Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-07-20, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. juli 2000síða 3

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 5 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 87 - 6. mai 2000 Nr. 87 - 6. mai 2000 gult cyan magenta svart gult cyan magenta svart JOHN JOHANNESSEN Stýrisskipanarlógin er so mikið í stríð við seg sjálva, at hon í ávísum førum tekur treytaleysa valdið frá løg- manni. Hetta eru løgmaður og løgfrøðisligu ráðgevar hansara samdir um. Teir vísa á, at partur av stýriskip- anini gevur løgmanni treytaleyst vald yvir lands- stýrinum, meðan annar part- ur tekur hetta vald frá aftur løgmanni. Trupulleikin er komin fram, nú løgmaður skuldi tilnevna Tórbjørn Jacobsen sum nýggjan landsstýris- mann, men tó ikki fekk sett hann, tí fíggarlig játtan fekst ikki frá fíggjarnevnd løg- tingsins. Stýrisskipanin gevur nevniliga løgmanni í einum føri treytaleyst vald til at skipa landsstýrið, sum hann vil. Men í øðrum føri sigur hon, at eingin útreiðsla – heldur ikki løn til landsstýr- ismann – má verða goldin uttan løgtingsheimild. Stríð millum greinarnar Tað eru grein 27 og grein 43 í stýrisskipanarlógini, sum stríða ímóti hvørjari aðrari. Grein 27, stykki 2, gevur løgmanni treytaleyst vald yvir landsstýrinum, meðan grein 43, stykki 2, tekur hetta vald frá aftur løg- manni. Í grein 27, stykki 2, í stýr- isskipanarlógini stendur, at tað er løgmaður, sum ásetur, hvussu nógvir landsstýris- menn skulu vera í lands- stýrinum. Og eisini er tað løgmaður, sum tilnevnir landsstýrismenninar. Men hin greinin, nevni- liga grein 43, stykki 2, sigur, at eingin útreiðsla má verða goldin, uttan so, at heimild er fyri henni í galdandi fíggjarlóg, ella aðrari játtan- arlóg, tá ávíst verður. Tískil kann løgmaður, sambært grein 43, stykki 2, ikki seta nýggjan lands- stýrismann, um ikki játtan frammanundan fyriliggur frá løgtinginum. Lógin ikki eftirfarandi Løgmaður og ráðgevar hansara eru í hesum føri samdir um, at útgreiningin av játtanarskipanini í stýris- skipanarlógini ikki er eftir- farandi. – Stýrisskipanin sigur heilt greitt, at løgmaður hevur treytaleyst vald at skipa landsstýrið, sum honum lystir. Tí kann tað ikki vera rætt, at tað kortini er løgtingið, sum í seinasta enda tekur avgerðina, sigur løgmaður. Anfinn Kallsberg vísir á, at løgmaður eisini hevur fullan rætt at senda tingið heim og skriva út nýval. Men sambært játtanarlóg- ini, er hann fyrst noyddur at biðja tingið um eykajátt- an til nývalið. – Hetta, síggja vit, hongur ikki saman. Tað kann ikki Stýrisskipanin í stríð við seg sjálva Samstundis, sum stýrisskipanarlógin geur løgmanni treytaleyst vald at skipa landsstýri og seta landsstýris- menn, tekur hon í aðrari grein sama vald frá aftur løg- manni vera rætt, at løgmaður skal biðja tingið um eykajáttan, ætlar hann at skriva út ný- val. Játtanarlógin er als ikki eftirfarandi á hesum øki, vísir Anfinn Kallsberg á. Brýtur tríbýtta valdið Løgmaður vísir á, at valdi í Føroyum er tríbýtt. Vit hava eitt dómsvald, eitt lóggev- andi vald og eitt útinnandi vald. Tað kann henda, at tað dømandi valdið dømir út- innandi valdið til at rinda ein bót ella eitt endurgjald. Tá hevur landsstýrið sjálv- sagt skyldu til at rinda end- urgjaldið. Men sambært løgmanni kann landsstýrið sambært grein 43, stykki 3, ikki rinda bótina ella endugjaldið, fyrr enn løgtingið ella fíggjar- nevnd løgtingsins hevur