týsdagur 19. september 2017síða 32
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 20. september 2017 · Nr. 109
12
Sosialurin
S
ildatrolararnir
høvdu
ein
trupulleika. Sildin setti seg
fasta í meskurnar, og tað gav
teimum nógv eyka arbeiði við at
vaska og bøta trolið, og samstundis
fór nógv sild til spillis.
Ein eyðsýndur máti at loysa
trupulleikan var at minka mesk
urnar, men við tí fór trolið at verða
tyngri, og skipið fór at brúka meiri
olju og fáa minni fisk.
So fingu nakrir royndir skiparar
umborð á Finni Fríða eitt hugskot.
Teir høvdu lagt merki til, at sildin
trýsti seg uppeftir, tá ið tað trongd
ist afturi í bellinum, sum er millum
fornetið og posan. Tí var bert neyð
ugt at minka meskurnar í erva.
Hini skipini trúðu ikki, at hetta
kundi vera nøkur loysn. Men tað
vísti seg, at hugskotið hjá skiparun
um riggaði fínt, og skjótt fóru allir
sildatrolararnir at minka ovastu
meskurnar, og trupulleikin við sild,
ið setti seg fasta í meskunum, var
loystur.
– Ein tílík uppfinning kemur ikki
av sær sjálvari. Menninir umborð
á Finni Fríða høvdu íborna vitan,
sum teir høvdu fingið av drúgvum
royndum í sínum yrki.
– Íborna vitanin var tó ikki nóg
mikið til at loysa trupulleikan.
Tøknin átti eisini ein stóran leik
lut. Troleygað gav skiparunum
eina grafiska mynd av, hvussu
fiskurin trongist í bellinum, og ein
trolsimulator útroknaði gjøgnum
streymin í trolinum.
– Nýmenningin hendir, tá per
sónar við íbornari vitan samskifta
við persónar við bókligari vitan.
Tá hesir tosa saman og deila sína
vitan, verða ábøtur og nýggjar upp
finningar gjørdar.
Tað sigur Tórheðin J. Jensen,
sum er umsitingarleiðari hjá Varð
anum í Gøtu. Tórheðin hevur í trý
ár granskað, hvussu íborin vitan
verður brúkt og deild.
Byrjaði sum fiskimaður
Tórheðin
hevur
sjálvur
bæði
íborna og bókliga vitan. Hann byrj
aði sítt arbeiðslív sum fiskimað
ur. Hann hevur verið tvey ár til
skips, og hann hevur eisini arbeitt
á flakavirki og alivirki og sum sølu
maður í Føroyum og í Fraklandi.
Tórheðin hevur handilsútbúgv
ing frá Den Danske Eksportskole í
Keypmannahavn. Samstundis sum
hann hevur verið umsitingarligur
leiðari hjá Varðanum í Gøtu, hevur
hann tikið master-útbúgving í
vinnufyrisiting á Henley Business
School í Onglandi. Í 2014 fór hann
undir eina vinnuliga ph.d. verk
ætlan um mekanismurnar handan
deiling av vitan grundað á royndir
í nýskapan í føroysku fiski- og ali
vinnuni.
– Tað byrjaði við, at eg vildi
granska í ósemjuni millum sið
bundna arbeiðsmentan og nýmót
ans vinnumentan, sum er eitt stríð
millum praktikarar og teoretikarar,
ið vit síggja allastaðni í verðini. Í
Føroyum kenna vit tað serliga væl
frá ósemjum millum fiskimenn og
fiskifrøðingar.
– Eg kom skjótt eftir, at fleiri
høvdu granskað í nýtsluni av
teoretiskari vitan í vinnulívinum,
men at vitanin um ta íbornu
vitanina hjá arbeiðsfólkum við
ongari ella stuttari útbúgving var
munandi minni.
– Íborna vitanin er nógv truplari
at skjalfesta og at flyta. Tú kanst
ikki lesa teg til hana í einari bók ella
fáa hana senda frá øðrum í einum
telduposti.
– Íborin vitan er grundað í tí,
sum tú gert, og kemur av egnum
royndum. Tú kanst ikki læra at
súkkla við at lesa um súkklur í eini
bók. Ei heldur kanst tú lesa teg til
at blíva sjómann. Tú mást royna
tað sjálvur, og tá tú hevur lært tað,
gloymir tú tað ongantíð aftur, sigur
Tórheðin.
Íborin vitan hevur serliga stóran
týdning í lágtøkniligum vinnum
sum fiskivinnu og landbúnaði. Tey
flestu, ið starvast í hesum vinnum,
eru annaðhvørt ófaklærd ella hava
verkliga útbúgving, sum mest krev
ur praktiskar royndir.
– Tað er náttúran í hesum vin
num, ið krevur íborna vitan. Ein
kann lesa nógv um fisk og um
kríatúr, men ein kann ikki skilja,
hvussu laksur ber seg at í ymiskum
støðum uttan at vera har, ið laks
urin er.
