týsdagur 19. september 2017síða 31
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mikudagur 20. september 2017 · Nr. 109
Sosialurin
karum
Leikvísindi (Citizen Science) er eitt hugtak, sum fær
størri og størri rúmd innan gransking í dag.
Leikvísindi gevur vanligum fólki uttan vísindaliga
útbúgving møguleika fyri at luttaka í gransking. Fólk
kunnu hjálpa granskarum við at savna upplýsingar á
ymiskan hátt. Tað kann vera við at skráseta djór og
plantur ella svara spurningum.
Størsta danska verkætlanin, ið er grundað á leik
vísindi, kallast Tann stóra náttúrukanningin. 35.000
vanligir danir hava meldað seg til verkætlanina, ið
skal kortleggja margfeldni í donsku náttúruni. Lut
takararnir senda inn fráboðanir um, hvørji djór tey
síggja í náttúruni. Granskararnir hava fingið 390.000
fráboðanir, síðani verkætlanin byrjaði í mai 2015.
Leikfólk kunnu eisini hjálpa granskarum við at
spæla telduspøl, har tey til dømis skulu finna nýggjar
hættir at seta lutir saman. Tað gevur granskarum
innan ílegu- og lívfrøðigransking virðismiklar
upplýsingar um, hvussu heilin virkar.
Í Føroyum eru eisini nøkur dømir um verkætlanir,
har leikfólk hava hjálpt granskarum við upplýsingum.
Eitt dømi er skrásetingin av skotnum harum, sum
byrjaði sum ein Facebook-bólkur fyri haruskjúttar. Eitt
annað dømi er landslagskanningin, sum júst er liðug.
LEIKFÓLK HJÁLPA
GRANSKARUM
– Vit eru sera væl nøgd við und
irtøkuna, og kanningin gevur okk
um vitan, ið vit ikki høvdu framm
anundan. Hon vísir, hvussu fólk
brúka náttúruna, og hvussu tey
virðismeta hana. Hon vísir, hvørji
støð í Føroyum eru serliga virðis
mikil fyri fólk. Og hon sigur okkum,
hvussu fólk halda, at vinnuligt
virksemi eigur at verða skipað í
landslagnum.
– Kommunur gera byggisam
tyktir fyri innangarðs jørð, sum
áseta, hvar íbúðir skulu vera, og
hvar ídnaður og handil skulu vera.
Men ongar reglur ella ætlanir eru
fyri, hvussu uttangarðs jørð kann
brúkast. Tí er tað ógvuliga gott, at
vit nú vita, hvat føroyingar halda
um hetta.
– Menningin má sjálvandi ikki
steðga, og tí spyrja vit eisini fólk,
hvar tey halda, at virksemi sum
aling, vind- og vatnorka, havnaútb
ygging og ferðavinna eigur at vera.
Tað gevur myndugleikum, ið skulu
gera menningarætlanir, møguleika
at sleppa undan nógvum trupul
leikum, at tey vita frammanundan,
hvat fólk halda, sigur Eyðfinn.
Úrslitið av landslagskanningini
verður eftir ætlan klárt fyrst í kom
andi ári. Tað eru mest útlendsku
granskararnir, ið hava gjørt líkn
andi kanningar aðrastaðni, sum
fara at greina úrslitini. Teir fara at
skriva eina vísindaliga grein um
kanningina, og ætlanin er eisini at
geva út eina meira almenna grein,
so almenningurin fær høvi at
kunna seg við úrslitini.
– Mín leiklutur verður serliga at
skriva eina frágreiðing, ið vendir
sær til føroyskar myndugleikar,
og miðla úrslitini av kanningini til
føroyingar grundað á ta vitan, sum
eg havi um føroyingar og føroysku
náttúruna, sigur Eyðfinn.
Eyðfinn Magnussen hevur drúgvar royndir við at brúka
leikvísindi í sínum vísindaligu kanningum.
Landslags
kanningin
vísir, at fólk
ikki taka undir
við at menna
ferðavinnuna
á smáplássum,
har nógv
ferðafólk
longu eru.
tilvitaðir um at skráseta veiðuna,
sigur Eyðfinn.
Við støði í veiðuhagtølunum
metti Eyðfinn Magnussen, at før
oyski harustovnurin telur millum
15.000 og 20.000 harur.
Ávirkaði prísin
Tiltakið við at fáa haruskjúttar at
skráseta veiðuna á Facebook-bólk
inum var sera væleydnað, men
tað var tíðarkrevjandi, tí úrslitini
skuldu skrivast inn í eitt rokniark
og haðani flytast í eina databasu,
har samanteljingar og samanber
ingar kundu gerast.
Fyri at lætta um arbeiðið varð
ein nýggj heimasíða – haran.fo –
gjørd til endamálið, har harumenn
inir sjálvir kundu leggja úrslitini
inn í skipanina.
Í 2015 og 2016 vórðu ávikavist
4.012 og 2.950 skotnar harur skrá
settar. Tað vóru munandi færri enn
undanfarnu árini.
– Orsøkin til tað eru allarhelst
náttúrlig sveiggj í harustovninum.
Men tað kann eisini hugsast, at
menn hava aftrað seg við at upp
lýsa, hvussu nógv teir hava fingið,
tí tað hækkaði prísin fyri teir góðu
haruhagarnar, sigur Eyðfinn.
Virðið ein millión
Eyðfinn fekk eisini aðrar áhuga
verdar upplýsingar frá haruskjútt
unum.
– Fráboðanirnar vístu, at umleið
1200 mans skutu harur í Føroyum í
2014. Tað var eitt óvæntað høgt tal.
– Í 2014 vórðu 1100 harutúrar
gjørdir kring landið, og skotið varð í
348 hagapørtum. Og samlaða virðið
av teimum 9400 harunum, ið vórðu
skotnar í 2014, var ein sløk millión
krónur, sigur hann.