týsdagur 19. september 2017síða 27
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mikudagur 20. september 2017 · Nr. 109
Sosialurin
hoyra til.
– Higartil hava granskarar bert
kannað sjálvar ílegurnar, og har
hava teir ongan mun funnið. Men
millum ílegurnar er ymiskt tilfar,
sum fyrr ikki hevur verið hildið
at hava nakran týdning, men nú
vita vit, at hetta hevur ávirkan á,
hvussu ílegurnar virka, og tað er
har, vit vænta, at frávikini verða at
finna, sigur hon.
Neyðugt verður at kanna nógvar
sild fyri at staðfesta munin millum
stovnarnar.
– Frávik eru eisini millum sild í
sama stovni, og tí mugu vit kanna
ógvuliga nógvar sildir, áðrenn tað
ber til endaliga at staðfesta, um eitt
frávik er eitt eyðkenni fyri stovnin,
sum kann brúkast til at eyðmerkja
sildina, sigur hon.
Nýggir møguleikar
Bæði almennir myndugleikar og
føroyskar
vinnufyritøkur
hava
víst stóran áhuga fyri Hergen
verkætlanini, ið er mett at kosta
2,7 milliónir. Verkætlanin hevur
fingið stuðul frá Statoil, Felagnum
Nótaskip,
danska
Innovations
fonden, Fiskivinnuroyndum og
Granskingarráðnum.
Verkætlanin kann fáa sera stór
an týdning fyri stovnsrøktina.
– Við at kanna ein prosentpart
av veiðuni ber til við úrslitunum
frá hesi verkætlan at áseta, hvussu
nógv er av hvørjum sildastovni
verður veitt. Hetta fer at gera okk
um betri før fyri at gera neyvar
stovnsmetingar og harvið neyvari
áseting av kvotum, sigur Sunnvør.
Eisini fer nýggja amboðið at
gera tað møguligt at skjalprógva,
hvørjum stovni sildin, ið vit selja,
er fiska úr.
– Við at skjalprógva sporførið
kunnu vit veita kundanum trygd
fyri, at sildin er fiskað burðardygt,
og harvið kunnu vit fáa ein betri
prís fyri hana, sigur Sunnvør.
Fyri Amplexa Genetics hevur
tað sera stóran týdning at verða
fyrst við hesum nýggja amboðnum,
sum tey nú hava frætt, at aðrir
granskarar eisini arbeiða við at
menna.
– Tað er munandi lættari at fáa
granskingarúrslit almannakunn
gjørd í viðurkendum vísindaligum
tíðarritum, tá talan er um nýggja
vitan. Tað hevur stóran týdning, tí
tað ger tað lættari at fáa pengar til
nýggja gransking, sigur Sunnvør.
Nýggja stovnsmetingaramboðið
kann eisini í sær sjálvum lata
nýggjar hurðar upp fyri Amplexa
og iNOVA. .
– Vit kunnu bjóða okkum fram at
gera hetta arbeiði fyri Havstovuna
ella skipini, og tað kann geva
okkum eina grundinntøku, sum
kann verða grundarlag fyri víðari
gransking.
– Tað hevur tikið trý ár at menna
hendan kanningarháttin, men tað
eru nógv onnur fiskasløg til, og
næstu ferð verður tað skjótari og
bíligari, tí nú vita vit, hvussu vit
skulu gera, sigur Sunnvør.
Fýra sildastovnar svimja í havinum kring okkum. Eitt nýtt
stovnsmetingaramboð fer at gera tað lættari at eyðmerkja,
hvønn stovn sildin hoyrir til (mynd Jan Arge Jacobsen, Havstovan)
Sunnvør hevur hópin av sildaroyndum liggjandi í eini frystiboks
á rannsóknarstovuni á Granskarasetrinum iNova
Samansetingin av 800 milliónum bókstavum
avmyndar arvastrongin hjá sildini
Sunnvør leitar eftir munum í arvastronginum hjá sildastovnunum
Pettir av sildanýra verða løgd
í vætu, sum varðveitir DNA