Kortleggur vitan
Tórheðin hevur sett sær fyri at
kortleggja íbornu vitanina í fiski-
og alivinnuni í Føroyum.
Hann hevur valt sær 50 roynd
arbeiðsfólk, ið starvast hjá ella sam
starva við tvær stórar føroyskar
fyritøkur – Varðan í Gøtu og
Hiddenfjord í Vágum. Tey umboða
alla virðisketuna – dekkarar, trol
fólk, skipasmiðir, stýrimenn, skip
arar, maskinmeistarar, smoltalarar,
góðskueftirlitsfólk,
sølufólk
og
leiðarar.
– Eg royni at fáa persónin at fara
í arbeiðsstøðuna og spyrji, hvussu
hann hevur fingið sínar royndir og
vitan, og hvussu hann deilir hana
við onnur.
– Eg havi serliga áhuga fyri, um
persónarnir hava verið við í onkr
ari nýmenning av eini vøru ella
tilgongd, og spyrji, hvussu tað er
komið í lag, hvat teir hava gjørt,
og hvønn teir hava tosað við, sigur
hann.
Tórheðin leggur stóran dent á
at fáa hugsanir og tulkingar hjá ar
beiðsfólkunum fram og spyr eisini,
hvat tey halda vera týdningarmikið
í teirra arbeiði og avgerandi fyri, at
úrslitið verður gott.
– Ein dekkari svarar til dømis, at
tað hevur størstan týdning at hava
eyguni ordiliga við sær, so ein sær,
hvat er við at henda, áðrenn tað
hendir. So kann ein til dømis fanga
eina spleysing, sum er við at fara,
áðrenn hon fer.
– Ein maskinstjóri heldur tað
hava størstan týdning at hava
tekniskt innlit, so ein veit, hvussu
maskinurnar virka, og hvussu tær
uppføra seg, tá tær ikki virka.
Hóast bæði dekkarin og maskin
stjórin hava íborna vitan um sítt
arbeiði, er munur á, hvørjar møgu
leikar teir hava fyri at finna eina
loysn, tá teir renna seg í ein trupul
leika.
– Maskinstjórin hevur bæði
íborna og bókliga vitan, sum hann
kann brúka. Hann kann fara á
internetið og finna upplýsingar um
júst ta pumpuna, sum er í ólagi, og
lesa seg fram til, hvussu hann skal
loysa trupulleikan.
– Dekkarin fær einki burturúr at
fara á internetið, tí hansara vitan
er bert íborin. Hann tosar við hinar
umborð, og so finna teir í felag eina
loysn, sigur Tórheðin.
Vitanir skulu arbeiða saman
Samskifti millum fólk við íbornari
vitan og millum fólk við íbornari
og bókligari vitan er avgerandi fyri
alla nýmenning.
– Umborð á skipi eru serliga
góðar umstøður til at deila íborna
vitan, tí har eru menninir saman
alt samdøgrið í eina viku ella meir.
Teir tosa um trupulleikar, sum
teir renna seg í, meðan teir eta,
og á summum skipum kunnu teir
eisini fara upp á brúnna at skjóta
upp broytingar, sum kunnu loysa
ítøkiligar trupulleikar
– Tað ber ikki til á einum virki,
har øll fara til hús klokkan fimm
og ikki síggjast aftur fyrrenn næsta
dag, sigur Tórheðin.
Virkisleiðslur kunnu gera meira
fyri at fáa fólk við ymiskum vit
anum at tosa saman.
– Kanningar vísa, at um ein
fyritøka gevur starvsfólki góðar
møguleikar fyri at møtast, so
stimbrar hon nýmenning. Tað
kunnu til dømis vera regluligir
Tórheðin granskar íborna vitan:
Fiskivinnan byggir í stóran mun á íborna vitan hjá arbeiðsfólki, ið hava lært av
egnum royndum. Stórir møguleikar fyri nýmenning liggja í íbornari vitan, men
hon er torfør at seta orð á og deila við onnur. Tórheðin J. Jensen er farin undir
at kortleggja íborna vitan og finna nýggjar hættir at gagnnýta hana.
Verkætlan
Heiti: Mekanismurnar handan deiling av vitan grundað á royndir í
nýskapan í føroysku fiski- og alivinnuni
Slag: Ph.d.-verkætlan
Granskari: Tórheðin J. Jensen, umsitingarleiðari á p/f Varðanum
Stovnur: P/f Varðin og Henley Business School
Verkætlanarskeið: Oktober 2014 – oktober 2018
Stuðul úr Granskingargrunninum: 270.000 kr.
Tórheðin J. Jensen hevur spurt 50 fólk, sum starvast í fiski- og alivinnuni,
hvussu tey brúka og deila sína vitan (Mynd: Maria Olsen)
Íborin vitan skal ga