Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-09-19, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. september 2017síða 21

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Áheitanin frá Granskingarráðnum um at vera við í kappingini um at gera bestu gransk ing- ar verkætlanina fall í sera góða jørð hjá lær- ar um í alis- og evnafrøði á Eyst ur skúl anum. Lærararnir hava brúkt tímarnar í 5. og 7. flokki seinastu vikurnar til at læra næm ing- ar nar at granska. – Eg havi leingi havt ampa av, at næm ing- ar nir ikki fáa møguleikar at undrast og kanna í náttúruvísindaligu lærugreinunum. Hetta er eitt gylt høvi hjá teimum at royna ein arb- eiðshátt, sum tey als ikki eru von við, sig ur Jacob Eli Olsen, sum hevur drúgvar roynd- ir sum lærari í náttúruvísindaligum læru- greinum. Hann er hjálparlærari hjá næm ing- un um, sum nú royna seg sum granskarar. Jacob Eli undirvísir mest teimum eldru flokk unum, men hevur eisini royndir við at und irvísa yngri næmingum. – Næmingar, sum byrja í fyrsta flokki, eru ógvu liga spentir og forvitnir. Men tá ið teir koma upp í teir hægru flokkarnar, er nógv av tí náttúrliga forvitninum horvið. Og tað er stórt spell, tí tað nýtist ikki at vera so, heldur hann. Fakligir førleikar viga tyngst Síð ani tær fyrstu PISA-kanningarnar, har før- oyskir næmingar dumpaðu so dyggi liga, eru fleiri og fleiri royndir settar í verk í fólka skúl- an um. Serliga eru tað lands roynd irnar í 4. og 6. flokki, ið fylla nógv í und irvísingini. – Tað hevur við sær, at minni tíð er til verk- liga undirvísing, sum kann menna før leik ar- nar hjá næmingunum at kanna og granska. Lær ar arnir kenna seg noyddar at raðfesta und ir vísingina í fakligum førleikum, so næm ingarnir megna at svara spurningunum í lands roynd un um. Spurningarnir eru ítøki- lig ir, tí annars megnar teldan ikki at rætta teir, sigur Jacob Eli. Lærararnir á Eysturskúlanum hava kort- ini gjørt av at brúka undirvísingartíð í alis- og evnafrøði hjá 5. og 7. flokki til at lata næm ing- ar nar royna seg sum granskarar í kapp ing ini hjá Granskingarráðnum. – Tað er torført hjá fleiri at arbeiða við eini verk ætlan, har tað er arbeiðshátturin og ikki úr slitið, ið er tað mest umráðandi. Tey eru ikki von við sjálvi at skula leggja ætlanir fyri, hvussu tey skulu arbeiða við einum evni og gera egnar kanningar. Men tey flestu eru áhugaði í at royna hetta, sigur Jacob Eli. Samfelagnum tørvar forvitni Hann heldur tað vera sera umráðandi, at næm ingar læra at arbeiða sjálvstøðugt og gera kanningar. – Hetta eru førleikar, sum eru ógvuliga týdn ing ar miklir fyri eitt samfelag. Vit skulu hava fólk, ið eru forvitin og arbeiða fyri at finna loysnir, um vit skulu hava framburð í Før oyum, sigur Jacob Eli. Í námsætlanini fyri náttúruvísindaligar læru greinir stendur, at skúlin bæði skal menna fakligar førleikar og støðisførleikar hjá næmingunum. Støðisførleikar fevna ser- liga um at skapa, granska og samskifta. – Eingin roynd verður hildin í, hvussu væl næmingar duga at kanna og granska. Tað ber til at máta slíkar førleikar, men tað krev ur nógv meir av teimum fólkunum, sum skulu gera royndirnar, og tað verða peng ar ikki settir av til. Tí fáa tey fakligu før leika mál ini øðiliga stórt vald samanborið við støð is før- leik ar nar, sigur Jacob Eli. Lesið meira á s. 4 Landsroyndir køva áhugan hjá børnum at granska Lærari í náttúruvísindaligum lærugreinum rópar varskó: Lærarar í náttúruvísindaligum lærugreinum kenna seg noyddar at leggja dent á at menna fakligu førleikarnar hjá næmingunum, so teir fáa góð úrslit í landsroyndunum. Lítið og einki pláss er eftir til at menna evnini hjá næmingunum at arbeiða sjálvstøðugt og gera egnar kanningar Granskarar um týdning av stuðli s 2 Ummælir av føroyskum bókum eru tilvildarlig S 3 Næmingar skulu læra at undrast og granska S 4-5 Greinar ílegur hjá sild S 6-7 Mær dámar at skeikla fatanina hjá fólki S 9 Leikfólk hjálpa granskarum S 10-11 Íborin vitan skal gagnnýtast betur S 12-13 Bestubitar frá Vísindavøku S 14-15 VÍSINDAVØKAN 29. september