Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-07-20, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. juli 2000síða 2

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

gult cyan magenta svart 3 tíðindablaðið sosialurin Nr. 87 - 6. mai 2000 gult cyan magenta svart Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov Marknaðardeild: Jonhard Hammer Dagbjørt S. Hansen Hjørdis Árnadóttir Blaðfólk: Áki Bertholdsen, Turið Kjølbro Dagfinn Olsen John Johannessen Sveinur Tróndarson Eyðun Klakstein Edvard Joensen Rúnar Reistrup Dia Midjord Stefan í Skorini Ítróttur: Jákup Mørk Myndamenn: Jens Kristian Vang Álvur Haraldsen Útgevari, uppseting: Sp/f Sosialurin Bústaður: Argjavegur 26, Argir Postadr: Postsmoga 76, 110 Tórshavn Telefon: 311820 Fax. 314720 e-mail: post@sosialurin.fo Lýsingar: lysing@sosialurin.fo Internet: www.sosialurin.fo Prent: P/F Prentmiðstøðin Sosialurin Oddagrein Blóðdálkaður forsætisráðharri Um dagarnar frættist, at fyrrverandi enski forsætisráðharrin, Margareth Tatcher, nú verður drigin fyri altjóða mannarættind- adómstólin, tí hon skal hava framt krígs- brotsverk undir Falklandskrígnum, sum var í 1982, tá Argentina hertók bretska hjálandið við suðurenda Suðuramerika. Sum so er tað ikki nakað at fegnast um, at fólk verða drigin fyri rættin. Men tað er at fegnast um, at okkurt nú er, sum bendir á, at heimssamfelagið ikki góð- tekur, at stjórnarleiðarar gartera sum teimum lystir. Annað dømi høvdu vit, tá enska stjórnin helt fyrrverandi Kilska einaræðisharra- num, Pinochet, aftur í nógvar mánaðir, tí hann møguliga eisini skuldi dragast fyri rættin. Men tíverri tordi bretska stjórn- in ikki at standa móti trýstinum - m. a. frá somu Margareth Tacther, og teir lótu Pinochet sleppa heim - tí stjórnarleiðara í okkara tíð, ið hevur eina mest mannalív á samvitskuni. Tað er stórt spell, at tað skal bera til. Men politikkur er politikkur. Enska stjórn- in - hóast sosialistiska skjaldaramerkið - torir ikki at standa ímóti kapitalinum. Fáfongd eru tey, ið trúgva, at Tony Blair fer at lata ein fyrrverandi bretskan stjórn- arleiðara - hóasta mótstøðufólk - út- flýggja til rættarsókn. Og vit kunnu halda fram, so sum vit so mangan hava gjørt á hesum stað og vísa á onnur stríð - t. d. stríðið á Balkan, har lond í Vesturheiminum hava gjørt sær dælt við vápnasølu o. ø, sum hevur havt størri týdning, enn at steðga tápuliga og meiningsleysa borgarakrígnum. Eingin skal billa okkum inn, at NATO saman við USA ikki fær steðga einum slíkum kríggi, um vilji er til tess. Og so eru tað vit í Norðurlondum, sum altíð eru so fitt og pen. Vit halda okkum uttan fyri øll heimsins stríð - samstundis sum Svøríki og Noreg og onnur við eru stórir vápnaútflytarar. Onkustaðni lekur millum teori og praksis. Men vit kunnu so staðfesta, at tann stjórnarleiðarin á okkara leiðum, sum hevur flestar mannalagnur á samvitsk- uni, eitur Margareth Tacther. Spurningurin er so bara, um mannarætt- indadómstólurin og bretska stjórnin, halda tað vera í lagi… JOHN JOHANNESSEN Sunnudagin heldur Hanus A. Samulesen fyrilestur halgisiðir í Føroyum í bygd- arhúsinum á Húsum á Kals- oynni. Fyrilesturin verður hildin í sambandi við túsund ára haldið fyri kristniboðan Føroya. Afturat fyrilestrinum fáa áhoyrararnir eisini høvi at hoyra Niels Midjord, Petur J. Eliasen og