Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-09-19, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. september 2017síða 25

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mikudagur 20. september 2017 · Nr. 109 Sosialurin hvat fer at koma burturúr kanning­ un­um, og hvørjar tankar hetta fer at vekja hjá næmingunum. – Næmingarnir eru ikki vanir við at eftirkanna hypotesur ella uppáhald, men hetta er nakað, tey kunnu læra nógv av. – Vísindi eru ikki høgt í metum í føroyska samfelagnum. Vit hava alt ov nógv dømir um, at pástandir verða settir fram uttan at nakað prógv fyri, um hald er í tí, sum verður sagt. Vit síggja hetta ferð eftir ferð í politisku skipanini, har til dømis pástandir verða tiknir fram um granskingarúrslit hjá fiskifrøðingum. – Um vit skulu broyta hetta, mugu vit byrja við børnunum og læra tey ikki at trúgva øllum, men heldur hugsa sjálvi og eftirkanna tað, sum tey hoyra. Hetta eri eg spentur uppá at fara at tosa við næm­ingarnar um, tá vit eru liðug við hetta arbeiðið, sigur Jacob Eli. Forvitnið hvørvur Næmingarnir seta seg saman í bólkar at orða hypotesur og kjakast um granskingarhættir. Tey flestu síggja út til at tíma væl, men nakrir næmingar tykjast ikki rættiliga vita, hvat tey skulu gera. – Av teimum 40 næmingunum í 7. flokki eru umleið 30 komnir væl í gongd við arbeiðið. Hjá nøkrum er hetta rættiliga trupult, tí hesin mátin at arbeiða uppá víkir nógv frá tí, tey vanliga gera. Men tað eru eisini nakrir næmingar, sum tíma betur hetta enn vanligu undir­vís­ ingina, tá tað er bókin, sum stýrir, sigur Jacob Eli. Jacob Eli hevur verið lærari í 17 ár. Hann hevur sergreinir í alis- og evnafrøði og støddfrøði og undirvísir eisini í lívfrøði og landa­ frøði. – Børnini eru øðiliga forvitin, tá tey byrja í skúla. Í teimum smáu flokkunum havi eg millum annað sett eplir niður við børnunum, og tá eru tey so spent, at tey liggja fram eftir rommum og kappast um at síggja, hvat kemur undan bøkk­ unum. – Forvitnið hjá børnunum dal­ ar skjótt, og tað er ikki so løg­ið, tí tey møta sjáldan hesum arbeiðs­ háttinum, tá tey gerast eldri. Tey gevast við at gera kanningar sjálvi, og tað er trupult at byrja aftur, tá tey koma upp í teir hægru flokk­ arnar, sigur hann. Tríggjar gentur hava valt eitt meira ítøkiligt granskingarevni. Barbara, Hildur og Lilja hava sett sær fyri at kanna, hvussu el ávirk­ ar fiskarnar í akvariinum í lív­ frøði­stovuni. Tær ætla sær at gera royndir við at sløkkja og tendra ljósið og pumpuna fyri at vita, um fisk­arnir verða meira friðarligir ella ófriðarligir av hesum. “Vit undrast á, hvussu ljós ávirk­ ar akvariufiskar” hava tær skriv­að sum útgangsstøði fyri gransk­ingar­ verkætlanini. Og um háttin, ið tær ætla at brúka at fáa greiði á hesum, skriva tær, at “Ætlan okkara er at sløkkja ljósið og tendra aftur”. – Hetta er ein sera greið gransk­ ingarverkætlan. Tær hava gjørt sær fleiri smáar hypotesur, sum tær kunnu eftirkanna og fáa ítøkilig svar uppá. Tær hava møguleika fyri bæði at gera sínar egnu mátingar og at spyrja onnur, ið hava fingist nógv við akvariufiskar. – Hesar