týsdagur 19. september 2017síða 29
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mikudagur 20. september 2017 · Nr. 109
Sosialurin
K
ári Sólstein hevur havt
áhuga fyri gransking alt
tað, hann minnist. Sum
barn sat hann í nógvar tímar og las
Illustreret Videnskab, og sum ung
ur dámdi honum allarbest at síggja
náttúrufilmar.
– Alt, sum bar á tað tøkniliga
borðið, hevði mín áhuga. Náttúru
vísindi og stjørnufrøði og eisini
søga, men ikki sálarfrøði og hugvís
indi, minnist hann.
Áhugin fyri vísindi er enn óskal
aður. Tá Kári gongur túr um kvøld
arnar, lurtar hann eftir podcasti við
vísindaligum tilfari, og hann fylgir
væl við øllum tí nýggja, ið kemur
fram í vísindaheiminum.
Spyrji fyri lurtaran
Kári hevur í fleiri ár havt send
ingina Vitan í Útvarpinum, har
hann hevur viðgjørt alskyns evnir
úr vísindaheiminum.
– Hugskotið um at hava eina
vísindaliga sending í Útvarpinum
kom fram á einum hugaroksfundi
fyri nøkrum árum síðani. Eg bjóðaði
meg fram at gera sendingina og fór
í gongd beinanvegin, minnist hann.
Sendingin, sum fekk heitið Vit
an, var fastur táttur á skránni í
Útvarpinum í fleiri ár. Í seinastuni
hevur sendingin bara verið á
skránni av og á, tí Kári hevur havt
aðrar uppgávur eisini.
Sendingarnar hjá Kára hava
verið væl umtóktar.
– Eg hoyri ofta frá fólki, at tey
eru ógvuliga glað fyri sendingarnar.
Tey tíma øðiliga væl at lurta eftir
tílíkum tilfari, serliga tá tað er okk
urt, sum hevur týdning fyri Før
oyar.
Kári hevur ikki havt trupult við
at finna evnir ella granskarar, sum
eru fúsir at siga frá sínum arbeiði.
– Granskarar vilja fegnir siga frá
tí, teir arbeiða við, og tey allarflestu
duga væl at siga frá.
Uppgávan hjá Kára er at fáa tey
ofta torskildu evnini gjørd skillig
fyri vanliga lurtaran.
– Tann fyrsta fyritreytin er, at
eg má sjálvur skilja, hvat tað snýr
seg um. Tí tosi eg altíð fyrst leingi
við granskararnar um evnið. Tá
ið vit fara í gongd við sjálva sam
røðuna, seti eg meg í leiklutin hjá
lurtaranum, sum einki veit. Eg
spyrji teir spurningar, ið eg haldi,
at lurtarin vil hava svaraðar, og
spyrji ofta fleiri ferðir fyri at
trýsta granskaran at greiða frá á
ein skilligan hátt. Eg leggi einki í,
um onkur heldur, at eg eri býttur,
tí eg spyrji ikki fyri meg sjálvan, eg
spyrji fyri lurtaran, og eg skal raka
eina so breiða fjøld sum gjørligt,
sigur hann.
– Fólk, sum eru innarlaga í ein
um evni, halda kanska, at tað er
ov banalt. Men málbólkurin hjá
mær er ikki aðrir granskarar. Tað
er trailara-sjaufførurin, sum lurtar
eftir útvarpi, meðan hann koyrir,
og øll onnur vanlig fólk, sum ikki
hava serligar fyritreytir.
– Men sjálvandi skal eg eisini
ansa eftir ikki at troytta fólk við
at greiða alt ov væl frá øllum. Tað
ræður um at finna javnvágina
harímillum, og tað er nokkso ringt,
sigur Kári.
Kári ger eisini nógv burturúr at
seta sendingarnar saman, so tær
eru spennandi at lurta eftir.
– Tey seinastu árini havi eg
arbeitt nógv við frásøguhættum. Eg
brúki nógv tónleik og ljóðmyndir,
og eg royni at fáa eina fasinatión
inn í søguna, so lurtarin ikki bert
verður fangaður, men eisini heldur
fram at lurta. Eg hugsi nógv um,
hvussu eg skal byrja søguna, og
hvussu ferðin og søgugongdin
skulu vera, sigur hann.
Skeikla siðbundnu fatanina
Kára dámar væl at siga frá søgum,
sum geva fólki eina nýggja fatan av
onkrum, tey hildu seg vita.
– Tað er spennandi at finna og
siga frá søgum, sum kunnu skeikla
ta siðbundnu fatanina hjá før
oyingum. Sum til dømis at munk
arnir ikki vóru teir fyrstu, sum
komu til Føroya, men at fólk hava
livað her kanska fleiri túsund ár,
áðrenn munkarnir komu.