Hans J. Han- sen syngja sjósálmar, so- leiðis sum Marius Vilhelm- sen á Syðradali sang teir. Fyrilestur um halgisiðir JOHN JOHANNESSEN Á Viðareiði hevur nógvur lundi verið at sæð seinastu dagarnar. Menn hava fleyg- að bæði í urini og í seyð- torvu, og væl hevur hilnast. Týsadgin fingu teir 1.700 lundar í Seyðtorvu. Veðrið hevur ikki verið tað besta at fleya í sessunum á Viðareiði seinastu tíðina. Bestu ættirnar at fleyga eru nevniliga sunnan og lands- synningur, meðan hann seinastu tíðina mest hevur verið høgur í ættini. Tá Sosialurin mikumorg- unin tosaði til Viðareiðis var tað tó av bestu líkindum at fleyga. Nógvur lundi at fáa Meginfelag Føroyskra Studenta (MFS) skipar fyri lestrarstevnu leygardagin 22. juli kl. 16. Lestrarstevnan verður hildin í Norðurlandahúsi- num undir heitinum: »Før- oysk lesandi og framtíðin – innan hvørjar karmar?« Í sambandi við fullveld- isætlanina hjá landsstýri- num hevur nógv verið frammi í fjølmiðlunum um framtíðarstøðuna hjá før- oyskum lesandi, um so er, at Føroyar gerast sjálvstøð- ugar og sostatt ikki longur gerast partur av donsku út- búgvingar- og stuðulsskip- anini. Politikarar o. o. eru sera ymisk á máli um, hvussu framtíðin sær út fyri føroysk lesandi, og hava tað fer eftir fer verið mótsigandi sjón- armið frammi hesum við- víkjandi. Hetta hevur við- ført, at føroysk lesandi í dag kenna seg ótrygg og alt ov lítið kunnað um, hvørjir karmarnir verða fyri lesandi í framtíðini. Meginfelag Føroyskra Studenta hevur tískil valt at skipa fyri lestarstevnu í ár, ið hevur til endamáls at upp- lýsa um framtíðarútlitini hjá føroyskum lesandi í og utt- an fyri Føroyar – við og uttan fullveldi, og siga tey, at øll eru vælkomin. Stevnan verður sett leyg- ardagin klokkan 16.00 Klokkan 16.15 fer Terji á Lakjuni, stjóri á Stuðuls- stovninum, at greiða frá før- oysku stuðulsskipanini og stuðulskipaninum í hinum norðurlondunum. Hann greiðir eitt nú frá, hvørji støðu føroysk lesandi eru í nú samanborið við lesandi í hinum norðurlondunum. Tá tosað verður um møg- uligt føroyskt fullveldi hev- ur m. a. verið nevnt, at Før- oyar fara at nýta stuðuls- skipanirnar í grannalondu- num sum fyrimynd fyri eini nýggjari føroyskari stuðuls- kipan. Hvat hevur hetta at týða fyri føroysk lesandi? Klokkan 16.45 fara Hjálmar Hátún, Heini Há- tún og Bjørn Kunoy at greiða frá, hvussu tað er at verða føroyskur lesandi utt- an fyri ríkisfelagsskapin. Teir tríggir hava lisið í Noreg, USA, Bretlandi og Fraklandi. Teir fara m.a. at greiða frá lestrarstuðuls- skipaninum í ymisku lond- unum og eisini verður greitt frá týdninginum av tí donsku og føroysku stuð- ulsskipaninum fyri lesandi, ið lesa uttan fyri ríkisfelags- skapin, og um møguleikar- nar at fáa legat, bústað og lestrarpláss á ymiskum skúlum. Sum er fara flest øll før- oysk lesandi, ið fara uttan- lands í lestrarørindum, til Danmarkar, og er hetta heilt klárt ikki til fyrmuns fyri føroyska samfelagið, sigur MFS, sum við hesi frágreið- ing vónar at elva til, at fleiri føroysk lesandi fara í onnur lond at lesa til tess, at før- oysk vitan skal gerast meira fjølbroytt og ávirkað úr al- skyns londum til gagns fyri føroysk lesandi og tað før- oyska samfelagið sum heild. Klokkan hálvgum seks fer Malan Marnersdóttir, rektari á Fróðskaparsetri- num,at siga sína hugsan um, hvussu Føroyar eiga