játtað landsstýrinum neyð- uga peningin. Løgmaður vísir á, at um peningur til slíkt endugjald ikki verður játtaður, brýtur landsstýrið treytaleysa vald- ið hjá dómstólinum. Í donskum stjórnarrætt- arligum bókmentum er semja um, at ein ráðharri kann rinda eina upphædd, sum staturin er dømdur at gjalda, uttan frammanundan at tryggja sær játtan til enda- málið, og er hetta grund- givið við valdsbýtinum í grein 3 í donsku grundlóg- ini. Vil hava greiðar linjur Løgfrøðingarnir í Tinganesi halda heilt greitt, at tann parturin í stýrisskipanarlóg- ini, ið gevur løgmanni treytaleyst vald, er tann parturin, ið vigar tyngst. Men kortini vil løgmaður ikki tilnevna Tórbjørn Ja- cobsen sum nýggjan lands- stýrismann, fyrr enn hann hevur fingið somu tilsøgn frá formansskapi løgting- sins, løgtingsgrannskoðar- anum og landsstýrismála- nevndini. – Eg vil ikki, at hetta mál á nakran hátt skal kunna nýtast til at fella meg. Tí vil eg hava púra greiðar linjur, áðrenn eg geri nakað sum helst, sigur løgmaður. Løgmaður vil ikki, at málið um landsstýrissessin hjá Tórbirni Jacobsen skal kunna nýtast at fella hann. Tí skal løgfrøðiliga grundarlagið kannast út í æsir Tað man harma mangan pen- sionist her á landi – eisini pen- sionistar, ið ikki blanda seg upp í partapolitikk, at Helena nú fær ta viðferð, sum hon frá nøkrum tingmonnum fær. Øll vita, at Helena hevur eitt sera krevjandi arbeiði at røkja, og sum hon setti sær fyri at fremja sum nýggjur landsstýr- ismaður í heilsu- og almanna- málum. Og tað kann prógvast, at Helena hevur gjørt eitt stórt og fruktagott arbeiði innan fyri heilsuverkið. Vit vita øll, at eitt tað fyrsta, ið hon setti sær fyri, var at fáa gjørt nakað munagott fyri pen- sionistar, sum máttu liva á hungursmarkinum. Sum formaður fyri eldraráð- ið havi eg gjølla fylgt við og kannað støðu pensionistanna og livikor teirra. Her verður meint við pensjonistar, sum ikki hava atgongd til lønandi vinnu, og sum heldur ikki fáa tvær pensiónir, men einans hava fólkapensiónina at líta á. Har stóð ikki væl til hjá mong- um. Tað kann prógvast, at eingin landsstýrismaður hevur áður lagt soleiðis til brots fyri her at kunna fremja nakað til bata. Tí dugi eg ikki at fata, at fyrr- verandi landsstýrismaður, sum ikki fekk í lag at hækka pen- siónina, eins og Helena nú hev- ur fingið samgonguna at ganga við til. Eg meti hetta vera eina eirindaleysa forfylging av henni fyri møgulig mistøk, sum jú hennara lógkønu embætis- fólk áttu at kunna stýrt henni uttanum. Tað kann prógvast, at viðurskiftini hjá pensionistum eru nógv betri nú, so at tað er einki høpi í, at dugnaligir og vælviljandi politikarar soleiðis skulu verða kroystir upp í ein krók vegna tess, at embætis- mannaverkið tykist at hava ilt við at finna útav, hvat ið er rangt, og hvat ið er rætt í einari fløktari, nýggjari stýrisskipan. So eg fari at heita á okkara løgmann um at hugsa seg væl um í hesum málinum, og tað álit havi eg á honum at hann ger. Nakað líknandi mál er við- víkjandi Signari á Brúnni. Øll, sum kenna Signar vita, at hann vil iki fremja nøkur mál við lógloysi. Signar er eitt fyridømi sum landspolitikari, sakligur og viljagóður og vil fólkinum tað allarbesta. Símun P. Poulsen Lesarabræv Helena Dam á Neystabø Royndarkoyring frá mánadegnum 17/7 til leygardagin 22/7 SR 125 • Skivubremsur framman • 1 cylindara luftkøldur motorur • Automatisk variator gearkassi Í vikuni verða 4 brúktir skootarar seldir til