Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-09-18, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. september 2017síða 23

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 18. september 2017 · Nr. 108 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tróndur Arge Hilmar Jan Hansen Heri Simonsen Jóannes Hansen Pætur Albinus Álvur Haraldsen André Olsen Neli Heldarskarð KLUMMAN Tróndur sigur sína hugsan... André Olsen Ein støða rundanum eitt inn­kast í endanum av dyst­ inum millum HB og Víking leygardagin, hevur elvt til nógv kjak á teimum sosialu miðlunum eftir dyst­in. Støð­an, ið byrjaði mill­um Øssur M. Dalbúð hjá HB og Gert Hansen hjá Vík­ingi, ið ikki kundu einast um hvør av teimum átti inn­kast, endaði við at Atli Greger­ sen, liðskipari hjá Víkingi, blandaði seg uppí og heldur harðliga tók og skump­aði Trónd Vatnhamar, mál­mans­ venjara hjá HB. Tað er serliga Atla Greger­ sen, ið hevur verið úti fyri stórum atfinningum á teim­ um sosialu miðlunum, har fleiri vilja vera við, at lið­ skiparin hjá Víkingi skal vera leikbannaður fyri at taka í Trónd Vatn­hamar. Men sambært høvuðs­persón­ unum sjálvum – Tróndi Vatn­ hamar og Atla Greger­sen, er støðan blást ov nógv upp í mun til hvussu teir hava upp­liva hana. – Har hendi ikki meir enn at menn vóru heitir. Meðan rok var millum Gert Hansen og bonkin hjá HB, royni eg at taka Gert Hansen burtur úr rumblinum. Tá kemur Atli Gregersen fram, sum heldur at eg ”berjist” við Gert Hansen. Tað vil hann ikki finna seg í, og síðani kemur eitt ”vinarligt skump”, og tað er líkasum tað. Hann misskilir støðuna. Tað sum eg ikki skilji er at Alex Troleis vísir meg av vøllinum, tí eg gjørdi einki uttan at skilja Gert Hansen burturúr rokinum. Hinvegin, so haldi eg heldur ikki at Atli Gregersen skal revsast meir enn tað gula kortið sum hann fekk í dystinum – hatta var eitt skump, og tað tola vaksnir menn í dag, sigur Tróndur Vatnhamar, málmansvenjari hjá HB. Atli Gregersen, liðskipari hjá Víkingi, sigur eisini at hann hevði misskilt støðuna millum Gert Hansen og Trónd Vatnhamar, har hann helt at Tróndur Vatnhamar provokeraði sín viðleikara. – Soleiðis sum eg upp­fati støðuna, síggi eg tað sum um at Tróndur Vatn­ham­ar og Gert Hansen meira ella minni berjast. Eg veljii tí at fara fram at forsvara mín viðleikara, og endi so við at geva Tróndi Vatnhamar eitt skump. Eg uppfataði ikki skumpið so hart, sum eg havi sæð tað á videonum, og tað eri eg harmur um, tí eg helt ikki støðan var so ógvusligt. Millum meg og Tróndur Vatn­hamar býr einki ónt. Vit eru upp­vaksnir saman í Havn, so vit kennast væl. Eg havi sent Trónd Vatn­hamar eitt kilo av salt­fiski afturfyri hend­ingina og biðið um um­ bering, so millum okkum báð­ar er luftin reinsað og sakin úti av verðini, sigur Atli Gregersen, liðskipari hjá Vík­ingi. Eftir støðuna valdi dóm­ arin í dystinum millum HB og Víking, Alex Troleis, at geva gult kort til Víkinga leik­ararnar Atla Gregersen og Gert Hansen og HB leik­ aran, Teitur M. Gestsson, með­an Tróndur Vatnhamar, varð vístur av vøllinum. andre@sosialurin.fo Tað er gleðiligt, at vit í Føroyum hava so nógv fólk, sum eru fótbóltsáhugaði. Tað sæst eisini aftur í kjakinum, tá okkurt er á vási. Farnu viku var tað hendingin við Høgna Eysturoy og Kára á Høvdanum í dystinum millum B36 og EB/Streym. Hesa ferð er tað hendingin í dystinum millum HB og Víking, har rok verður á bonkinum hjá HB, tá spælarar byrja at skumpast, tá báðir partar halda seg eiga innkast. Støðan er eins og fleiri aðrar í fótbóltsheiminum, har pulsurin er høgur og menn blíva heitir. Sum sæst á søguni viðsíðuna av, so er talan um ein misskiljing har bæði Tróndur Vanthamar og Atli Gregersen halda, at talan er um eina misskiljing og tað er tað. Jú, víst kundi dómarin víst øðrum enn Tróndi Vatnhamar (sum enntá ikki átti burturvísing) av vøllinum, men støðan byrjar við at tveir mans halda at teir eiga innkast – og tað var tað. Tað, sum undrar meg, er øðin eftir at fáa spælarar útvístar og ikki mist leikbannaðar. Her skal ongin góða mamma verða, men beinhørð revsing. Onnur vísa til onnur dømi, har onkur hevur fingið leikbann, meðan uppaftur onnur halda, at verður slíkt ikki revsað við kassa eitt, so er tað ein glíðibreyt, har fótbóltsheimurin verður tað reina anarki. Eg undrist onkuntíð á, hvar hendan revsigleðin kemur frá. Mangan fer kjakið eisini so langt av sporinum, at tað ringt at skilja hvussu samanhangur millum hendingirnar. Einstakar støður yvir tíð, stað og støðið í fótbóltsheiminum verða settar upp ímóti hvørjari aðrari. Hesa ferð er eisini ein herferð um, at Atli Gregersen sum ein part av revsingini skal frátakast liðskiparabandið á landsliðnum. Eg síggi til dagligt fótbóltskjakið á sosialu miðlunum, eisini tá tað kemur til útlendskan fótbólt, og má bara siga sum er, eg haldi tað er óbúgvið. Fjákutar, undirlutakendar og kensludrivnar herferðir, sum tykast hava til endamáls at skapa okkurt slag av rættvísi. Tíbetur, so hevur fótbólturin verið til áðrenn sosialu miðlarnir, og er tí mótstøðuførur, tó at tað merkist, tá ágangurin er harðastur. trondur@sosialurin.fo Revsiglaðir kjakarar ATLI GREGERSEN MISSKILTI STØÐUNA Tað eru bæði Atli Gregersen og Tróndur Vatnhamar samdir um, sum leygardagin vóru í heitari støðu sínamillum. Tróndur Vatnhamar hevur tikið móti umbering og fingið eitt kilo av saltfiski afturfyri, so sakin er úti av verðini millum okkum báðar, sigur Atli Gregersen, liðskipari hjá Víkingi Upptøka hjá Kringvarpinum