at menna Fróðskaparsetrið, lestrarúrvalið, tað føroyskra lestrarumhvørvið og karm- arnar hjá teimum lesandi í Føroyum sum heild. Klokkan 18.00 verður pallborðsfundur við Høgna Hoydal, landsstýrismanni og Katrin Dahl Jakobsen, løgtingskvinnu og framsøg- ukvinnu hjá Javnaðarflokk- inum í undirvísingar- og mentamálum. Høgni Hoydal og Katrin Dahl Jakobsen fara at greiða frá ætlanum og útlitum hjá føroyskum lesandi í fram- tíðini – bæði við og uttan fullveldi. Teimum báðum verða settir ymiskir spurningar, ið hava til endamáls at fáa greiðu á, hvørjir karmarnir hjá føroyskum lesandi verða í framtíðini. Eisini verður høvi hjá øðrum at seta teim- um spurningar. Lestararmøguleikar við ella uttan fullveldi JÁKUP MØRK Síðani hann í fjør varð lið- ugur at lesa løgfrøði í Ab- erdeen, hevur ungi havnar- maðurin, Heðin Poulsen, starvast í Føroyum. Nú gongur leiðin so aftur til bretska meginlandið, hesa- ferð til Southampton, har hann skal lesa altjóða rætt komandi árið. Bretar gjalda Talan er tó ikki um eina heilt vanliga skúlagongd. Á hvørjum ári letur bretska stjórnin í samstarvi við fleiri altjóða viðurkend virki 2.400 sonevnd scholarship, ella legat, til lesandi kring allan heimin, og komandi skúlaárið telist Heðin mill- um hesi. Á heimasíðuni hjá bretsku ambassaduni í Dan- mark stendur at lesa, at leg- atið verður latið ungum les- andi, sum kunnu roknast at teljast millum teirra, sum verða við til at skapa fram- tíðar samfelagið. Ongar treytir um framtíð- ar bindingar eru viðlagdar legatinum, men afturfyri peningin, sum verður latin teimum lesandi, verður roknað við, at hesi í fram- tíðini hava eina »vinarliga« áskðan mótvegis bretsku stjórnini. Sum nevnt, er Heðin Poulsen 24 ára gamal. Hann hevur lokið prógv sum løg- Fingið bretsk legat 24 ára gamli Heðin Poulsen hevur fingið játta sonevnt scholarship frá bretsku stjórnini frøðingur á University of Aberdeen, og hevur seinasta árið starvast í Føroyum, har hann millum annað hevur verið skrivari í nevndini, sum fyrireikar føroyska yv- irtøku av skipaeftirlitinum. Heðin Poulsen úr Havn, sum hevur lisið løgrføði í Aber- deen, hevur nú fingið scolarship frá bretsku stjórnini Mynd: Jens Kristian Vang Andlát Kunngjørt verður fyri ætt og vinum, at okkara kæri bróðir TOBIAS ANDREAS ASKILDSEN andaðist á Landssjúkrahúsinum 18. juli 71 ára gamal. Farið verður úr kapellinum hósdagin kl. 17.30. Jarðarferðin verður úr Ebenezer fríggjadagin kl. 14. Fyri tey avvarðandi Theodine, Sunneva og Olav ✝ DIA MIDJORD Sjónleikarar, filmsleikstjóri og onnur, ið hava við filmin at gera, vóru umborð, tá Paul Watson herfyri vitjaði í føroyskum sjógvi og gjørdi ein part av upptøk- unum. Talan er um tað størstu hollendsk/ameri- kansku filmsframleiðsluna nakrantíð. Kostnaðurin er 350 milliónir krónur. Hetta stendur at lesa á hollendsku heimasíðuni hjá World Online, ið er ein tíð- indatænasta á netinum. World Online hevði ein journalist við umborð á Ocean Warrior. Nógv kend fólk Millum annað stendur at Stórfilmurin um Watson vísast í 1200 filmshallum Allir føroyingar eru óløntir sjón- leikarar í action- filminum, sum skal frumvísast komandi heyst. Watson kemur til Føroya í næstum at taka seinastu myndirnar til stórfilmin „Ocean Warrior“ lesa um filmin Ocean Warrior, at hesin skal for- telja um lívssøguna hjá Paul Watson og drúgva