hægstbjóðandi. Eisini nógv onnur góð tilboð. Sosialurin - 311820 N. Finsensgøta 12 • 100 Tórshavn • Tel. 213000 Pegaso 650 • Skivubremsur framman og aftan • 1 cylindara vatnkøldur motorur • 5 gear SL 1000 • Skivubremsur framman og aftan • 2 cylindara motorur við AVDC • 6 gear • 118 HK Ein kraftfull maskina, ið liggur væl á øllum vegum. Gevur reina koyrigleði. Støkk inn á gólvið og fá ein royndartúr á einum av okkara motorsúkklum Síðst í juni mánaði varð staðfest, at kokkurin á kinesisku matstovuni Nan-Tong var vorðin sjúkur av tuberklum. Hann varð innlagdur, og matstovan mátti lata aftur. Nú er hann frískur og stendur í køkinum á matstovuni aftur, men leysasøgur og stórt hóvasták kring tuberklasjúkuna hótta við at styggja fólk burtur og taka grundarlagið undan Nan-Tong RÚNAR REISTRUP Rokið á Cafe Natúr, har ellivu starvsfólk vórðu bið- in um at fara til hús, eftir at tey saman høvdu sett fram krav um betri løn, fer ikki ósvarað framvið. Havnar Arbeiðskvinnufe- lag, sum saman við Føroya Arbeiðarafelag hevur fyri- reikað eina herferð fyri at fáa gistingarhús og mat- stovur at fylgja sáttmálan- um millum Føroya Arbeið- arafelag og Føroya Arbeiðs- gevarafelag, er nú komið upp í málið. Eitt umboð fyri fyrrver- andi starvsfólkini á Cafe Natúr var mikumorgunin á fundi við Arbeiðskvinnufe- lagið, og í gjár var ætlanin, at øll tey ellivu fólkini, sum fram til týsmorgunin starv- aðust á Cafe Natúr, skuldu á fund við Havnar Arbeiðs- kvinnufelag. Hótt tríggjar ferðir – Hatta var triðju ferð at leiðslan á Cafe Natúr hevur hótt starvsfólk, ið hava vilj- að skipað seg, so nú noyðast vit at svara aftur, sigur for- kvinnan í Havnar Arbeiðs- kvinnufelag, Vígdis Jo- hannesen. Sóley Hansen, sum vegna tey ellivu fyrrverandi starvsfólkini var á fundi við fakfelagið gjáramorgunin, lovar eisini, at nú verður ikki steðgað, fyrr enn RÚNAR REISTRUP Týsdagin læt matstovan Nan-Tong í Havn upp aftur eftir at hava verið stongd í ein lítlan mánað, tí einasti kokkurin var sjúkur. Kokkurin Xiaobin Zhang fekk staðfest tuberklar, og hóast hendan sjúka ikki er so ræðulig longur, so varð hann innlagdur, til smittu- vandin var av. Nú er hann frískur og er aftur til arbeið- is. Men bara orðið tuberklar vekir tey allar ringastu minnini hjá nógvum fólki, og nú stúra tey á Nan-Tong fyri, at fólk fara at halda seg burtur frá matstovuni av ótta fyri at verða smittað. Linda Guttesen rekur saman við manni sínum, kokkin- um, kinesisku matsovuna Nan-Tong. Hon gevur Sjón- varpi Føroya ein part av ábyrgdini fyri, at summi fólk nú helst fara at halda seg frá at vitja matstovuna, vegna ræðslu fyri tuberkl- um. Sjónvarpið tók málið upp Stutt eftir at maður hennara hevði fingið staðfest tu- berklar, ringdi ein sjón- varpskvinna til hana, og spurdi um slaturin, sum gekk um Nan-Tong. Hon bjóðaði sær síðan til at taka lívið av hesum slatri við at gera eitt innslag í Dag og Viku um hvat veruliga var hent við kokkinum á mat- stovuni, og hví hendan nú hevði latið aftur fyribils. - Hon spurdi so, um tað var satt, at hann var sjúkur, og eg segði sum var, at hann hevði tuberklar og lá á sjúkrahúsinum, har hann fekk viðgerð. Linda sigur, at hon greiddi sjónvarpskvinnuni frá, at hon ikki helt tað vera rætt at gera eitt innslag í Degi og Viku um, at maður hennara var sjúkur av tu- berklum, og síðan heitti hon beinleiðis á sjónvarpskvinn- una um ikki at gera nakað burturúr tí. - Svarið eg tá fekk var, at var ikki nakað, sum