Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-09-19, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. september 2017síða 23

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 Mikudagur 20. september 2017 · Nr. 109 Sosialurin P aula verður sum bókmenta­ frøð­ingur javnan biðin um at ummæla bøkur, sum koma út. – Á Føroyamálsdeildini lesa vit tey skaldsligu verkini og finna kanska ummælini fram fyri at vita, hvussu verkini hava verið lisin, tá tey komu út. Ummælini verða ofta undirmett í mun til tey skalds­ligu verkini, men tey eru ein sjálv­støðug sjangra, sum hevur stóran týdning, og eitt handverk, ið bók­menta­frøð­ ingar eiga at læra, sigur hon. Paula hevur nú sett sær fyri at gera sítt til, at tilvitið um um­mælir verður størri, og at ummælir fáa størri rúmd í føroyska bók­menta­ heiminum. Hon er farin undir eina ph.d.-verk­ætlan um før­oysk bóka­ummælir, og hon hev­ur eisini bjóðað seg fram til at undir­vísa í bókaummælum á Føroya­máls­ deildini í heyst. – Bókaummælir er eitt evni, sum hevur verið ógvuliga lítið dyrkað. Men ummælir av skrivligum verk­ um hava verið skrivað í Føroy­um nærum alla ta tíð, bøkur og tíðar­ rit eru komin út á føroyskum, og tey hava uppiborið at verið lisin og granskað sum sjálvstøðug verk, sigur hon. Fyrstu ummælini vóru yrkingar Tá Paula fór undir sína ph.d.-verk­ ætlan um føroysk bókaummælir fyri einum ári síðani, ætlaði hon at savna øll ummælir av føroyskum bókmentum. Men hon mátti skjótt ásanna, at tað var ein ov stórur biti. – Hóast Føroyar eru lítlar, ber ikki til hjá einum einsamøllum granskara at fara í dýpdina við øllum. Hevði eg verið partur av einum toymi, hevði tað verið øðrvísi, sigur hon. Hon hevur valt at gera skurðir í tíð, sum hon kann fara í dýpdina við. – Eg arbeiði út frá ávísum evn­ um, og onkrir høvundar og um­ mælarar verða viðgjørdir meira enn aðrir. Eg ætli mær mill­um annað at lýsa, hvørji krøv um­mælarar­nir hava sett til góðar bókmentir, og hvat teir hava mett, at endamálið við bókmentunum skuldi vera, sigur hon. Tey fyrstu skaldsligu verkini á føroyskum máli sóu dagsins ljós seinast í nítjandu øld. Og í fyrsta før­oyska blaðnum, Føroyinga­tíð­ indi, sum byrjaði at koma út í 1890, sóust longu tekin um, at tilvitið um ummælir var við at vakna. – Tað vóru ikki ummælir, sum vit kenna í dag, men til dømis mót­ yrkingar, sum vóru aftursvar til aðrar yrkingar, sigur Paula. Fyrsta ummælið, sum líkist teim­um, vit kenna í dag, skrivaði blað­stjórin og yrkjarin Kristin í Geil í 1914 um yrkingar hjá Janusi Djur­huus. Tá mentanartíðarritið Varð­ in byrjaði at koma út í 1921, vórðu lunnar lagdir undir eina veruliga um­mælaramentan, har rit­høv­und­ ar sum William Heine­sen, Christian Matras og Richard Long søgdu sína hugsan um føroyskar bókmentir. Tað kundu vera rættiliga harðlig ummælir. Serliga Christian Matras legði ikki fingrar ímillum. Hann samanbar til dømis Hans Andrias Djurhuus við ein, sum fór út at henta ber og kom aftur við nógvum lyngi og bert onkrum beri. Aðrir ummælarar sum William Heinesen vóru meira varnir og vildu heldur lyfta høvundar upp enn taka mótið frá teimum. – Hendan munin á ummælum síggja vit eisini í dag. Summir um­ mælarar aftra seg ikki við at biðja ein rithøvund um at gevast at skriva, meðan aðrir í staðin royna at vísa á dygdir, sum kunnu menn­ ast, sigur Paula. Tað tjóðskaparliga og tað máls­ liga fyltu nógv í teimum fyrstu før­oysku bókmentunum. Tað sást aftur í ummælunum. – Hugburðurin hevur verið, at um endamálið er gott, og tað er skrivað á føroyskum, so er tað gott. Nú verða bókmentir meira mettar eftir listarligari dygd, men tað eru enn fleiri, sum halda, at ummælir ikki skulu vera ov kritisk, tí tað er umráðandi ikki at taka mótið frá føroyskum rithøvundunum, sigur Paula. Broyttir miðlar Nógv er broytt, síðani Christian Matras og aðrir góðir menn skriv­ aðu síni ummælir av føroyskum bókmentum. Miðlarnir, ið eru pall­ urin hjá ummælarunum, eru nógv meira fjølbroyttir, og serliga teir sosialu miðlarnir hava kollvelt um­ mælaramentanina. – Nýggj sløg av ummælarum eru komin inn á marknaðin. Tað eru ikki longur bert tey professionellu, høvundar og bókmentafrøðingar, sum ummæla. Vanlig fólk kunnu frítt siga sína hugsan um skaldslig verk á sosialu miðlunum, og nógv­ ir lesarar lurta meira eftir sjónar­ miðum á facebook frá fólki, sum tey kenna, enn eftir metingum frá teimum, ið hava útbúgving ella líkn­andi førleikar. – Christian Matras nýttist ikki at hugsa um at skapa sær ein autoritet fyri