týsdagur 19. september 2017síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 20. september 2017 · Nr. 109
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÚ SKALT GEVAST AT ARBEIÐA
MEÐAN LEIKUR ENN ER GÓÐUR
Vilmund Jacobsen
Eftir næstan 40 ár sum stud
entaskúlalærari er danska,
Karin-Ann Madsen, givin á
arbeiðsmarknaðinum. Hon
gleðir seg at fáa betri stundir
til rørslu, familju og mentan.
Men orðið ”pensjónistur”
dugir hon enn ikki ordiliga
at foreina seg við.
Eins
og
starvsfelagar
hennara fekk hon í februar
mánaði í ár ein seðil, har
hon skuldi skriva niður síni
lærugreinaynski til komandi
skúlaár.
Í sær sjálvum var hetta
einki nýtt, tí soleiðis hevði
verið hvørt einasta skúlaár.
Men, kortini var tað øðr
vísi í ár.
Er tað nú?
Fyri Karin-Ann Madsen var
stóri spurningurin nevniliga
ikki, hvørjar lærugreinar hon
skuldi skriva á ynskiseðilin,
men heldur, um hon yvir
høvur skuldi skriva nakað á
seðilin.
– Seðilin lá og hugdi upp á
meg, og eg gekk og hugsaði:
”Er tað nú? Er tað nú, at eg
skal taka lopið?”
Sjálv merkti hon á sær,
at tað skuldi vera nú, og hon
skuldi ikki arbeiða í eitt ár
aftrat.
Í meira enn 39 ár hevði
hon sum lærari í donskum
og filosofi fylt heilarnar á
ungum fólki við gagnligum
lærdómi. Hon hevði verið
glað fyri sítt arbeiði, men so
kortini kendist tað rætt fyri
hana at gevast nú.
– Eg haldi ikki, at vit skulu
vera lærarar, til vit eru 100
ára gomul. Hetta er nakað
reint prinsipielt, og soleiðis
havi eg altíð havt tað. So
leingi, sum tú sjálv hevur
børn – tó at tey eftirhondini
eru vorðin um 30 ára aldur
– ja, so leingi hevur tú eina
rímiliga góða føling av teim
um ungu. Men, sum tíðin
gongur, byrja serliga tey
yngstu, sum eru um 15, 16 og
17 ára aldur, at glíða longri
burtur, og tú hevur ikki
somu innliving við teimum
longur.
Karin-Ann Madsen held
ur, at hon sjálv altíð hevur
vitað, at hon fór at gevast við
undirvísingini, meðan leikur
enn var góður.
Ein góð javnvág
Seinasta árið av sínum arb
eiðslívi vandi hon seg líka
sum við tilveruna sum pen
sjónistur við tað, at hon
arbeiddi
niðursetta
tíð.
Soleiðis fekk hon ein for
smakk uppá, hvussu hennara
komandi lív fór at vera.
– Eg havi verið rættiliga
glað fyri, at eg valdi at arb
eiða niðursetta tíð. Stundir
hava verið til onnur ting og
eitt, sum eg havi brúkt eyka
tíð til, er at røra meg meira.
Tríggjar ferðir um vikuna
fór eg út, áðrenn eg fór
til arbeiðis um morgunin.
Hetta hevði eg ikki orku til,
tá eg arbeiddi fulla tíð, sigur
Karin-Ann Madsen.
Rørsla er eisini nakað,
hon ynskir at vekta hægri í
sínum nýggja lívi. Eisini skal
meira tíð vera til familju og
vinir, og hon ynskir at lesa
ymiskt av tí, hon ikki hevði
stundir til, tá hon var til arb
eiðis. Eitt nú ynskir hon at
endurlesa skaldskapin hjá
H.C. Andersen.
– Mítt lív verður ikki ein
pensjónistatilvera, har eg
hvønn dag fari til eitt hvørt
mentanartiltak.
Hinvegin
fari eg at duga at hava løtur,
har einki er á skránni, men
eg ætli mær ikki at vera ein
pensjónistur, sum liggur á
sofuni fleiri tímar um dagin.
Eg vóni, at eg dugi at finna
eina góða javnvág í nýggju
tilveruni, sigur hon.
Saknar starvsfelagar
Tað eru 10 ár síðan, at mað
ur hennara, sum eisini var
studentaskúlalærari, gjørd
ist
pensjóneraður.
Hann
hevur
ávarað
Karin-Ann
Madsen og sagt, at tað kann
vera trupult at venja seg við
ikki at hoyra til starvsfólka
felagsskapin á skúlanum.