– Eg havi funnið fleiri spennandi
søgur um Føroyar, sum eg havi
brúkt í mínum sendingum, í út
lendskum miðlum. Har hoyrdi eg
millum annað um ein granskara,
ið hevði gjørt kjarnuboringar í
føroyskum vøtnum fyri at finna
fram til, nær fyrstu føroyingarnir
komu til landið. Og eina aðru ferð
hoyrdi eg um ein danskan DNA-
granskara, sum hevði tikið royndir
úr beinagrindunum á Fornminnis
savninum fyri at kortleggja, hvað
ani víkingarnir komu, sigur hann.
Tær allarbestu søgurnar eru
tó tær, sum fáa fólk at lurta eftir
onkrum, sum tey als ikki hildu seg
hava áhuga fyri.
– Lurtarin verður fangaður av
at hoyra granskarar siga frá, sum
eru ógvuliga hugtiknir av tí, teir ar
beiða við. Tá ger tað tað sama, hvat
evnið er, og fólk fáa nýggja vitan
um okkurt, sum tey ikki vistu, at
tey høvdu áhuga fyri, sigur Kári.
Tími ikki at nørdast
Hóast Kári hevur havt áhuga fyri
vitan og gransking, síðani hann var
smádrongur, hevur hann ongantíð
sjálvur umhugsað at gerast gransk
ari.
– Eg havi áhuga fyri vísindum
og haldi tað vera stuttligt at spjaða
vitan um gransking. Men eg hevði
ikki tímað at nørdast í einum evni
í langa tíð, sum granskarar gera. Eg
ivist ikki í, at tað er ein spennandi
og fasinerandi verð, men eg hevði
bara ikki havt tol til tað sjálvur,
sigur hann.
Kári er útbúgvin lærari við
sergrein í alis- og evnafrøði, men
hevur ongantíð arbeitt sum lær
ari. Í staðin kom hann inn í miðla
heimin og hevur nú tikið diplom-
útbúgving í journalistikki.
Hann heldur tað hava stóran
týdning, at gransking verður miðl
að.
– Tað er umráðandi, at fólk fáa
eina fatan av, at tað, sum verður
granskað, hevur týdning. Tað er
lætt at skilja, at vit skulu granska
í hjartasjúkum og fiskastovnum
í Norðuratlantshavi, men summi
spyrja til dømis, hví nakar skal
granska í gøtunøvnum. Men tá tað
verður sett í ein samanhang, verður
tað eisini spennandi, sigur hann.
Kári hevur ætlanir um at fara
undir fleiri vísindaligar sendingar,
møguliga eftir jól.
– Har er ov mikið av tilfari at
taka av. Tað er fantastiskt, at vit
sum so lítið land hava so nógv fólk,
sum granska innan so nógv økir
og brúka nógva tíð og orku uppá
at loysa onkran trupulleika, sigur
hann.
Mær dámar at skeikla
fatanina hjá fólki
Kári Sólstein miðlar gransking í Útvarpinum:
Kári Sólstein hevur sum fáur megnað at gera torskild granskingarúrslit einføld. Í
útvarpssendingum sínum hevur hann varpað ljós á alt frá víkingaílegum til silvurfiskar
og hvalateljingar. Tær bestu sendingarnar eru eftir hansara tykki tær, sum geva
fólki eina nýggja fatan av onkrum, tey hildu seg vita frammanundan.
Granskingarráðið
heiðrar góðari
miðling av
gransking
Granskingarráðið fer á Vísinda
vøkuni í ár á fimta sinni at
heiðra ein persón, sum hevur
dugað serliga væl at miðla
granskingarúrslit, hevur víst
á týdningin av gransking ella
á annan hátt varpað ljós á
nyttuna av vísindum.
Talan kann verða um gransk
ara, miðlafólk ella annan, sum
á greiðan og lætt skiljandi hátt
hevur lýst granskingarúrslit og
víst ávirkanina og týdningin av
hesum á okkara gerandisdag.
Tað kann vera í útvarps- ella
sjónvarpssendingum, í greinum,
fyrilestrum, bókum, plakatum
ella øðrum.
Ein dómsnevnd við umboðum
fyri felagið Føroysk
Miðlafólk, Fróðskaparsetrið
og Granskingarráðið velur
besta boðið millum innkomnu
uppskotini. Vinnarin verður
kosin á Vísindavøkuni
fríggjadagin 29. september.
Miðlaheiðurslønin hjá
Granskingarráðnum varð latin
á fyrsta sinni í 2012, tá Dorete
Bloch, professari í lívfrøði, fekk
heiðurin.
Í 2013 varð Pál Weihe,
professari í fólkaheilsufrøði,
heiðraður.
Í 2014 varð Kári Sólstein,
journalistur, heiðraður.
Í 2015 varð Bogi Hansen,
professari í havfrøði, heiðraður.
Eingin miðlaheiðursløn
varð latin í 2016, men
á Vísindavøkuni í ár fer
Granskingarráðið aftur at
heiðra ein persón, sum hevur
dugað serliga væl at miðla
gransking.
Kári Sólstein hevur í fleiri ár gjørt sendingar um gransking í Útvarpinum