týsdagur 19. september 2017síða 26
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 20. september 2017 · Nr. 109
6
Sosialurin
T
að tekur nógva tíð og
krevur gott tol at kortleggja
og greina ílegur. Sunnvør
Klettskarð í Kongsstovu hevur í
hálvtannað ár havt sína dagligu
gongd á rannsóknarstovum á
Granskarasetrinum iNOVA og á
Havstovuni, har hon hevur skorið
óendaliga nógvar evarska lítlar
bitar av sild, sum hon hevur mátað
og kannað og lagt í rør.
Nú er arbeiðið hjá henni at kort
leggja og samanbera arvastrongin
hjá sild komið so mikið langt, at
tey fyrstu úrslitini eru klár at lesa
á telduskerminum. Men nú hevur
hon eisini skund, tí fyritøkan Am
plexa Genetics, sum hon arbeiðir
fyri, hevur sett sær fyri at verða
fyrst við einum nýggjum hátti
at eyðmerkja sildastovnarnar í
Norðuratlantshavi. Tey eru í harð
ari kapping við granskarar úr øðr
um londum, sum arbeiða við líkn
andi verkætlanum.
– Vit hava hoyrt sum slatur, at
granskarar í Íslandi og Írlandi eisini
eru í ferð við at menna ein hátt at
síggja arvaliga munin millum silda
sløg, sum líkist tí, sum vit fáast við.
So nú mugu vit skunda okkum, tí
tað hevur stóran týdning at koma
fyrst við hesum, sigur Sunnvør.
Hava kortlagt arvastrongin
Sunnvør er ph.d.-lesandi á før
oysku arvafrøðisfyritøkuni Am
plexa Genetics. Fyritøkan hevur
sæti í Odense, men bæði Fram
taksgrunnur Føroya og Føroya
grunnurin eru stórir partaeigarar
í fyritøkuni.
Verkætlanin,
ið
ber
heitið
HerGen, hevur til endamáls at
kortleggja arvaeginleikarnar hjá
sild og finna arvaliga munin á
fýra ymiskum sildastovnum, ið
ferðast í Norðuratlantshavi. Am
plexa Genetics hevur skipað verk
ætlanina sum eina vinnu-ph.d. og
hevur sett Sunnvør Klettskarð í
Kongsstovu at standa fyri arbeið
num.
Sunnvør var liðug við sína
master-útbúgving í mýlskari menn
iskjaarvafrøði í 2014.
– Eg ætlaði mær at verða gransk
ari, og tá eg fekk boðið at standa
fyri hesi verkætlanini, tók eg av,
tí tað er ein spennandi verkætlan,
sum hóskar væl til mín, sigur hon.
Verkætlanin HerGen fer fram
á Granskarasetrinum iNOVA, og
Amplexa Genetics samstarvar við
Fróðskaparsetur Føroya, Havstov
una, Heilsufrøðiligu Starvsstovuna
og European Bioinformatics Insti
tute í Bretlandi um hana.
Sunnvør
fór
undir
ph.d.-
verkætlanina
í
januar
2016.
Fyrsta málið var at kortleggja
arvaeginleikarnar hjá sildini. Tað
hevði ongin gjørt fyrr, og Amplexa
Genetics ætlaði sær at verða fyrsta
fyritøkan, ið megnaði hetta.
– Arvaeginleikarnir hjá sild eru
settir saman av 800 milliónum
bókstavum, og tað hevur víst seg
at vera rættiliga trupult at fáa
allan
arvamassan
kortlagdan,
sigur Sunnvør.
Sunnvør hevur verið við í
arbeiðinum heilt frá byrjan.
– Eg havi fingið góða hjálp frá
Havstovuni, men sum so havi eg
gjørt alt sjálv frá byrjan til enda, og
tað haldi eg vera nokkso stuttligt,
sigur hon.
Sunnvør
fekk
tær
fyrstu
royndirnar
av
norðhavssild
og føroyskari sild umborð á
Christian
í
Grótinum,
sum
gjørdi yvirlitstrolingar fyri Hav
stovuna. Hon hevur eisini fing
ið føroyska sild frá bátum, sum
fiska inni við land, og hon hevur
fingið íslandssild og norðsjóvarsild
sendandi úr Íslandi og Hetlandi.