Sjálv heldur hon, at hetta
kortini verður heldur lættari
hjá henni enn hjá manninum,
tí tá maðurin gavst, helt hon
fram á skúlanum í eini 10 ár
aftrat. Av tí sama frætti mað
urin eisini framhaldandi um
ting, sum fóru fram á skúl
anum, tó at hann ikki var í
starvi har meira.
– Men, eg fari at sakna
mínar starvsfelagar. Eingin
ivi um tað. Men, tá kom jú
ikki sum snarljós av klárum
himli, at eg skuldi gevast. Eg
havi fyrireikað meg, og eg
trúgvi, at eg framhaldandi
fari at varðveita sambandið
við nakrar av fyrrverandi
starvsfeløgum mínum.
Tað var ikki fyrr enn hon
fylti 65 ár og gjørdist fólka
pensjónistur, at Karin-Ann
Madsen so smátt byrjaði at
hugsa um sítt otium.
– Frá vinfólki, sum vóru
givin á arbeiðsmarknaðinum,
hoyrdi eg sjálvandi um teirra
pensjónistatilveru. Men, tá
eg varð spurd av starvsfeløg
um um, nær eg ætlaði mær at
gevast, segði eg ikki so nógv
um tað. Eg tosaði heldur
ikki við nakran av starvsfe
løgunum um hetta, áðrenn
eg í februar gjørdi av, at nú
skuldi tað vera, sigur hon.
”Pensjónist”
– keðiligt orð
Við nýggju tilveruni fylgir
eisini heitið ”pensjónistur”,
og tó at Karin-Ann Madsen
ikki væntar, at tað verður
trupult at foreina seg við
nýggja gerandisdagin, hevur
hon tað kortini trupult við
sjálvum orðinum ”pensjón
istur”.
– Ja, eg havi ikki vant meg
við orðið enn. So langt eri eg
ikki komin. Eg føli tilveruna
soleiðis, sum um eg leiti eftir
nýggjum avbjóðingum, sig
ur hon við einum smíli og
fortelur um eina hending,
har hon gjørdist eitt sindur
bilsin, tá hon vitjaði eitt
savn og kundi fáa pensjón
istaavsláttur.
Eins lætt, sum tað er hjá
henni at vísa á, hvat hon
kemur at sakna mest við
arbeiðslívinum – nevniliga
starvsfelagarnar – eins lætt
er tað hjá henni at vísa á,
hvat hon ikki kemur at
sakna.
– Eg komi ikki at sakna
at rætta stílar. Slíkt arbeiði
tekur ógvuliga langa tíð, og
hetta komi eg so bestemt
ikki at sakna.
Meðan hon sær fram til
ikki longur at skula seta reyð
ar strikur, skriva viðmerking
ar og skriva ummæli, avvísir
hon ikki, at hon kanska sjálv
kundi funnið uppá at skriv
að okkurt til útgávu. Eg havi
tað slett ikki soleiðis, at eg
skal avrika ella prógva nak
að sum pensjónistur. Eg havi
avrikað tað, eg skuldi í mín
um arbeiðalívi, og eg havi eitt
nú verið við til at gjørt fleiri
lærubøkur í filosofi, sigur
Karin-Ann Madsen.
Kann vera trupult
Í greinini, sum er prentað
í
www.magasinethelse.dk,
sigur Jørgen Laursen, sálar
frøðingur, at familja og vinir
kunnu hava alt avgerandi
týdning, tá fólk gerast pen
sjónerað.
– Menniskju, sum hava
røkt eitt arbeiði, ið hevur
fylt meginpartin av tilveruni,
kunnu hava trupult við at
umstilla seg til eina pensjón
istatilveru.
Jørgen Laursen, sum hev
ur spesialiserað seg í gongd
ini frá arbeiðslívi til pensjón
istatilveru, hevur annars sítt
boð upp á, hvussu fólk best
kunnu njóta sítt otium.
Meira kenn lesast um
sjónarmiðini hjá sálarfrøð
inginum í nevndu grein.
– Ein av fyritreytunum er,
at fólk, meðan tey enn eru á
arbeiðsmarknaðinum,
ikki
lata seg ”slúka” av sínum
arbeiði, sigur Jørgen Laur
sen.
– Menniskju, sum hava røkt eitt arbeiði, ið hevur fylt meginpartin av tilveruni, kunnu
hava tað trupult við at umstilla seg til eina pensjónistatilveru. Fólk eiga ikki at
lata seg ”slúka” av sínum arbeiði, sigur Jørgen Laursen, sálarfrøðingur
HEILSA
– Tríggjar
ferðir um
vikuna fór
eg út, áðrenn
eg fór til
arbeiðis um
morgunin.
Hetta hevði
eg ikki orku
til, tá eg
arbeiddi fulla
tíð, sigur
Karin-Ann
Madsen