Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-09-19, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. september 2017síða 22

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 20. september 2017 · Nr. 109 2 Sosialurin Ábyrgd: Granskingarráðið/Dagmar Joensen-Næs og Annika Sølvará – Granskingarnevndirnar hava lagt stóran dent á at játta stuðul til ph.d.-verkætlanir fyri at tryggja, at vit eiga skikkaðar granskarar á við­komandi økjum í Føroyum, sigur Annika Sølvará, stjóri í Gransking­ar­ráðnum. – Vit mugu sjálvi seta fólk við á teimum økjum, sum føroyska sam­felagið hevur brúk fyri arbeiðsorku til. Síðani Granskingargrunnnurin varð settur á stovn í 2002 hava nær­um 150 føroyingar lokið ph.d.-útbúgving. Av hesum hava fleiri enn 3. hvør fingið stuðul úr Gransk­ingargrunninum heilt ella lutvíst til verkætlanina. – Játtanin frá landinum er ein týðandi orsøk til, at vit í dag hava virknar granskarar, sum kunnu taka á seg uppgávur á granskingar­stovnunum og í vinnuni, sigur Annika Sølvará. Ph.d.-stuðulin avgerandi fyri starvsleiðina Granskarar á einum máli: Granskingargrunnurin letur á hvørjum ári stuðul til fleiri granskingarverkætlanir. Av hesum fer ein stórur partur til ph.d.-verkætlanir. Hetta eru 3 ára granskara­ útbúgvingar, sum eru fortreytir fyri at kunna arbeiða sum granskari. Jónrit Halling Lektari á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum Jónrit leyk ph.d. í heiliráðfrøði á Syddansk Universitet í 2008. Verkætlanin var fíggjað av universitetinum.. - Ætlanin var at verða verandi í Danmark eftir lokna ph.d. Eg havi danskan mann og møguleikin at fáa starv í heilivágsídnaðinum var upplagdur við míni bakgrund. Í júst rættari løtu fekk eg tó fígging úr Granskingargrunninum til ein post.doc. um sáðgóðsku og møguleika at flyta heim at arbeiða á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, sigur Jónrit Halling. Seinni hevur Jónrit fingið stuðul til tvær verkætlanir afturat og hon hevur verið partur av øðrum verkætlanum á deildini eisini. Hon hevur nú fingið fast starv sum lektari á Fróðskaparsetrinum, sum hon er sera fegin um. - Stuðulin úr Granskingargrunninum gjørdi beinleiðis, at eg flutti til Føroya við familjuni, sigur Jónrit Halling. Agnes Mols Mortensen Granskari í fyritøkuni TARI Faroe Seaweed og á Fiskaaling Agnes hevur fing­ið stuðul úr Gransk­ingargrunninum til ph.d.-verkætlan á University of New Hampshire í USA um slag, fjølbroytni og útbreiðslu av purpurhinnutarasløgum í Norðuratlantshavi og teirra relatión við Stillahavsfloraina. Hon leyk ph.d. í 2014. – Síðani ph.d.-arbeiðið var liðugt havi eg roynt at fótað mær sum granskari og vinnurekandi í føroyska samfelagnum. Taravinnan er í byrjandi blóma, og fyri at koma fram á leið arbeiða vit, bæði á Fiskaaling og í TARI – Faroe Seaweed, við granskingar­verkætlanum, ið skulu geva okkum grundleggjandi vitan um aling av ymiskum tarasløgum í Føroyum viðvíkjandi innihalds­ evnum í tí framleidda biomassanum og um, hvussu umhvørvið ávirkar góðskuna av tí framleiddu vøruni, sigur Agnes Mols Mortensen. Hon hevur fingið stuðul til eina verkætlan, sum kallast »Frá spora til borðisk«, sum skal verða startskotið til at grundleggja vitanargrundaða taraaling í Føroyum. Hon hevur eisini fingið stuðul til arbeiðið við eini Horizon 2020 umsókn, sum tó ikki fekk stuðul í tí umfarinum. – Stuðulin gjørdi tað møguligt hjá mær at standa við eini lidnari ph.d.-ritgerð og ph.d.-heiti, við fleiri vísindaligum greinum og ikki minst einum væletableraðum altjóða netverki, sigur Agnes Mols Mortensen. Gunnvør á Norði Granskari á Fiskaaling Gunnvør fekk í 2006 stuðul til ein triðing av ph.d.-verkætlan sína, har endamálið var at fáa innlit í, hvussu umhvørvið toldi lívrunna tilfarið frá aling. Statoil rindaði restina. Hon arbeiddi á Havstovuni og var ph.d.