsta Rætti í 2015.
– TAKS valdi at fylgja pen
ingastreyminum og síggja,
hvør fekk ágóða av hesi
framferð, og kom tá til ta nið
urstøðu, at talan var um út
lutan, sum er skattskyldug.
Grundarlagið undir øllum
málinum er sølan, sum bleiv
framd í 2005. Tí er tað marg
háttligt, at eigararnir nú, 12
ár seinni, vilja hava TAKS at
vátta, at eingin søla er farin
fram, sigur hon.
Hon heldur ikki, at tað er
nakar trupulleiki, at eigarar
nir nú verða skattaðir tvær
ferðir av somu aktivum,
skuldu teir selt partabrøvini.
– Tann vandin er til stað
ar, tá man, sum í hesum føri
num, verður tikin fyri at
royna at fjala upplýsingar
fyri skattavaldinum. Lógin
sigur, at í slíkum førum er
væl møguligt, at onkur verð
ur skattaður bæði tvær og
tríggjar ferðir, men at hetta í
sær sjálvum ikki gevur rætt
til skattafrítøku seinni, førdi
Mimi Steintórsdóttir, sakfør
ari hjá TAKS, fram í Føroya
rætti.
Hægsti Rættur viðgjørdi
ikki spurningin um sølu
Tað hevur gingið sera væl,
síðani felagið varð bjargað
Mimi Steintórsdóttir er sak
førari hjá TAKS
– Men hann
segði ikki ósatt.
Tað staðfestir landsstýris
málanevndin í svari til kæru
frá Bjørn Kalsø, sum hevði
kært eftir at Høgni Hoydal
hevði svara ófráboðaðum
fyrispurningi frá Óluvá Klett
skarð viðvíkjandi antitrust
reglunum.
Høgni Hoydal segði, at
antitrust fór ikki at virka aft
ureftir, og tí fóru øll at varð
veita sítt verandi virksemi.
Tað fór tó at verða ein av
bjóðing tá at vaksa meira,
tí um tey vórðu oman fyri
antitrustmarkið, so kundu
tey jú ikki bjóða upp á nýggj
rættindi.
Hanus Hansen, reiðari,
segði, at hansara virksemi fór
at minka í Barentshavinum
til dømis, tí hann ikki slapp at
bjóða upp á nýggj rættindi. Tí
fór hansara partur at minka
við tíðini.
Meirlutin í landsstýris
málanevndini, Magnus Ras
mussen og Annita á Fríðriks
mørk, siga, at tá talan er um
ein ófráboðaðan spurning,
eigur atlit at takast til, at
landsstýrismaðurin ikki hev
ur havt tíð at fyririeka seg.
Eisini er talan um eitt tor
greitt og fløkjasligt uppskot.
Tó var svarið hjá lands
stýrismanninum so mikið
ógreitt, at tað kundi tulkast
ymsar vegir, og tað eigur
ikki at koma fyri hjá einum
landsstýrismanni.
Heldur
átti hann at verið betur fyri
inni í einum lógaruppskoti,
at hann kann geva eitt greið
ari svar.
Meirlutin metir ikki, at
landsstýrismaðurin
hevur
sagt ósatt við vilja ella av
grovum ósketni. Tí meta tey
ikki, at talan er um brot á
lógina um ábyrgd landsstýr
ismanna.
Minnilutin, Jógvan Skor
heim, vildi ikki taka eina
støðu í málinum, tí eftir
hansara sannføring, so hevur
landsstýrismálanevndin ikki
tær neyðugu heimildirnar
fyri at viðgera innkomin mál
á fullgóðan og álitisvekjandi
hátt. Tí vil hann ikki gera
eina niðurstøðu í hesum máli
ella í øðrum málum framyvir.
Høgni var ógreiður
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Fyritaksstjóri
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin