týsdagur 19. september 2017síða 30
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 20. september 2017 · Nr. 109
10
Sosialurin
Tá landsstýriskvinnan í umhvørvis
málum herfyri gav eini alifyritøku
loyvi at leggja aliringar út á Víkum
í Vágum, visti hon ikki, hvat fólk
í Føroyum hildu um hetta. Hevði
nýggja landslagskanningin verið
tøk tá, hevði landsstýriskvinnan
vitað, at hetta var ímóti tí, sum
flestu fólk í Føroyum vilja.
Hvar aling skal vera loyvd er ein
av fleiri spurningum, sum verða
settir í landslagskanningini, sum
Náttúruvísindadeildin á Fróðskap
arsetrinum hevur gjørt.
Ein annar aktuellur spurningar,
ið kanningin gevur svar uppá, er,
hvar fólk vilja, at ferðavinnan skal
mennast, og hvar hon ikki eigur at
verða ment meira. Heldur ikki har
er nakar ivi. Føroyingar vilja ikki, at
ferðavinnan skal mennast á smá
plássum sum Mykinesi, Saksun
og Gjógv, har nógv ferðavinna er
frammanundan.
– Kanningin kann verða eitt
hent amboð hjá myndugleikum,
sum skulu taka avgerðir um virk
semi, ið ávirkar náttúruna. Nú
kunnu teir síggja, hvat fólkið í
landinum heldur um hetta, sigur
Eyðfinn Magnussen, lívfrøðingur á
Náttúruvísindadeildini, sum hevur
staðið fyri kanningini.
Fiskimenn merktu
havbotnin
Landslagskanningin er ikki fyrsta
verkætlanin, sum Eyðfinn hevur
staðið fyri, ið byggir á upplýsingar
frá vanligum fólki.
Eyðfinn hevur í fleiri førum
brúkt leikvísindi í sínum gransk
ingararbeiði. Fyrstu ferð var í 1994,
tá hann arbeiddi á Havstovuni og
skuldi gera eitt botnkort yvir land
grunnin.
Hann savnaði alt tað upplýsing
artilfar um Føroyabanka saman,
sum millum annað Jarðfrøðisavnið
og Biofar høvdu, men tað var ikki
nóg mikið til at fáa eitt yvirlit yvir,
hvussu botnurin var. Hann gjørdi
síðani eitt spurnarblað við einum
korti yvir landgrunnin, sum hann
sendi til 60 fiskimenn, ið vóru van
ir at ferðast úti á Føroya banka.
Kortið var býtt upp í puntar, og
fiskimenninir vórðu bidnir um at
skriva í puntarnar, um botnurin
var hellubotnur, mórubotnur ella
sandbotnur.
– Fiskimenninir tóku væl ímóti
spurnarbløðunum og vildu fegnir
hjálpa mær við upplýsingum. Ein
skrivaði til mín, at hetta var tað
rætta, at fara út til tey, sum vita
nakað um tingini, sigur hann.
Taldu gráspurvar
Eitt annað dømi um leikvísindi, ið
Eyðfinn hevur fingist við, er ein
kanning um gráspurvar, sum hann
í 2002 gjørdi saman við lesandi á
Náttúruvísindadeildini.
Tey lesandi fóru út og taldu,
hvussu nógv gráspurvapør vóru
í hvørjari bygd. Síðani spurdu tey
eldri fólk á staðnum, nær grá
spurvurin var komin til bygdina.
Tey skrivaðu upplýsingarnar niður
og gjørdu eitt kort, ið vísti, nær
gráspurvurin kom til tær ymisku
bygdirnar í Føroyum.
– Gráspurvurin varð fyrstu ferð
sæddur í Vági í 1935. Nøkur ár seinni
varð hann sæddur í Svínoy og síð
ani fleiri aðrastaðni í landinum.
– Upplýsingarnar, sum tey les
andi fingu frá fólki kring landið,
verða nú fylgdar upp av dna-kann
ingum. Tær kunnu vísa, um tað eru
spurvarnir í Vági, sum eru farnir
víðari til Svínoyar og onnur pláss
í landinum, ella um tað hava verið
fleiri innrásir av gráspurvum í Før
oyum.
– Hetta er eitt gott dømi um,
hvussu vit kunnu brúka upplýs
ingar frá staðkendum fólki og sam
antvinna tær við meira nýmótans
gransking, sigur Eyðfinn.
Kortlegði haruveiðuna
Í 2012 fór Eyðfinn undir at kort
leggja haruveiðuna í Føroyum við
hjálp frá haruskjúttum, ið sendu
honum upplýsingar um skotnar
harur á Facebook.
Tann verkætlanin fekk ógvuliga
góða undirtøku og avdúkaði, at
harustovnurin í Føroyum var fleiri
ferðir størri, enn hildið hevði verið.
Facebook-kanningin um har
urnar vakti eisini ans aðrastaðni.
