mánadagur 18. september 2017síða 22
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 18. september 2017 · Nr. 108
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vikan ið fór
Víkingur tekur eitt
risa fet móti FM, tá
liðið vinnur á HB í
Gundadali. Adeshina
Lawal skorar
avgerandi málið
stutt fyri tíð, men rok
móti endanum stjelur
yvirskriftirnar.
Páll A. Klettskarð er
nýggjur limur í “Klubb
100” í bestu deildini
í føroyskum fótbólti.
Hann skorar fýra mál,
tá KÍ vinnur 6-0 á EB/
Streymi og er nú komin
upp á 102 mál í bestu
deildini.
07 Vestur fær eina
bjargingarlinju, tá liðið
vinnur 5-0 á Skála.
Komandi uppgáva er
móti EB/Streymi, og
vinnur liðið tá, so er
bara eitt stig upp til
niðurflytingarstrikuna.
Kjartan Johansen
er ikki við Kyndli,
sum tapur fyri StÍF í
fyrsta umfarinum í
hondbóltskappingini.
Hann er áveg til Noreg,
har hann helst skal
spæla í framtíðini.
Føroyska kvinnu
landsliðið fær rætt og
slætt bank, tá liðið
spælir fyrsta HM-
undankappingardystin
móti Kekkia. Gestirnir
á Tórsvølli vinna 8-0.
Torkil Veyhe blívur
nummar seks í
PostNord Danmark
Rundt, har hann er
liðskipari á ColoQuik-
CULT liðnum. Hann
avdúkar seinni, at
hann tosar við trý lið
um framtíðina.
...við ítróttinum
5 SKJÓTIR
Sebastian Pingel úr HB, er ikki nøgdur
við brotsparkið, sum Víkingur fekk
Sigfríður S. Clementsen, venjari hjá HB, heldur lítið um
at 4. dómarin altíð hevur hug at tosa – ella skeldast
-Um fjórði dómarin brúkti
minni tíð í mínum tekniska
felti, so var minni at tosa um
-Tað var býtt av mær, at geva
honum møguleikan at døma,
men tað er ikki brotsspark
Fimm skjótir spurningar
til føroysk ítróttarfólk...
Navn: Gunnar Nielsen
Aldur: 30
Starv: Fótbóltsleikari FH
Royn tína vitan um
ítróttin her og nú!
Svarini standa niðast til vinstru, men royn teg nú fyrst
1: H71
2: StÍF
3: 8-0
4: Tróndur Vatnhamar
5: Páll A. Klettskarð
6: Pauli Poulsen
7: Frank de Boer (Crystal
Palace)
8: Meinhard E. Olsen,
eftir at hann skoraði
sigursmálið móti EB/
Streymi
Hvussu var tað at vinna
uppgerðina móti føroysku
landsliðsliðfeløgunum Jónas
og Kaj Leo í yvirtíðini?
Fyri okkum var tað ein sera góð
kensla at vinna dystin við so at siga
síðsta sparkinum í dystinum. Tað
er specielt at spæla móti Jónasi og
Kaj Leo og sjálvandi erguligt at teir
mistu tað stigið i endanum, men vit
eru sjálvandi glaðir fyri stigini.
Metir tú at sigurin hjá
tykkum var uppiborin?
Dysturin kundi lættliga koppa
teirra veg eisini, men vit høvdu tol
og tað neyðuga heldi í avgerandi
støðunum.
Kappingarárið annars
sum heild, hvussu eru
tit nøgdir við tað?
Nú er Valur blivin meistari og málið
var at endurvinna meistaraheiti
triðja árið á rað, so tað iðra vit
okkum yvir, men nú snýr tað sem
um hjá okkum at royna at sikra
okkum annað plássið.
Hvat hendir hjá tær eftir
hetta kappingarárið?
Hevur tú sáttmála við
FH aftur komandi ár?
Eg havi eisini sáttmála við FH
næsta ár so vænti heilt víst at eg
verið í FH næsta ár aftur.
At enda, hvussu verður
tað at spæla fyri einum
fullsettum Tórsvølli móti
Lettlandi 7. oktober?
Eg gleði meg so nógv til 7. okt! Eg
havi føðingardag tá og síðst tá eg
hevði føðingardar vunnu vit 2-0 á
Lettlandi á útivølli. Eg vóni at vit
við einum fullum Tórsvølli klára
at geva teimum ein skarpan gang
og at taka 3 stig aftur.
1-3 røtt: Tú mást lesa in.fo
og Sosialin nakað meir
4-5 røtt: Nú byrjar at líkjast
6-7 røtt: Tú fylgir bara væl við
8 røtt: Fantastiska flott,
tillukku!
1
Eitt felag hevur meldað nýtt lið til kvinnudeildina í
hondbólti?
2 Fyrrverandi stjórin í Kringvarpinum, Dia Midjord,
er aftur venjari í bestu mansdeildini í hondbólti, men
hjá hvørjum?
3 Føroyska kvinnulandsliðið í fótbólti fekk eins ordans
sekk móti Kekkia, men hvussu nógv taptu tær?
4 Málmansvenjarin hjá HB bleiv burturvístur móti
Víkingi. Hvør er kendi maðurin?
5 Ein spælari skoraði sítt mál nummar hundrað í bestu
deildini í fótbólti um vikuskiftið – hvør?
6 Ein venjari hevur boðað frá, at hann ikki heldur fram
komandi kappingarár. Hvør er hann?
7 Ein venjari er longur koyrdur í Premier League hetta
kappingarárið, hvør er hann?
8 Hvør er maðurin, sum Jákup á Borg, venjari hjá B36,
klemmar á myndini?
Ítróttarmyndin:
PÁLL A. KLETTSKARÐ ER NÚ LIMUR Í “KLUBB 100”