bardaga hansara fyri hvali og kópi. Kanska eitt sindur keði- ligt fyi Watson og sjálvan filmin, at Ocean Warrior sigldi runt í Orknoyggjum, tá brádliga tvær grindir vitj- aðu í Føroyum. Men films- liðið skal sjálvandi eisini hava myndir av kópahirð- anum „in action“ Filmsleikstjóri í filminum Ocean Warrior er ameriku- maðurin John Badham, ið hevur leikstjórnað filmum sum eitt nú Saturday Night Fever, Blue Thunder, War Games, Stakeout, Whose Life is it Anyway? og Jack Bull. Høvuðsleiklutin hevur eisini ein amerikanari. Hann eitur James Marsden og hevur spælt við í filmunum X-Men, Gossip og Disturb- ing Bahavior. Bøturnar ein brøkpartur Samlaði kostnaðurin av filminum Ocean Warrior verður í minsta lagi 350 milliónir krónur. Frumsýn- ingin verður í oktober kom- andi ár, og longu nú hava 1200 filmshallir í USA og Kanada umbiðið filmin. Út frá hesum tølunum, eru bøturnar frá Mogens Nepper-Christensen á 50.000 og 100.000 krónur barnamatur. Hetta rindar Paul Watson fegin fyri, at filmsliðið kann fáa sínar myndir í kassan. Jú meiri dramatikkur, jú betri gerst filmurin. Og Paul Watson kann skúma fløtan, meðan limalistin í Sea Shepherd felagsskapinum veksur við sjeymíla ferð. Kim van Kooten umborð Kenda hollendska sjónleik- arkvinnan Kim van Kooten var eisini við á hesi føroya- ferðini hjá Paul Watson. Kim van Kooten er forlovað við Hans Teeuwen, ið var ein av monnunum í gummi- bátinum, sum Ocean Warri- or slepti á sjógv í Nólsoyar- firði. Kim van Kooten skal spæla leiklutin hjá eini ung- ari gentu, sum biður Paul Watson lova sær við ein túr. Hon gjørdi research á ferð- ini, men er farin í land aftur. Victor Löw, ið somuleiðis var umborð, skal eisini spæla við í filminum. Sambært hollendskum fjølmiðlum, so skal kendi hollendingurin Rutger Haoer umborð á Ocean Warrior hesaferð. Rutger Haoer hevur spælt við í fleiri James Bond-filmum og hevur oftast leiklutin, sum tann illi maðurin. Um- framt Haoer skulu tveir aðrir kendir sjónleikarar í Hollandi, Fedja van Huet og Thom Hoffman við á kom- andi føroyaferð hjá Ocean Warrior. Tíðin gongur undan Tá Paul Watson kemur aft- ur, verður tað fyrst og fremst fyri at fáa seinastu myndirnar í kassan. Men tíðin er knøpp, tí upptøkur- nar eru bert ein partur av samlaðu filmsframleiðsluni. Paul Watson má gera skjótt av og verður uttan iva noyddur at gera ein vørr, tá hann aftur er í føroyskum sjógvi. Fær hann lokkað eitt av gráu vaktarskipunum upp í leikin ella tað bara vísir seg nær Ocean Warrior, ja, so er ikki neyðugt við fleiri upptøkum. Mest sannlíkt takkar Paul Watson fyri seg á hesum sinni, og grinda- hvalurin má svimja sín egna sjógv. Væl eydnað rán? Eingin er skuldsettur og eingin er í kikaranum hjá politinum. Hetta er status fyri vápnaða ránið, ið bleiv framt av einum per- sóni í handlinum hjá P. A. Restorff um lukkitíð 13. april í ár. Kanningardeild- in hjá politinum í Havn arbeiðir framvegis við málinum. Útvið tredivu ferða- mannaskip koma á vitjan í summar. Í løtuni liggja tvey til bryggju í Havn. 204 metra langa Sea- bourn Sun er ávegis til Íslands og Grønlands úr Hetlandi, meðan 120 metra langa Vistamar er á veg til Bretlands úr Íslandi. Seabourn Sun er næststørsta ferðamannaskip, ið verið hevur til bryggju í Havn. Í fyrrári vitjaði ein flótandi stálgestur, ið var 280 metrar langur. Langur gestur