at fáa fólk at lesa síni ummælir. Fólkið trúði tí, hann skrivaði, tí tey sóu upp til tann fakliga autoritetin. Men tað gjørdi so eisini, at hann kundi loyva sær at siga, at okkurt var gott ella vánaligt uttan at grundgeva so nógv fyri tí, sigur Paula. – Í dag mugu ummælarar kapp­ ast um at fáa fólk at lurta eftir sær. Tað ræður ikki longur bert um at ummæla eina bók, men eisini um at pallseta sína hugsan og seg sjálvan. Lesarin lurtar eftir teimum, sum hann virðir av persónligum ávum, ella sum hava sama smak sum hann, sigur Paula. Ein ummælari, ið hevur autori­ tet, kann hava stórt vald. – Ummælarin setir dagsskránna. Um ein ummælari við sterkum autoriteti hevur sagt sína hugsan, eru tað tey fægstu, ið tora at bróta tað og koma við einum øðrum sjónar­miði, sigur Paula. Skulu lyfta bókmentir Ummælir hava stóran týdning fyri bókmentirnar, og tað kann fáa álvarsligar avleiðingar, um góð og saklig ummælir missa sína ávirkan. – Ummælarin hevur søguliga havt ein status sum ein, ið er við til at lyfta bókmentirnar. Ummælið er fyrst og fremst skrivað til lesaran, men tað hevur eisini stóran týdning fyri høvundan, sum kann brúka kritikkin til at hækka góðskuna. – Um vit skulu hava góðar før­ oyskar bøkur, mugu vit hava eina mentan, har skaldslig verk verða vigað og kritiserað. Tað er eisini ein fortreyt fyri, at vit kunnu vera við, tá til dømis norðurlendskar bókmentavirðislønir verður latnar, sigur Paula. Paula er lutvíst samd við teim­ um, sum halda, at ummælir eisini eru undirhald. – Tey kunnu hava nógv drøg í sær frá fagurbókmentum, men eitt gott ummæli eigur altíð at vera sakligt. Ummælarin skal siga, hvat hann sjálvur heldur, men hann skal royna at argumentera fyri tí við støði í tekstinum. Tað kann vera harðrent, men tað skal ikki vera eitt persónligt álop, sigur Paula. Ov fáir ummælarar Bókaummælir hava ikki fyrr verið granskað á henda hátt í Føroyum fyrr, og Paula vónar, at hennara gransking fer at vera við til at hækka støðið á bókaummælunum. – Ummælini hava hingið á herð­unum hjá nøkrum fáum ein­ staklingum, og tey hava verið ógvu­liga ymisk í dygd. Eg vil fegin gera mítt til, at vit fáa fleiri um­ mælarar og harvið eina sterkari um­mælaramentan, ið fer at hækka støðið á ummælunum. Fleiri bøkur, sum koma út í Før­ oyum, verða als ikki ummæltar. – Tað er tilvildarligt, hvønn tað stingst uppá at skriva eitt ummæli, og tí verða onkrar bøkur ummæltar og aðrar ikki. Tað koma fleiri góðar bøkur út, sum avgjørt eru verdar at ummæla, men sum eingin tekur uppá tungu, og fyri ein rithøvund er tað eitt tað ringasta, sum kann henda. – Eisini í einum framtíðar per­ spektivi er tað óheppið, at fleiri bøkur ikki verða ummæltar, tí tær bøkur, sum ikki fáa umrøðu í sínari samtíð, verða ikki partur av tí kollektiva minninum á sama hátt, sum tær, ið hava fingið umrøðu. Miðlarnir hava stóran týdning fyri ummælini. Teir gera av, hvussu nógv pláss ummælini skulu fáa, og hvat slag av ummælum teir vilja hava. – Onkuntíð hava miðlar havt fast­ar ummælarar, sum hava skriv­ að nógv, men so heldur samstarvið uppat, og ummælini verða færri í tali. Eingin ansar eftir, at allar bøk­ur, ið eru tað verdar, verða um­ mæltar, sigur hon. Um fleiri professionellir um­ mælarar verða, fer tað eisini at hækka støðið á ummælunum. – Tað kann vera torført at um­ mæla i einum lítlum samfelagi, har øll kennast. Men vit seta krøv til alt annað, so vit skulu eisini seta krøv til ummælir. – Ein góður ummælari vísir les­ aranum tað álit at geva honum eitt sakligt ummæli, sum hann sjálvur kann taka støðu útfrá. Tað skal ikki bara vera ein smaksdómur, men eisini ein viðgerð av tekstinum, sum gevur lesaranum høvi at taka sína egnu støðu til verkið. Ummælir av føroyskum bókum eru tilvildarlig Paula granskar føroysk bókaummælir: Nógvar bøkur koma út á føroyskum, men fleiri verða ikki ummæltar. Ummælir hava stóran týdning fyri bókmentir, men í Føroyum eru ummælini tilvildarlig og ymisk í dygd. William Heinesen skrivar í innganginum til “Natur og folk” hjá Jørgen-Frantz Jacobsen, at góðu ummælini av hesi bókini í Danmark eggjaðu honum til at fullføra kærleikssøguna um Barbaru. Paula Gaard hevur fingið stuðul frá Granskingarráðnum til at granska føroysk bókaummælir. (mynd: Mureldur) Verkætlan Heiti: Bókaummæli og –kritikkur í føroyska bókmentastovninum Slag: Ph.d.-verkætlan Granskari: Paula Gaard Stovnur: Føroyamálsdeildin, Fróðskaparsetur Føroya Verkætlanarskeið: September 2016 – august 2019 Stuðul úr Granskingar­ grunninum: 1.112.000 kr.