Donsk tíðarrit skrivaðu um ein
falda, men vælvirkandi háttin hjá
Eyðfinni at savna inn tilfar frá
heimildarfólki, og Eyðfinn hevur
eisini skrivað greinir um skráset
ingina av haruveiðuni í bretskum
og donskum vísindaligum tíðarrit
um.
– Útlendingar hava verið ovfarn
ir av, at vit hava kunna gjørt tílíkar
kanningar á ein so einfaldan hátt,
og at kanningarnar hava fingið so
góða undirtøku.
– Upplýsingarnar hjá okkum um
haruveiðuna eru helst meiri eftir
farandi enn veiðuhagtøl í øðrum
londum, har veiðumenn skulu geva
upp, hvussu nógv teir skjóta. Har
eru veiðumenn ofta bangnir fyri,
at tølini verða brúkt ímóti teimum
til at seta avmarkingar í verk.
– Okkara upplýsingar byggja á
álit og áhuga hjá haruskjúttunum,
sum føla, at teir eisini fáa okkurt
burturúr við at geva sítt lítla íkast
til eina samlaða mynd yvir haru
veiðuna í Føroyum, sigur Eyðfinn.
– Eg rokni við, at eg fái fatur á
umleið 95 prosent av øllum haru
skjótingum í Føroyum, og eg eri
sannførdur um, at upplýsingarnar,
sum eg fái, eru rættar, sigur Eyð
finn.
Fingið nýggja vitan
Landslagskanningin, sum Eyðfinn
nú er í ferð við at greina saman við
útlendskum granskarum, kom í lag
eftir áheitan frá granskarum úr
fleiri londum við tilknýti til Keyp
mannahavnar Universitet. Teir
høvdu gjørt líknandi kanningar í
fleiri londum og vildu eisini vita,
hvussu føroyingar brúka og virðis
meta náttúruna.
Eyðfinn
hevur
saman
við
tveimum føroyskum lesandi í
landslagsarkitekturi á Keypmanna
havnar Universiteti umsett kann
ingina og lagað hana til føroysk
viðurskifti.
Tá freistin at luttaka í kanning
ini var úti 1. september, høvdu 422
fullført alla kanningina, og áleið
líka nógv høvdu svarað pørtum av
kanningini.
Hara hevur verið veidd í Føroyum
í 150 ár, men fyri fimm árum síðani
visti eingin, hvussu umfatandi
haruveiðan var, og hvussu stórur
føroyski harustovnurin var.
– Vit høvdu eingi hagtøl, og tí
kundu vit ikki vita, um haruveið
an var burðardygg, sigur Eyðfinn
Magnussen, lívfrøðingur á Nátt
úruvísindadeildini á Fróðskapar
setrinum.
Harur á Facebook
Í 2012 setti hann sær fyri at kort
leggja haruveiðuna. Hann stovnaði
ein Facebook-bólk og heitti á haru
skjúttar í øllum landinum um at
skráseta, hvussu nógvar harur teir
skutu í hvørjum haga.
Haruskjúttarnir tóku væl ímóti
áheitanini frá Eyðfinni. Hann fekk
fráboðanir um 5381 harur, ið vóru
skotnar í 199 hagapørtum í Føroy
um.
– Tað var nógv meira, enn eg
hevði væntað. Í eini lærubók í lív
frøði stendur, at talið á harum í
Føroyum helst liggur um 5000. Nú
hevði eg fingið tøl, sum vístu, at
fleiri harur vóru skotnar tað árið,
enn stovnurin var mettur til. Tað
kundi sjálvsagt ikki vera rætt, og tí
máttu upplýsingarnar í lærubókini
vera skeivar, sigur hann.
Kanningin á Facebook varð end
urtikin í 2013 og 2014. Tá var undir
tøkan uppaftur betur, og ávikavist
7.765 og 9.318 skotnar harur vóru
skrásettar.
– Orsøkin til økingina var neyv
an, at fleiri harur vórðu skotnar,
men at haruskjúttarnir vóru meiri
Eyðfinn Magnussen hevur drúgvar royndir við leikvísindum:
700 føroyingar hava sagt sína hugsan um føroysku náttúruna í nýggju
landslagskanningini. Kanningin gevur myndugleikum møguleika at kunna seg
við, hvat fólk halda um inntriv í náttúruna, áðrenn avgerðir verða tiknar
Eingin visti, hvussu nógvar harur vóru í Føroyum,
tá Eyðfinn Magnussen, lívfrøðingur, fór undir
at savna upplýsingar um skotnar harur á
Facebook fyri fimm árum síðani. Fráboðanir
frá haruskjúttum avdúkaðu, at harustovnurin
var nógv størri, enn hildið hevði verið
Leikfólk hjálpa grans
at skapa nýggja vitan
Skrásettu skotnar harur á Facebook
Eyðfinn Magnussen
hevur við hjálp frá
haruskjúttum kring
landið kortlagt
haruveiðuna í
Føroyum í fleiri ár.
Mynd: David Malk Jørgensen)