Hon hevur staðið niðri á Hav
stovuni saman við starvsfólki har
og mátað longd og vekt og hugt
at kyni, og starvsfólkini á Hav
stovuni hava hugt eftir nytrum og
búningarstigi fyri hana. Hon hevur
skorið pettir av nýrum og øðrum
pørtum av sildunum og lagt tey í
rør og fryst tey.
Hon hevur uppreinsað DNA
hjá sildum í hópatali í framkomnu
útgerðini hjá iNOVA. Tólið hjá
Inova megnar tó ikki at kortleggja
og greina allan arvamassan, tí
tað krevur ógvuliga stóra teldu
orku. Tann parturin av arbeið
num fer fram í samstarvi við stóra
evropeiska lívfrøðiliga gransking
arstovnin EBI.
Tað eydnaðist ikki hjá Amplexa
Genetics at verða fyrst við kort
leggingini av arvamassanum hjá
sildini. Tríggjar mánaðar eftir,
at Sunnvør var farin til verka,
kunngjørdi ein bólkur av svenskum
granskarum, at teir høvdu sett
arvamassan hjá sildini saman.
– Svensku granskararnir høvdu
brúkt eina sild úr Eystrasalti, sum
líkist rættiliga nógv okkara. Høvdu
vit fingið fígging, so vit kundu verið
farin í gongd fyrr, høvdu vit verið
fyrst, so tað var rættiliga keðiligt,
sigur Sunnvør.
Leita eftir frávikum
Eftir at arbeiðið at kortleggja arva
massan er liðugt, er Sunnvør farin
undir at leita eftir munum millum
sildastovnarnar, ið svimja í før
oyskum sjógvi.
Royndir hjá Havstovuni hava
víst, at trý ymisk sløg av sild verða
fiskað í føroyskum sjógvi, tann før
oyska fjarðasildin, norðhavssildin
og norðsjóvarsildin. Hildið verður
eisini, at tann íslendska sildin
møguliga kemur inn um føroyska
markið.
Tað sæst ikki á sildini, hvønn
stovn hon hoyrir til, og í summum
økjum blandast stovnarnir rætti
liga nógv. Havstovan ger metingar
av stovnunum við at skráseta, hvar
sildin er fiskað, og við at kanna,
um hon er várgýtandi ella heyst
gýtandi, og um hon er nær við at
gýta.
– Tað tekur tíð, tí hvør einstøk
sild má opnast. Vit eru nú við at
menna eitt amboð, har tað skjótt og
lætt við at lesa arvasamansetingina
hjá sildini ber til at staðfesta, hvørj
um stovni hon er av, sigur Sunnvør.
Sunnvør hevur nú kannað arva
massan hjá sildastovnunum, ið
svimja í føroyskum øki, og hon er
farin undir at samanbera og leita
eftir munum í arvastrongjunum.
– Hitin í sjónum, har stovnarnir
svimja, er ymiskur, og stovnarnir
hava ymiskar gýtingartíðir. Tað
skal síggjast aftur onkustaðni í
arvamassanum, sigur hon.
Sunnvør hevur góðar vónir um,
at tað fer at bera til at finna tey
smáu frávikini í arvamassanum,
sum vísa, hvønn stovn sildirnar
Kappast um at menna
amboð at umsita stovnin
Sunnvør greinar ílegur hjá sild:
Føroyska arvafrøðisfyritøkan Amplexa Genetics er í harðari kapping við granskarar úr øðrum
londum um at menna eitt amboð, ið kann eyðmerkja sildasløg við at lesa arvastrongin. Hetta
kann fáa stóran týdning fyri umsitingina av sildastovninum, sum Føroyar veiða av.
Sunnvør Klettskarð í Kongsstovu er ph.d.-lesandi á Amplexa Genetics
Verkætlan
Heiti: Sekvensering av Norðhavssilda-
genominum og menning av einum genetiskum
stovnsumsitingaramboði (Hergen)
Slag: Ph.d.-verkætlan
Granskari: Sunnvør Klettskarð í Kongsstovu, M.Sc.
í mýlskari menniskjaílegum frá Imperial College í
Bretlandi
Stovnur: Amplexa Genetics
Verkætlanarskeið: 1.1.2016-31.12.2018
Stuðul úr Granskingargrunninum: 500.000 kr.
iNOVA hevur framkomna útgerð,
sum kann uppreinsa DNA