Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-09-18, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. september 2017síða 35

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 38 • 18. SEPTEMBER 2017 11 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA: ÚTJAÐARIN Í HAVN Til ber hjá arbeiðstakarum og privat­fólki at leiga sær arbeiðstól sum t.d. maskinur og lyftir til upp­ gávur, sum annars krevja nógva arbeiðsorku ella stórar íløgur. Hetta má sigast at vera eitt spennandi og nýskapandi virksemi, sum teir báðir Geir Wardum og Eyð­ un Egholm reka saman við starvs­ fólkunum Sørin og Wernar. – Vit eru amboðsdeildin hjá arbeiðs­takarum í Føroyum. Sp/f Lyfta hevur specialiserað seg í at leiga út arbeiðstól í ymiskum stødd­um frá 200 gr. til 22 tons ella meira. – Tað kann til dømis vera privat­ maðurin, sum skal mála sær húsini ella gera ábøtur har tað fleiri staðir er ringt og óhøgligt at koma til. Ella tað er arbeiðstakarin, sum skal byggja eina høll. Líkamikið hvat uppgávan er, so ber til at leiga sær arbeiðsamboð til ta ávísu arbeiðs­ uppgávuna. – Fólk kunnu t.d. leiga sær ein lyftuvogn og sjálvi brúka hann, bert skulu tey ansa eftir at vogn­ urin stendur á vegi ella føstum undir­lagi, og annars fáa neyðuga veg­leiðing. Lyfta hevur umleið 700 ymisk sløg av arbeiðstólum, sum teir leiga út til entreprenørar, byggi­fyri­tøkur og privatfólk. Lyfta hev­ur m.a. trukkar, gravi­maskinur, blandi­ maskinur, betong­fresarar, betong­ slíparar, skeri­amboð, brekk­arar, stein-flísa-grótskeri­borð, stillass, og lyftir til leigu. Eisini til privatfólk Handverkarar, privatfólk og byggi­ fyritøkur hava tikið væl ímóti hesum tilboði. Nú sleppa tey frá at gera stórar íløgur í arbeiðsamboð, sum tey annars ikki so ofta hava brúk fyri. Eisini sleppa fólk undan at brúka tíð og orku upp á at seta eitt stillads upp, og heldur leiga eina lyftu. Lyfta leigar eisini øll smærri amboð sum t.d. bori­ maskinur, sagir, brekkarar, vinkul­slíparar, hita­kanónir, poleri­maskinur og nógv onnur am­boð. – Fólk, sum biðja ein hand­verkara til eina ávísa arbeiðs­uppgávu, skulu ikki gjalda óneyð­ugar arbeiðs­tím­ar fyri skeiv ella manglandi amboð. Nú kunnu tey fáa júst tey amboðini, sum hóska til ta ávísu arbeiðsuppgávuna, siga Geir Wardum og Eyðun Egholm frá Lyfta. Samstarv við Wirtgen Group Fyri at veita eina enn betur tæn­ astu gjørdi Lyfta fyrr í ár sam­ starvsavtalu við Wirtgen Group í Týsklandi hvørs eigari er John Deere í USA, sum er ein av størstu amerikansku framleiðarum av maskinum til landbrúks- og byggi­ vinnuna. Avtalan snýr seg um útleigan av teirra framkomnu maskinum í Føroyum. Wirtgen bjóðar amboð og maskinur, sum verða brúkt til allar uppgávur innan vegagerð. Wirtgen er kent í Føroyum sum veitari innan asfaltvinnuna sum t.d. asfaltverk, asfaltskravarar, Vögele asfaltáleggjarar og HAMM- truml­ur. Sp/f Lyfta heldur til á Hjalla og hevur telefon 350 550 og mail. lyfta@lyfta.fo Sp/f Lyfta á Hjalla 30 188-Hoyvík Tel. 350 550 www.lyfta.fo Lyfta – leiga heldur enn at eiga