Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-09-18, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. september 2017síða 36

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 38 • 18. SEPTEMBER 2017 12 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA: ÚTJAÐARIN Í HAVN Karlamagnusarbreyt verður nú miðstaðargøtan í Hoyvík – Vit vilja virka fyri fjølbroyttum bústaðarmøguleikum, har eisini tey, sum ikki hava so stóra fíggjarliga orku, hava møguleikan at fáa tak yvir høvdið í høvuðsstaðarøkinum, sigur Jákup Dam, formaður í teknisku nevnd hjá Tórshavnar kommunu Vilmund Jacobsen Æ tlanin hjá Tórshavnar kommunu hevur leingi verið, at Karlamagnusarbreyt í Hoyvík skal vera handilsgøta, ment­ an­ar­gøta, skrivstovugøta og bústaðargøta, og tí er eisini ein serstøk byggisamtykt galdandi fyri partar av hesum umhvørvi. Her ber til at ogna sær vinnu- ella bú­staðar­ stykki, og møguleikarnir fyri bygging eru fjøl­ broyttir. Við Karlamagnusarbreyt ber til at tvinna saman lættari vinnu, handil, skrivstovu og bú­ stað. Sum nakað serstakt kunnu íbúðir eisini frá­ matrikulerast soleiðis, at til ber at gera íbúðir og samstundis brúka part av bygninginum til vinnu og handil. Í heildarætlan fyri Tórshavnar kommunu verð­ur roknað við, at eini 6000 fólk fara at búgva í Hoyvík og Hoyvíkshaganum í 2022. Hoyvíkshagin er soleiðis eitt sera skjótt veksandi íbúðarøki. Í dag er nógv tann størsti parturin av Hoy­ víkshaganum bústaðir við lutfalsliga stórum grund­øki, men í framtíðini er ætlanin í nógv størri mun at byggja fleiri raðhús og íbúðarhús – ikki minst fyri at spara byggilendi, men eisini fyri at fáa eitt størri fjølbroytni í bústaðarhópin. Bústaðir og arbeiðspláss Málið hjá Tórshavnar kommunu við Karla­ magnusar­breyt er eisini at knýta bústaðir og arbeiðspláss tættari saman, men ein treyt í hes­um sambandi er, at arbeiðsplássini ikki dálka um­hvørvið ella skapa nógvan larm. Tí verður í mestan mun hugsað um skriv­stov­ ur, tænastuvirki og handlar. Í hesum sambandi eru eitt nú nevnd smásølu­ handlar, matstovur, smærri handverksvirksemi, lættari framleiðsluvirksemi, verkstøð og møgu­ ligt hotelvirksemi. Aðrir møguleikar eru almennir stovnar sum eitt nú eldrasambýlir, barnagaðar og skúli. Ætlanin er ikki, at tyngri framleiðsluvirksemi og størri verkstøð skulu leggjast í integreraðar býarpartar, og her verður ístaðin víst til serlig vinnuøki sum eitt nú á Hjalla. Í Tórshavnar kommunu halda tey, at nógv­ir fyrimunir eru við at savna bústaðir og ar­beiðs­ pláss í slíkar býarpartar sum Karla­magnusar­ breyt. Á henda hátt kemur meira lív í býarpartin alt samdøgnið, og hetta gevur eisini møguleikar fyri meira fjølbroyttari bygging, samstundis sum hetta í ávísan mun minkar um bilaferðsluna til og úr arbeiði. Ymisk ynski Jákup Dam, sum er formaður í teknisku nevnd hjá Tórshavnar kommunu, heldur, at tíðin líka sum er farin frá, at øll vilja hava síni stóru hús á stórum grundstykki. – Vit vilja virka fyri fjølbroyttum bústaðar­ møguleikum, har eisini tey, sum ikki hava so stóra fíggjarliga orku, hava møguleikan at fáa tak yvir høvdið í høvuðsstaðarøkinum. Talan kann eitt nú vera um støk, pensjónistar, sum ynskja ein meira hóskiligan bústað og fólk annars, sum ikki hava so stóra fíggjarliga orku. Jákup Dam sigur, at ynskini eru mong og ymisk, og í býráðnum vilja tey eftir førimuni og fíggjarligu orkuni hjá Tórshavnar kommunu so vítt sum gjørligt royna at ganga ynskjunum á møti, soleiðis at umstøður og prísir verða at liva við hjá so mongum sum gjørligt. Í nógv ár hendi lítið við Karlamagnusarbreyt í Hoyvík, men síðan tíðirnar gjørdust betri, er rættilig ferð komin, og ymiskt handilsvirksemi hevur tikið seg upp í umhvørvinum – Vit vilja royna at skipa so fyri, at so mong sum gjørligt kunnu fáa tak yvir høvdið í høvuðsstaðnum, sigur Jákup Dam, formaður í teknisku nevnd hjá Tórshavnar kommunu