genturnar hava í størri mun enn fleiri onnur varðveitt evnini at undrast og hugin at kanna. Tað síggja vit serliga hjá næm­ingum, sum eru skótar ella hava líknandi frítíðarítriv, ella sum eru uppvaksin í onkrari minni bygd, sigur Jacob Eli. Royndir stýra Tær nógvu royndirnar, ið næm­ing­ arnir í fólkaskúlanum skulu til, fáa ein stóran part av skyldini fyri, at næmingarnir missa sítt náttúrliga forvitnið. – Serliga landsroyndirnar í 4. og 6. flokki fylla nógv í undir­vísingini. Næmingarnir verða mett­ir eftir, hvussu væl teir megna at svara fak­ ligum náttúruvísinda­lig­um spurn­ ingum, hóast tað í náms­ætlanini stendur, at skúlin bæði skal menna støðisførleikar og fakligar førleikar hjá næming­un­um. – Lærarar tora ikki at brúka tíð uppá at læra næmingar at kanna og granska, tí teir førleikarnir síggjast ikki aftur í landsroyndunum. Men samfelagið hevur brúk fyri fólki við førleikum at skapa og granska, tí tað er í stóran mun tey, ið skapa framburð í landinum, sigur Jacob Eli. Tað krevur meira av lærarun­ um at lata næmingarnar ar­beiða sjálvstøðugt við egnum kann­ing­ um. – Tað er truplari hjá mær at til­rættisleggja undirvísingina, tá næmingarnir sjálvir skulu arbeiða við kanningum, tí eg veit ikki frammanundan, hvat fer at henda. Tá er gott at hava aðrar lærarar at arbeiða saman við, so vit í felag kunnu fram til, hvussu vit gera. – Tá vit gera kanningar í skúl­ anum, biðja vit vanliga næming­ arnar kanna okkurt og siga, hvat úrslit teir koma til. Granskarar arbeiða við at seta fram hypotesur og eftirkanna tær. Tað er ein ar­ beiðsháttur, ið er fullkomiliga fremmandur í skúlanum. Men eg eri bilsin um, hvussu væl næm­ ing­arnir hava tikið ímóti hesum ar­beiðs­háttinum. Teir síggja, at hetta er nakað, teir kunnu brúka, til at kanna, um tað, teir halda um ymiskt, er rætt ella ikki, sigur Jacob Eli. ∆ Ársins Vitanarfróðu – kapping fyri skúlaflokkar Granskingarráðið og Nám skipa í sambandi við Vísinda­ vøkuna fyri granskarakapping fyri skúlaflokkar í miðdeild og hádeild. Kappingin kallast Ársins Vitanarfróðu og er skipað við íblástri frá eini norskari kapping, ið nevnist Nysgjerrigper. Endamálið er at geva skúlum og næmingum møguleika at arbeiða sum granskarar: At orða ein spurdóm, at finna fram til nakrar hypotesur og síðani at kanna málið við at savna inn tilfar og gera royndir. At enda skulu úrslitini lýsast, og onnur skulu kunnast. Frágreiðingar um granskingarverkætlanirnar skulu sendast Granskingarráðnum. Ein fólkaskúlalærari, ein granskari, eitt umboð fyri Nám og eitt umboð fyri Granskingarráðið fara at lesa allar frágreiðingarnar og gera av, hvør vinnur kappingina. Flokkurin, sum vinnur, fær virðisløn á 5000 kr., heiðurin at nevna seg Ársins Vitanarfróðu og ein túr í náttúruna við tveimum granskarum at síggja okkurt forvitnisligt. Vinnarin verður kunngjørdur á Vísindavøkuni 29. september kl. 13. Verða akvariufiskar meira ófriðarligir, tá ljósið verður tendrað? Hildur, Barbara og Lilja fyri­ reika granskingarverkætlan um akvariufiskar Jacob Eli Olsen hevur drúgvar royndir sum lærari í náttúru­ vísindaligum lærugreinum