Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-09-19, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. september 2017síða 24

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 20. september 2017 · Nr. 109 4 Sosialurin H vør brúkar meira elektrisi­ tet í skúlanum, genturnar ella dreingirnir? Tað skulu nakrar av næmingunum í 7. flokki á Eysturskúlanum royna at fáa greiði á. Lærararnir í alis- og evnafrøði hjá 7. flokki hava tikið av áheitanini frá Granskingarráðnum og Nám um at vera við í kappingini um at lata næmingarnar royna seg sum granskarar og harvið fáa møgu­ leikan at gerast Ársins Vitanar­ fróðu. Næmingarnir í 7. flokki læra um elorku, og teir hava tí fingið boð um at velja eitt granskingarevni, sum hevur okkurt við el at gera. – Næmingar í hesum aldrinum eru ikki serliga áhugaðir í, hvussu teir kunnu fáa eina elperu at lýsa. Tey eru meira upptikin av sær sjálv­um, og tí hava fleiri valt at kanna, hvussu tey brúka elorku, sigur Jacob Eli Olsen, sum er hjálpar­lærari í alis- og evnafrøði í 7. flokki. Teir flestu næmingarnir eru komnir fram til, at tey vilja kanna, um gentur ella dreingir brúka meira el í skúlanum. – Hetta hevur sum so einki við alis- og evnafrøði at gera. Men í hesum føri er tað arbeiðshátturin, ið er mest umráðandi. Hann er trupul hjá nógvum, tí tey eru ikki von við sjálvi at skula finna fram til, hvussu tey skulu kanna okkurt. – Elnýtslan hjá gentum og dreingj­um er eitt gott granskingar­ evni, tí næmingarnir verða noyddir at gera egnar kanningar fyri at fáa greiði á, hvør brúkar mest elorku. Tað ber ikki til at finna svarið á inter­netinum, sum tey annars eru von at gera, um tey vilja hava okkurt at vita, sigur Jacob Eli Olsen. Spurnarbløð og eygleiðingar Tað er friðarligt í flokkinum, og næm­ingarnir lurta væl eftir, með­ an Jacob Eli greiðir frá, hvussu tey skulu arbeiða í bólkum við evn­inum. Fleiri næmingar hava fing­urin á lofti og hava boð uppá, hvørjar kanningar tey skulu gera. – Vit kunnu gera spurnarbløð, sum allar genturnar og allir dreing­ irnir skulu svara uppá. So fáa vit at vita, hvussu ofta tey brúka el, skjýt­ ur ein drongur upp. Ein annar heldur, at tey skulu eygleiða, nær næmingar brúka el, og ein triði, at tey skulu spyrja lærarar, hvussu ofta teir halda, at næm­ingarnir brúka okkurt tól, ið nýtir el. Flestu næmingarnir vænta, at úrslitið av kanningunum fer at vísa, at tað eru genturnar, ið brúka mest el. – Tær brúka fleiri tól, sum nýta streym, sigur ein av dreingjunum. Lærararnir eru spentir uppá, Næmingar skulu læra at undrast og granska Eldru næmingarnir í fólkaskúlanum hava í stóran mun mist evnini at undrast og granska, tí undirvísingin í náttúruvísindaligum lærugreinum leggur størsta dentin á fakligar førleikar. Tað halda lærarar í alis- og evnafrøði, sum kenna seg noyddar at raðfesta fakliga vitan, tí hon gevur næmingunum betri úrslit í landsroyndunum. Næmingarnir í 7. flokki hava nógv góð uppskot um, hvørji evnir teir vilja granska