Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-09-19, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. september 2017síða 33

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mikudagur 20. september 2017 · Nr. 109 Sosialurin fund­ir, har starvsfólk fáa høvi at tosa saman bæði innan fyri og tvørtur um fakmørk, sigur Tór­ heðin. Fleiri lærd fólk í alivinnuni Fiskivinnan og alivinnan hava nógv í felag, men stórur munur er eisini á vinnunum. Tá alivinnan byrjaði í 80unum, vóru tað serliga menn, sum høvdu verið til skips, ið fóru at royna seg sum alarar. – Teir høvdu íborna vitan um veður og sjógv og fisk, ið teir kundu brúka í nýggju vinnuni. Tað er einki at ivast í, at íborna vitanin gjørdi sítt til, at alivinnan menti seg so skjótt í Føroyum. – Men teir fyrstu alararnir høvdu eisini brúk fyri at ogna sær nýggja vitan um smolt, um at strúka laks og um vatnsirkulering. – Alivinnan er meira tengd at bókligari vitan og byggir í nógv størri mun enn fiskivinnan á gransk­ing. Alifyritøkur arbeiða á fleiri økjum tætt saman við gransk­ arum bæði í Føroyum og í út­land­ inum, serliga í Noregi. – Tað eru nógv fleiri lærd fólk í alivinnuni enn í fiskivinnuni. Allar tríggjar alifyritøkurnar í Føroyum hava stjórar við lutfalsliga høgum útbúgvingum, sigur Tórheðin. Tíma ikki at selja Fiskivinnan er siðbundin, og tað sæst eisini aftur í, hvussu fiski­ vinnu­fyritøkurnar eru stýrdar. Í fiski­vinnuni eru nógvar smáar fyritøkur, og tað eru í flestu førum skiparar ella maskinmenn, sum reka fyritøkurnar. – Tað eru fólk við íbornari vit­ an frá egnum royndum, ið stýra vinnuni. Íborna vitanin í fiski­vinn­ uni hevur stórt virði. Tað, at vit hava so nógvar sjómenn, sum deila hesa vitanina, er við til at gera, at vit hava eina góða sterka fiski­ vinnu. – Men virðingin í fiskivinnuni fyri bókligari vitan er í ávísum førum ov lítil. Hetta kann viðføra vánaliga strategiska leiðslu og ov nógvar stuttskygdar avgerðir. – Føroyingar duga sera væl at fiska, men tá tað kemur til vøru­ menning og serliga sølu stendur illa til. Fleiri stórar fyritøkur lata útlendingar selja fyri seg, tí tær hvørki tíma ella duga at fáast við sølu, og tað er ein vanlukka. – Vinnan hevði í øllum stigum fingið nógv gagn av at ráðføra seg við fólk við bókligari vitan, sigur Tórheðin. Hann sær kortini tekin um, at hugburðurin í fiskivinnuni er við at broytast. – Alivinnan hevur dugað sera væl at marknaðarføra føroyska laks­in, sum nú er væl dýrari enn tann norski. – Fleiri fiskivinnufyritøkur byrja nú eisini at fáa eyguni upp fyri, hvussu stóran týdning markn­ aðarføring og søla hevur. – Innan pelagisku vinnuna hendi eitt stórt framstig, tá fyrst Varð­in Pelagic og síðani Pelagos í Fugla­firði fóru undir at framleiða og selja uppisjóvarfisk fyri nøkrum árum síðani. Síðani tá er ein ógvu­ liga stór menning farin fram, sigur Tórheðin. Tórheðin er eisini sjálvur eitt gott dømi um, at hugburðurin er við at broytast. – Varðin, sum er ein av teimum stóru fiskivinnufyritøkunum í Før­ oyum, hevur fíggjað megin­partin av mínari gransking. Tað vísir, at áhugin fyri vísindum er vaksandi, heldur Tórheðin. Íborin vitan (tacit knowledge) er vitan, sum er bundin at ávísum samanhangi, og sum tú partvíst ert føddur við og parvíst vinnur tær gjøgnum royndir. Førleiki at tosa eitt mál, spæla á eitt ljóðføri ella at fiska ella smíða krevur fjølbroytta vitan, ið er torfør at ogna sær bókliga og trupul ella ógjørlig at flyta formliga til onnur. Fyri at flyta íborna vitan frá einum fólki til eitt annað krevst tætt persónligt samband og regluligt samskifti sum til dømis í sambandi millum lærling og meistara. Formlig vitan (explicit knowledge) er vitan, ið kann verða niðurskrivað, send til og skilt av einum móttakara. Til dømis er tað formlig vitan, at Tórshavn er høvuðsstaður í Føroyum. Skipararnir á Finni Fríða loysti trupulleikan við, at sild setti seg fasta í meskunum. (Mynd: Torleif Johannesen) Føroyska alivinnan byggir í størri mun enn fiskivinnan á bókliga vitan. (Mynd: Hiddenfjord) – Kanningar vísa, at um ein fyritøka gevur starvsfólki góðar møguleikar fyri at møtast, so stimbrar hon nýmenning. Tað kunnu til dømis vera regluligir fund­ir, har starvsfólk fáa høvi at tosa saman bæði innan fyri og tvørtur um fakmørk Tórheðin J. Jensen agnnýtast betur