Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-09-18, síða 45
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. september 2017síða 45

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 38 • 18. SEPTEMBER 2017 21 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA: ÚTJAÐARIN Í HAVN PROTAN TAKDÚKAR TIL FØROYSKA VEÐURLAGIÐ tekjur – altanir - tún o.a. I-Tak Spf á Hjalla 6 188 Hoyvík Tel. 22 59 77 itak@itak.fo www.itak.fo STARVSFÓLK OKKARA HAVA SERÚTBÚGVING FRÁ PROTAN Grafix 504251 Brúgvin gevur møguleikar fyri nýbrotum Við brúnni um Sandá er farleiðin millum Havnina og Argir tryggjað langt inn í framtíðina Vilmund Jacobsen T að var á sumri í 2014, at sáttmáli varð undirskrivaður millum J&K Petersen og Tórshavnar kommunu um at byggja brúgv um Sandá. Tað er ikki á hvørjum degi, at brúgvar í slíkari stødd, sum brúgvin um Sandá, verða bygdar í Føroyum, og tí var hetta ein stór og spennandi avbjóðing hjá byggifyritøkuni, sum átók sær arbeiðið. Brúgvin um Sandá er 140 metrar long, 14,5 metrar breið og har, sum brúgvin er hægst, er hon umleið 16 metrar. Tað lá eisini í kortunum, at brúgvin skuldi vera snøgg, einføld og eitt prýði fyri økið. Sandá er ikki rørd, og brúgvin er tillagað landslagnum, eins og gangandi er fram við árarbakkanum. Tað skuldi tó vísa seg, at byggiarbeiðið tók longri tíð enn ætlað, men í mai mánaði í 2016 - umleið 10 mánaðir seinkað - stóð brúgvin liðug. At fáa eina brúgv aftrat um Sandá var í um­ búna í minsta lagi í eini 15 ár, tí leingi hevði verið greitt, at ferðslutrýstið á Doktara Dahlsgøtu fór at gerast ov stórt. Vit kunnu siga, at tað er menningin av Tórs­ havnar kommunu, sum hevur slóðað fyri hesi nýggju farleið og sambindingarleið millum Havn­ina og Argir. Nýggir býlingar á Argjum og nýggjur skúli á Hamrinum settu síni krøv til samferðsluna og farleiðina. Í Tórshavnar kommunu meta tey eisini, at brúgvin um Sandá fer at slóða fyri fleiri ný­ brotum í framtíðini. Við brúnni er uppaftur skjótari at koma út á Glyvursnes, har møguleikarnir fyri nýggjum virksemi eru stórir. Hugsandi er, at brúgvin um Sandá fer at slóða fyri nýbrotum í framtíðini