-lesandi á Náttúruvísindadeildini. Hon vardi ph.d.-ritgerðina í 2011. Gunnvør hevur síðani fingið stuðul til umleið helvtina av tveimum verkætlanum, sum hava verið framdar í samstarvi millum Fiskaaling og Bakkafrost. – Tað, sum er komið burturúr hesum pengunum, er, at eg havi tikið eina ph.d, men ikki minni, at vitan um føroyskar firðir er útgivin í altjóða vísindaligum tíðarritum. Tann vitanin, sum er komin burturúr, er eisini eftirspurd og verður brúkt i øllum møguligum høpum í Føroyum. Hetta hevur givið mær atgongd til altjóða verkætlanir og annað samstarv við útlendskar stovnar. Aftur har hevur Granskingargrunnurin havt ein leiklut við stuðli til eina Horizon 2020 umsókn, sigur Gunnvør á Norði. – Játtanirnar frá Granskingargrunninum hava verið avgerandi fyri mína starvsleið, tí pengar skulu til, og í Føroyum eru stuðuls­ møguleikarnir sera avmarkaðir. Eg hevði sikkurt arbeitt við onkrum heilt øðrum, um eg ikki hevði fingið fígging úr Granskingargrunninum, sigur Gunnvør á Norði. Erland Viberg Joensen Savnvørður á Tjóðsavninum Erland fekk í 1998 stuðul til eina ph.d.-verkætlan um lossingarmenn og landarar í Havn. Hetta var áðrenn Granskingargrunnurin var settur á stovn. Hann noyddist tí at søkja stuðul á hvørjum ári, sum hann so eisini fekk játtað. Hendan skipanin varð broytt í 2002, tá tað bar til at fáa stuðul til alt verkætlanarskeiðið. Erland var ph.d.-lesandi á Søgu- og Samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya. Hann var á lestraruppihaldi í Boston og Amsterdam, og fekk har samband við aðrar stipendiatar og granskarar. Hann vardi ritgerðina í 2003. – Stuðulin úr Granskingar­ grunninum hevur gjørt tað, at verkætlanin kundi setast í verk, og at eg kundi koma á mál. Ph.d. er ein útbúgving og ein førleiki aftrat kandidat­ útbúgvingini, sum gevur vekt og tyngd at loysa uppgávur. – Eg havi sjálvur sitið í Granskingarnevndini tvær setur í tilsamans 6 ár. Granskingarráðið hevur stóran týdning. Fólk úr allari verðini, men serliga føroyingar, søkja um styrk og fígging til ph.d.-verkætlanir, post.doc. og vanligar verk­ ætlanir. Ung fólk ynskja at koma við sínum fakligu ískoytum um evnir, sum landið má og skal fíggja, sigur Erland Viberg Joensen. ❄ ❄ ❄ ❄ ❄ ❄ Bergur Djurhuus Hansen Lektari og dekanur á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetrinum Bergur fekk í 2010 stuðul úr Granskingargrunninum til eina ph.d.- verkætlan í bókmentum um ferðafrásagnirnar hjá Kristian Osvaldi Viderø, presti, bíbliutýðara og rithøvundi. Arbeiðið byrjaði í 2011, og ritgerðin var latin í 2014. Verja og bókaútgáva var á vári 2015. – Ein ph.d. verkætlan er byrjanin til so nógv. Tað er ein verkætlan, eitt evni, ið letur upp fyri øðrum. Ein partur av mínum verkætlanararbeiði snúði seg um, hvussu týsk heimspeki ávirkaði Viderø. Tað hevur havt við sær, at eg nú m.a. luttaki í norðurlendskum granskingarsamstarvi um, hvussu hugsanir úr Týsklandi hava ávirkað Norðurlond í 20. øld, serliga Norra, Danmark, Ísland og Føroyar. Verkætlanin hevur eisini í aðrar mátar elvt til greinir og ráðstevnuluttøkur og eina rúgvu av undirvísing og fyrilestrum. – Einki av hesum hevði borið til, um Granskingargrunnurin ikki var. Neyvan nakar annar enn ein føroysk­ur Granskingar­ grunnur hevði viljað stuðlað einari ph.d.-verkætlan um eitt serligt slag av teksti í føroyskum bókmentum, í hvussu er hevði sjónarmiðið tá verið eitt heilt annað og nógv minni viðkomandi fyri okkum. Og at fáa vinnulívið at fíggja verkætlanir um t.d. Viderø hevði verið vónleyst. Í Granskingarráðnum er ein fín javnvág millum eina dygga fakliga, útlendska meting av øllum verkætlanum og eina nevnd, sum metir um tørvin í føroyska samfelagnum. Eingin annar játtandi grunnur ella myndugleiki hevur ein slíka javnvág grundaða í eina hugsan um at byggja upp viðkomandi gransking á altjóða stigi í Føroyum, sigur Bergur.