vit av- gjørdu. Tað avgjørdu tey á Sjónvarpinum. Sjónvarps- kvinnan spurdi, um eg og børnini vóru blivin kannað, og segði so bara farvæl, sig- ur Linda. Misvísandi innslag Innslagið sá hon í Degi og Viku seinni um kvøldið. Har varð staðfest, at mat- stovan var stongd, orsakað av tuberklum, og síðan varð Jón á Steig, yvirlækni í lungasjúkum spurdur um nøkur viðurskifti viðvíkj- andi tuberklum, har hann millum annað staðfesti, at vandin at verða smittaður av einum tuberklasjúklingi var lítil og eingin. Linda Guttesen sigur, at tað gingu ymsikar løgnar søgur um mann hennara og sjúku hansara, men spurd um tað ikki var upp á sítt pláss, at fáa leysasøgurnar at tagna við einum tíðinda- stubba um tuberklatilburð- in, sigur hon: - Eg haldi at tað var skeivt av Sjónvarpinum at koma út við tí upp á handan mát- an. Hatta var eftir mínum tykki eitt innslag, sum bara ørkymlaði fólk og setti fram fleiri spurningar enn tað svaraði. Eg havi tosað við fleiri fólk, ið sóu innslagið, men ikki høvdu fatað, at tuberklar ikki eru nøkur ræðulig sjúka longur. - Har var ikki meira í tí enn tað, at vit noyddust at steingja matstovuna, tí ein- asti kokkur okkara var sjúk- ur. Høvdu vit havt ein annan kokk, ið kundi yvirtikið arbeiðið hjá manni mínum, so hevði ikki verið neyðugt at latið matstovuna aftur. Í sjónvarpinum varð tað ført fram sum at matstovan var stongd vegna tuberklar, og tað var í sínum breiðasta týdningi sum so heldur ikki beinleiðis skeivt, men eg vil kalla tað eitt sindur misvís- andi og óneyðuga ræðandi, sigur Linda. Vildi steðga leysasøgunum Katrin Petersen, tíðindafólk á Sjónvarpi Føroya, gjørdi innslagið um tuberklasjúk- una hjá kokkinum á Nan- Tong. - Mínar royndir siga mær, at tá man byrjar at hoyra fleiri ymiskar leysasøgur um eitt mál, so er tað besta ein kann gera, at koma út og greiða rætt frá málinum. Vit greiddu við innslagnum fólki frá, at tað var rætt, at kokkurin á Nan-Tong hevði tuberklar. Síðan lótu vit læknan, ið er serkønur í tu- berklum, um at greiða fólki frá, at eingin smittuvandi var á ferð hjá teimum, ið høvdu etið á matstovuni, sigur Katrin Petersen. Spurd um tað var rætt at gera innslagið, hóast Linda Guttesen sum avvarðandi heitti á hana um at lata vera, sigur Katrin Petersen, at Sjónvarpið sum tíðindamið- il ikki kann taka hædd fyri, at eitt innslag kann skaða umdømið hjá einari fyri- tøku. - Eg meini at tað var fræg- ari fyri matstovuna, at vit komu út og greiddu frá um- støðunum, enn um leysa- søgurnar sluppu at ganga sína gongd, tí vit vita, hvussu skjótt ein fjøður kann gerast til fimm hønur, sigur Katrin Petersen, tíð- indafólk á Sjónvarpi Før- oya. Fólk ræðast sjúkuna Linda Guttesen sigur seg rokna við, at talið á gestum á matstovuni fer at minka orsakað av nógva hóvasták- inum kring tuberklarnar hjá kokkinum. - Eg vænti tíverri at nógv fólk fara at seta seg aftur og ikki koma oman á mat- stovuna, eftir at tey hava hoyrt um tuberklarnar hjá kokkinum. Vit hava nógvar tilkomnar matstovugestir, og man kann rokna við, at júst tey eru eitt sindur bang- in, tí tey kenna til ræðu- leikarnar, ið fyrr stóðust av tuberklum, sigur Linda. Hon vónar tó ikki, at hetta fer at hava við sær, at fólk heilt venda matstovuni bak- ið, men at tey venda aftur, tá hóvastákið hevur lagt seg. - Eg skilji væl at fólk eru bangin fyri tuberklasjúkuni, tí hon var jú heilt ræðulig fyrr. Av tí sama er tað so umráðandi, at ein tu- berklatilburður verður um- røddur við varðsemi, soleið- is at misskiljingar ikki koma fyri. Eg vóni bara at fólk duga at skilja, at tilburðurin hevði einki við sjálva mat- stovuna at gera, og at kokk- urin nú er púra frískur av sjúkuni. Varð innlagdur beinanvegin Kokkurin á Nan-Tong, Xiaobin Zhang, fekk stað- Tuberklavandin ið ikki var fest tuberklar síðst í juni mánaði, og varð beinanveg- in innlagdur til viðgerðar. Av tí at hann var einasti kokkur á matsovuni, var ikki annað at gera enn at steingja matstovuna, til sjúkan gekk yvir. Tuberklar smitta ígjøg- num spýtt, og skal sjúkan smitta, krevur tað bæði at tann smittaði kemur rætti- liga nær einum øðrum per- sóni, og at hesin er illa fyri heilsuliga og tískil ikki kann standa ímóti smittuni. - Kokkurin hevur verið innlagdur, tí at hann hevur kunnað smittað. Á sjúkra- húsinum hevur hann fingið heilivág, og sambært lækn- unum er eingin smittuvandi eftir at tann sjúki hevur fingið heilivág í 14 dagar, sigur Linda Guttesen Fyri einari viku síðan, tá fullkomulig vissa var fyri, at hann ikki kundi smitta longur, varð Xiaobin Zhang útskrivaður, og týsdagin stóð hann aftur í kinesiska køkinum á Nan-Tong. Kokkurin á Nan-Tong, Xiaobin Zhang, stendur nú aftur í kinesiska køkinum. Men ótti fyri tuberklum fær nakrar av matstovugestunum at halda seg burtur, hóast kokkurin er vorðin púra frískur aftur Mynd: Jens K. Vang starvsfólka- og lønarviður- skiftini eru komin í rættlag á Cafe Natúr. Hvørji tiltøk talan verður um, er ikki greitt enn, men tey verða vend beinleiðis ímóti virkseminum á Cafe Natúr, verður sagt. Ikki limir í felagnum Eingin av teimum ellivu starvsfólkunum á Cafe Na- túr var limur í nøkrum fak- felagi, tá starvsfólkafund- urin á cafeini týsmorgunin endaði við, at tey ellivu vórðu biðin um at fara. Men Havnar Arbeiðs- kvinnufelag hevur kortini valt at umboða tey, sum vóru tey partur av felag- num. – Vit vita hvørjar umstøð- ur tey hava havt at arbeitt undir, og at tey ikki ótarnað høvdu møguleika at melda seg inn í felagið. Tískil er Cafe Natúr kann vænta sær tiltøk tað í lagi, at tey ikki koma fyrr enn nú, sigur Vígdis Johannesen Herferð ímóti bransjuni Føroya Arbeiðsmannafelag og Havnar Arbeiðskvinnu- felag sendu týsdagin út tíð- indaskriv, har nøvnini á níggju matstovum og gist- ingarhúsum, ið ikki fylgja sáttmálanum, vórðu kunn- gjørd. Hesi vóru: Hotel Hafnia, Rio Bravo, Nan-Tong, Hotel Føroyar, Cafe Natúr, Pizza 67, Sjómansheimið í Tórshavn, Marco Polo og Sjómansheimið í Runavík. Hetta er fyrsti liður í eini herferð hjá hesum báðum fakfeløgum at fáa skipaði arbeiðs- og lønarviðurskifti í lag í matstovu- og gisting- arhúsídnaðinum. – Hatta er tann einasta stóra bransjan í Føroyum, ið als ikki hevur skipaði starvsfólkaviðurskifti. Tey siga, at tey hava ikki ráð, men tað kann ikki vera rætt. matstovu- og gistingarhús- bransjan hevur nevniliga tann bíligasta sáttmálan, sum Føroya Arbeiðarafelag hevur undirskrivað, sigur Vígdis Johannesen, for- kvinna í Havnar Arbeiðs- kvinnufelag. Í gjár skuldi felagið hava fund við sjeymanna fak- felagsbólkin, har umboð í sjey teimum størstu fak- feløgunum í landinum hava sess. Væntandi var, at hesi fóru at lýsa sín stuðul til Havnar Arbeiðskvinnufelag og Føroya Arbeiðarafelag í málinum um starvsfólka- óskili- innan matstovu- og gistingarhúsvinnuna í Før- oyum. Komandi dagarnar verða tiltøk sett í verk ímóti Cafe Natúr, sigur Havnar Arbeiðskvinnufelag, sum nú er komið aktivt inn í málið